Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Tað er fyribyrging, vit skulu varpa ljós á

Innanlands | 27/05-2021 09:00

Sambært Tóru Petersen, trivnaðarráðgeva í Námi, nyttar lítið bara at seta inn, tá skaðin er hendur. Tað er fyribyrging, vit skulu hava fokus á.

- Eg havi sett mær fyri at gera tað lættari hjá lærarum at arbeiða fyribyrgjandi. Nógv góð átøk og samstørv eru skipað. Vit hava til dømis trivnaðardagar, floksins tíma, AKT-lærarar og samstarv við eitt nú SSP, heilsufrøðingar og Sernám. Hetta er alt samalt týdningarmikið, samstundis sum vit kunnu gera meira fyri at fyribyrgja, at happing ella mistrivnaður yvirhøvur fær gróðrarlíkindi. Og neyðugt er bæði at hyggja at, hvussu vit hava skipað fólkaskúlan, og um vit innihaldsliga megna at læra børnini tað, sum teimum tørvar í einum samfelag, sum er komplekst og broytist skjótt.

Seinnu árini eru afturvendandi kanningar um happing framdar innan fólkaskúlan, og hóast úrslitini eru batnandi, staðfesta tær eisini týðiliga, at eitt nú óttin fyri at vera útihýstur merkir næmingarnar.

- At arbeiða við trivnaði er eitt samansett og ofta trupult øki. Hóast høvuðsábyrgdin fyri trivnaðinum í flokkinum og hjá tí einstaka næminginum sambært kunngerð er hjá flokslæraranum, hevur skúlaverkið sum heild saman við foreldrunum eisini part av hesi ábyrgd. Skúlin hevur eisini nógvar aðrar uppgávur, og spurningurin er, um lærarin hevur neyðugu karmarnar og amboðini til at arbeiða við trivnaðinum.

Tóra vísir á, at verðin í dag er kompleks, ferðin er høg og krøvini broytt – eisini hjá fólkaskúlanæmingum. Tíðin í dag er øðrvísi samanborið við fyrr, og vit tosa í størri mun um avrikssamfelagið og háferðarsamfelagið.

- Vit kunnu nevna telefonina ella talgildar miðlar sum dømi um, hvat fyllir nógv hjá børnum og ungum. Tíðliga í lívinum skulu tey fyrihalda seg til nógva kunning og vitan, sum tey ikki altíð eru búgvin til at skilja og finna runt í. Og tey hava samskiftispallar, sum sjálvt vaksin hava torført við at umsita á ein skynsaman hátt. Rúmini, sum børnini og tey ungu ferðast í, eru ofta goymd fyri øðrum. Eisini teimum vaksnu. Og tað kann tí vera torført at vegleiða tey og hjálpa teimum at skilja ímillum fakta og leysasøgur.

- Børn í dag eru upplýst, tey kenna til korona og yvirgang, og kappingin um at klára seg væl er hørð. Fyrr lótu vit børn fara út at spæla, og tey kláraðu seg sjálv og komu heim, tá tey vóru svong. Eg sigi ikki, at hetta var betri, men kanska var tað meira einfalt. Nú hava børnini egna atgongd til miðlar, og hóast fleiri av okkum kunnu bólkast undir at vera curlingforeldur, ger háferðarsamfelagið, at tað kann vera ringt at finna tíð til hugsavnan og nærveru og tíð til at seta okkum niður at tosa við børnini um tað, tey uppliva, lesa, síggja og hoyra um.

Les alla greinina í Skúlablað nr 2, 2021.


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi