Gongufarleiðin millum Oyndarfjørð og Hellurnar
Seinastu 10 árini havi eg í mínum stilla sinni arbeitt við eini verkætlan, har endamálið hevur verið at uppstyðað ella uppgradera gongufarleiðina millum Oyndarfjørð og Hellurnar, so leiðis at vitjandi lættliga kunnu njóta hetta náttúruvakra stað.
Alifyritøkan Mowi hevur allatíðina verið høvuðsstuðulin og hevur fíggjað og verið samstarvssinnað. Í summar hevur tann hegnigi smiðurin Vøgg Debes gjørt rekkverkið á gomlu brúnni um Laksá av nýggjum. Tað var somikið tært nú, at tað ikki kundi gerast aftur. Vøgg er ein ordiligur smiður, og hálvar loysnir liggja ikki til hann. Uppstandi á brúnni var upprunaliga fýrakantað stál, evnað til í smiðjuni í Billustovu í Oyndarfirði. Hóast Vøgg hevur verið við til at gjørt nógv rekkverk í eldinum í smiðjuni, hevur hann ikki fyrr roynt at gera hetta úr fýrakantaðum stáli, ikki fyrr enn brúgvin um Laksá stóð fyri tørnið og seinasta fríggjadag kom rekkverkið upp. Tað var beinanvegin roynt av starvsfólkunum á Vest Pack úr Vestmanna, sum á starvsfólkaútferð gingu úr Elduvík og út á Hellurnar, har tey ótu døgurða í rekaviðshúsunum. Brúgvin verður eisini styrkt við jarndragara. Vøgg hevur eisini gjørt rekkverk Úti á Bergi eftir bakkanum út á Hellurnar og hevur styrkt eina lítla kaj, sum er har á leiðini, og sum fyri góðum 100 árum síðani varð nýtt til klippfiskaframleiðsu. Gøturnar eru markeraðar við pelum.
Øll hendan uppstiðingin av lendinum innast í Oyndarfirði byrjaði við stríði, har bygdarfólkið tók væl undir. Tyrvingarplássið hjá IRf var fult og bygdafólkið kring fjørðin vildu hava tað latið aftur, sum avtalað við græsið á. Irf hevur lovað at gera arbeiðið liðugt í summar. Úr hesum stríðnum kom alifyritøkan inn í myndina og rindaði fyri at fáa sandin Inni á Sandi aftur. Nú er góð gøta oman á sandin og kommunan hevur í summar umvælt gøtuna, hon fer helst at halda nú, um hugt verður eftir henni á hvørjum ári.
Nú manglar bara portrið uppi við landsvegin, skeltir við allar gøtuendarnar og at smíða eina brúgv um Spreingisá á Hellunum og útlit eru fyri, at hetta arbeiðið verður liðugt í summar.
Sigast skal, at fyri meg hevur hetta verið serstakliga stuttligt arbeiði og uttan vælvild frá vinnulívi og kommunu hevði einki borið til.
Sandurin í Støðni heima í Oyndarfirði fekk eina góða byrjan í fjør, tá í Kristian Martin Rasmussen, reiðari, sum er ættaður í móðirætt úr Oyndarfirði, lat eina sandbátalast av sandi. Sandurin liggur har tryggur sum grundarlag fyri at fara víðari. Neyðugt er helst við einum trimum fýra lastum aftur at, áðrenn hann aftur verður sum upprunaligt. Ymiskt er í gongd og kanska síggja við sandbátin aftur á Oyndarfirði í summar.
Hetta skrivar Justinus Eidesgaard á sínum facebook vanga
Starvsfólk á Vest Pack á starvsfólkaútferð úr Elduvík og út á Hellurna, har tey ótu døgurða í niðursetuhúsunum hjá Lamba Símin. Tey vóru tey fyrstu at royna nýggja rekkverkið.
Gøtan oman á Sand, sum Hallur Jacobsen hevur umvælt fyri kommununa í summar. Her kemur eitt lag av fínum oman á og tað verður stampað, og tá verður gott at ganga og enntá brúka koyristól.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











