Samband
R7 Portal
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Heri Joensen, prestur
Vespureiðrið
Vespureiðrið (163) - 07. des. 2020 - Seinasta sending
EvR
Kelduvaðið 06. des. 2020: Símun Absalonsen "Uppreisnarvónin" - Orðið: "Signaði lívsæli dagur"
Ymiskar sendingar
Samrøða: Hans Marius í Byrgi um Sjógæti
Ymiskar sendingar
Samrøða: Bjarni K. Petersen og Aksel K. Berg um royking
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Ymiskar sendingar
Heilsusendingin Puls (11) - 04. des. 2020
Lýsing
Lýsing

Kenslur og vald í ríkisfelagsskapinum

Tíðindaskriv | 03/06-2021 16:39
Malan Marnersdóttir, professari, hevur skrivað forvitnisliga grein um kenslur og vald í ríkisfelagsskapinum

Kenslurnar í ríkisfelagsskapinum verða lagdar undir valdskritiskan lupp av Maluni Marnersdóttur, professara á Føroyamálsdeildini, Kirsten Thisted, lektara á KU og Ann-Sofie N. Gremaud, lektara á universitetinum Íslandi, í nýggjari evnisútgávu hjá DJØF um sambondini í Norðuratlantshavi.

Kritiskt og sera undirhaldandi verður hugtakið, "kenslubúskapur", lýst og greinað sundur í nýggjari vísindaligari grein hjá m.a. Maluni Marnersdóttur, professara á Føroyamálsdeildini, í seinastu evnisútgávuni av "Økonomi & Politik", sum forlagið DJØF gevur út.

Greinin hevur heitið "Kenslubúskapir í Norðuratlantshavi: Gomul bond og nýggj vinaløg" (Følelsesøkonomier i Nordatlanten: Gamle bånd og nye venskaber). Evnisútgávan er um arktisku sambondini, sum eru fyri broytingum, nú Arktis fyllir alsamt meira á dagsskránni hjá stórveldunum.

Øll útgávan er opin fyri almenninginum og kann lesast í fullum líki her.

Og greinin um kenslubúskapirnar í sambondunum millum Danmark, Føroyar og Grønland kann lesast her.

Kenslur og vald
Greinin hjá Maluni, Kirsten og Ann-Sofie setir luppin á tann partin av "norðurlendska Arktis", sum einaferð hoyrdi undir danska (dansk-norska) heimsveldið. Við sjálvstýri og kjaki um enn leysari tilknýti í tí, sum eftir er av ríkisfelagsskapinum, flytur valdið seg norðureftir.

Hetta letur upp fyri nýggjum sambondum og felagsskapum, har fyrrverandi hjálondini ella atlondini í Norðuratlantshavi (Grønland, Føroyar og Ísland, og í summum førum eisini Noreg) rannsaka møguleikar fyri tættari tilknýti uttan um Danmark.

Ein møgulig forðing fyri menningini av nýggjum og jøvnum sambondum tykist hava rót í eftirsleipi av søguliga grundaðum stigveldisskipanum og stereotypum við hugtøkum so sum "sivilisatión", "rasa" og "mentan", sum enn árnast væl, hóast avkolonialisering og nýhugsan.

Grundfestir og kensluligir búskapir virka saman við fíggjarligu búskapunum, og hetta ger tað ógjørligt at skilja kenslur, pengar, politisk og sosial valdsviðurskifti sundur.

Greinin grundgevur fyri, at fortreytin fyri at sleppa av við afturljóðið av heimsveldi og kolonitíð er tilvitska um hesi viðurskifti.

Vantrivnaðarfamiljan
Sum lopfjøl í greinini brúka høvundarnir speisku ritroyndina um kensluligu sambondini millum Ísland og hini Norðurlondini, sum íslendski rithøvundin, Hallgrímur Helgason, skrivaði í Weekendavísini í 2013, tá Ísland slokti sárini eftir búskaparskrædlið og var mitt í valstríði. 

Ritroyndin hjá Helgasyni er ein flagellantisk tour de force, har alt íslendskt verður vigað upp móti Danmark, bæði av góðum og óndum, tí - skilst - Danmark er framvegis vágskálin, sum íslendingar viga seg sjálvar á, tí søguligu valdsstøðurnar enn sum áður eru til.

Helgason skrivar, at tað at vera á norðurlendskum fundi er sum at vera til døgurða í vantrivnaðarfamilju, har hvør einstakur (hvørt landið) alt fyri eitt tekur gamla leiklutin á seg.

Fyri borðendan situr tann ráðandi í famlijuni, Svøríki, politiskt korrektur, men "við eygunum fullum í barnaarbeiðarum í fjarskotnum londum". Hann er langt síðani skildur frá Móður Danmark, sum í sínum lagi tykist leggja líka í sítt avkom.

Fyrst eru tað tey bæði elstu: systirin Noreg, sum hevur gift seg væl við harra Oljugrunni, og bróðir Finnland, "sum eingin dugir at tosa við, og sum øll eru hundrað prosent vís í ikki er sonur pápan, hóast eingin nakrantíð hevur vágað sær at spyrja um tað". Síðani eru tað tey yngstu, bróðirin Føroyar, "sum fyllir 40 seinni í ár, men sum enn býr heima hjá mammu, har hann keturoykir og er arbeiðsleysur", og Ísland, sum harafturímóti flutti heiman alt ov tíðliga og fór til USA, haðani hann kom aftur uttan at hava lært stórvegis annað enn ónollur. "Av rúsevnum og hugmóð smildraði ungi maðurin bil sín fyri fýra árum síðani. Hann brýggjar seg ikki um at tosa um tað.....". Tann allaryngsti í flokkinum, Grønland, verður hvørki kallaður systir ella bróðir, men er bara ein, "sum mamma ættleiddi sum sín egna eftir skilnaðin, men var ov gomul til at taka sær nóg væl av".

Kenslur og pengar
Við hesi myndini ger Helgason greitt, at Norðurlond hava ikki bara felags søgu, sum er yndisevni í veitslurøðum, men at hendan søgan, grundað á sera ójavna makt, hevur alt eitt serligt rensl av kenslum, sum ger, at politiskur og fíggjarligur atburður kann setast inn í hesar keipumyndirnar av faðir Svøríki sum kaldur og hálur, Noregi sum ríkt, tó uttan at hava stríðst fyri tí, og Íslandi og Føroyum sum ábyrgdarleysir tannáringar. Renslið av kenslum rennur soleiðis saman við pengarenslinum á fíggjarmarknaðinum, og íløgur, lántøka og flytingar verða ikki bara grundaðar á skynsemi. Helgason lýsir eisini innrásina hjá íslendsku fíggjarvíkingunum í Danmark sum eitt slag av hevnisøku fyri fortíðina.

Malan Marnersdóttir, Kirsten Thisted og Ann-Sofie N. Gremaud siga, at við øllum hesum í huga verður tað meira skilligt, hví til dømis blokkstudningurin kann íbirta so nógv kjak, hóast hann í roynd og veru bara er ein fíggjarlig javnskipan, sum merkir, at donsku regiónirnar, Føroyar og Grønland árliga fáa ein part av almennu pengunum. Eitt annað dømi, sum tær nevna, er, at grønlendska sjálvstýrið í 2013 avgjørdi heldur at átaka sær váðan, sum mong halda, at grevstur eftir uran er, heldur enn framhaldandi at taka ímóti fíggjarliga íkastinum úr Danmark. Í Danmark stríddust tey veruliga fyri at skilja hesa avgerðina. Men taka vit kenslur í álvara og sum okkurt, ið ikki kann skiljast frá tí politiska og fíggjarliga, so gevur avgerðin nógv størri meining. 

Í áhugaverdu greinini um kenslubúskapirnar í ríkisfelagsskapinum koma høvundarnir inn á fleiri dømi, eisini føroysk, sum lýsa, hvussu nógv kenslur viga í sambondunum millum londini, sum nú standa á gáttini til eitt nýtt tíðarskeið, har valdið flytir seg norðureftir.

Men Føroyar, Ísland og Grønland eru í sínum lagi eiheldur óskrivað bløð. Og sínámillum gera eisini gamlir valdsbygnaðir seg galdandi, sum eiga at koma fram í ljós.


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Eiler stórtrívist umborð á Georg Stage
IRF: Vit kunnu endurvinna enn meira pappír og papp
Gunvør meira enn 50 ár hjá nunnunum
Skørutýning
Tilfar um trivnað eigur at verða gjørt
Skráin hjá IKTUS Sjónvarp, sunnudag 13. juni 2021
Prógvhandan í Múllers Pakkhúsi
Brúkiligur túrur
Latið HB, KÍ og B36 umsita UEFA-pengarnar
Starvs­fólk hjá Reyða Krossi Føroya útsent til Kongo
Streymverja tryggjar nýtt aliøki
Sólrun og Jóhanna prógv við serritgerð um korona
Ítróttahá­skúlin skal hava nýggjan leiðara
Makrelfiski­skapu­rin byrjaði á Oyrareingjum
Neyðug undantøk mugu latast
Vit tola als ikki hesa viðferð­ina!
Sensurur er sensurur, harra løgmaður!
Tøkar tíðir til koppseting
Mótmælistiltak við ráðhúsið og Vaglið í Tórshavn
Dollin – havnar­maðu­rin sum skrivaði heimssøgu
Starvsdagar í Lava- og Luddalon
Summarkvøld við Toftavatn mikukvøldið 16. juni kl. 18
Áheitan á lands­stýrið
Áheitan til bilførarar um at vísa varsemi
Samband
R7 Portal
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Heri Joensen, prestur
Vespureiðrið
Vespureiðrið (163) - 07. des. 2020 - Seinasta sending
EvR
Kelduvaðið 06. des. 2020: Símun Absalonsen "Uppreisnarvónin" - Orðið: "Signaði lívsæli dagur"
Ymiskar sendingar
Samrøða: Hans Marius í Byrgi um Sjógæti
Ymiskar sendingar
Samrøða: Bjarni K. Petersen og Aksel K. Berg um royking
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Ymiskar sendingar
Heilsusendingin Puls (11) - 04. des. 2020
Nýggjastu tíðindi