Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Staðilig áheitan: Aftur til samráðingarborðið

Innanlands, Lesarabrøv | 09/06-2021 18:29

ADHD felagið heitir staðiliga á partarnar um at finna eina virðiliga og góða loysn, so børn við serligum tørvi aftur sleppa í skúla!

Nú allir ljóskastarar eru á stuðlar í fólkaskúlanum, vilja vit kasta í kjakið sæð út frá okkara eygum, sum foreldur og avvarandi.

Fleiri børn við ADHD/ADD eru tengd í longri ella styttri tíðarskeiði at einum stuðli, ið hevur ta stóru uppgávu at tryggja barninum góða atkomu til læring. Stóra uppgávan snýr seg um at møta barninum júst har, tað er og seta inn við tí spesifikku sernámsfrøðini, ið einstaka barnið tørvar.

Fyri okkara børn hevur relatión, stabilitetur, vilji og fakligheit alt at siga.

Uttan góðan stuðul frá stuðlum trívast og mennast børn við serligum tørvi ofta ikki - og tíverri kunnu tey tá enda við at verða sálarliga so skødd av skúla, at tey kanska ongantíð verða sjálvbjargin.

Ikki bert menniskaliga men eisini samfelagsliga er skilagott at raðfesta námsfrøðiligan stuðul.

Sernámsfrøði og starvið sum stuðul innan fólkaskúlan er rættiliga nýtt, og arbeiðssetninurin er ikki neyvt defineraður, eisini tí uppgávurnar eru so ymiskar. Økið er í einari uppbyggingarfasu, men har eru nógvar avbjóðingar, ið vit vilja vísa á.

Avbjóðingar á økinum eru m.a.
- Eftirútbúgving og førleikamenning innan serøkið hevur verið í stoypiskeiðini í nógv ár, tó er einki komið enn.
- Vit hoyra javnan um stuðlar í fólkaskúlanum, sum fara úr starvi, tí teir fáa betri setanartreytir og førleikamenning í øðrum starvi.
- Námsfrøðiútbúgvingin og eisini læraraútbúgvingin hava alt ov lítið av sernámsfrøði og serdidaktikki.
- Stuðlar verða oftast settir til sjálvan flokkin, heldur enn til einstaka barnið við serligum tørvi. Tað ger tað trupult hjá barninum at skapa relatión og fáa stabilitet.
- Hagtøl vísa, at út av teimum 94 stuðlunum, ið vóru í fólkaskúlanum í 2019/20 vóru heili 42% ófaklærd, restin vóru námsfrøðingar og nakrir lærarar.
- Tey 42% eru greið tekin um, at fakligheitin velur økið frá, hóast serøkið sum heild er nógv eftirspurt hjá námsfrøðingum. Hetta má og skal undirvísingarstýrið gera nakað við!

Sernámsfrøði og stuðlar eru sera týdningarmikil liður í tí, vit dagliga rópa “tíðliga innsatsur”.
Tíðliga innsatsur er besta íløga og trygd fyri góðari lívsgóðsku og sjálvbjargnar borgarar.

ADHD felagið fer við hesum at heita á Mentamálaráðið um at endurskoða stuðulsøkið, soleiðis at stuðlar fáa betri, greiðari og rættvísari treytir at arbeiða undir, soleiðis at trivnaður og fakligheit økist.

Hettar er treyt fyri, at okkara børn við serligum tørvi kunnu fáa relatión, stabilitet og fakligheit, og gerast sjálvbjargnir samfelagsborgarar.

ADHD felagið


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Putin vil hava Biden og ikki Trump
Undirskot lands­kassans 150 milliónir
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi