Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Vinnulívinum tørvar fleiri útlendsk starvsfólk - men, hvar skulu tey búgva?

Politikkur | 10/06-2021 09:42

Vandi er í allari vælferð. Hóast búskaparvøkstur er neyðugur fyri at menna samfelagið, renna vit okkum mangan í sokallaðar fløskuhálsar, bæði á arbeiðsmarknaðinum, men eisini aðrastaðni í samfelagnum.

Á arbeiðsmarknaðinum kann henda, at vinnulívið, stovnar og onnur ikki fáa nóg nógva ella hóskandi arbeiðsmegi. Hetta leggur fótonglar fyri búskaparvøksturin, og fyritøkurnar fáa ikki nóg nógv burtur úr teimum íløgum, tær hava gjørt í vinnutól o.a.

Eitt dømi eru fiskavirki, ið ikki fáa arbeiðsfólk. Eitt annað eru skip, ið ikki fáa manning. Eitt triðja eru dagstovnar, ið ikki fáa pedagogar og hjálparfólk. Eitt fjórða eru matstovur, ið ikki fáa kokkar og tænarar. Tað er væl skiljandi, at Vinnuhúsið - áhugafelagsskapurin fyri vinnulívið - nú rópar varskó.

Vinnulívinum tørvar lættari atgongd til útlendsk starvsfólk
Í endanum á einum tíðindaskrivi við heitinum “Ongantíð verið so nógv leys størv í Føroyum” (7. juni), skrivar Vinnuhúsið soleiðis: “Tað er umráðandi, at politiska skipanin tekur hesa avbjóðing í álvara og syrgir fyri, at atgongdin til arbeiðsmegi verður betrað. Hetta kann gerast við at avtaka avlagandi skipanir, sum stuðla pørtum av arbeiðsmegini til at starvast í ávísum vinnum, og við at fáa smidligari skipanir, sum gera tað lættari at seta starvsfólk úr útlandinum.”

Tann fyrra loysnin er at flyta fólk úr ávísum vinnugreinum í aðrar ella flyta føroyingar úr útlendskum størvum í størv heima á klettunum.

Hin loysnin snýr seg hinvegin um at fáa útlendingar til Føroya. Alt eftir, hvussu lætt tað verður at seta starvsfólk úr útlandinum, er hetta í prinsippinum ein nærum botnleys kelda til arbeiðsmegi. Í prinsippinum kundu vit bara loyvt hesum og lati útlendingar átikið sær øll tey størv, ið innføddir føroyingar ei longur skoyta um. Eisini høvdu vit tá sæð ein rimmar fólkavøkstur.

Samfelagsligir fløskuhálsar
Hetta er tó ikki so einfalt, sum tað ljóðar. Gaman í kunnu vit loysa fløskuhalsin á arbeiðsmarknaðinum við at gera borglið breið og loyva øllum til Føroya at virka. Men harvið skapa vit aðrar fløskuhálsar - serstakliga á bústaðamarknaðinum.

Vit hava longu nú eina ovurstóra kreppu á bústaðamarknaðinum. Alt ov torført er at fáa hóskandi bústað - tað veri seg til leigu ella til ognar. Hetta skapar ein stóran aktivitet innan byggivinnuna, ið sostatt eftirspyr enn meiri arbeiðsmegi. Økta virksemið innan bygging er ein av orsøkunum til vaksandi útlendsku arbeiðsmegina í Føroyum seinastu árini.

 

Hesi starvsfólk fáa tó ofta vánalig bústaðarkor, eisini tí tey ikki eru serliga kravmikil. Spurningurin er, um tað er virðiligt, at fólk búgva í t.d. bingjum í longri tíð. Onnur leiga kømur ella mugu deila íbúðir og smá hús - nakað frægari, men hetta leggur stórt trýst á bústaðamarknaðin, soleiðis at tað verður enn truplari hjá fastbúgvandi føroyingum at fáa hóskandi bústað, ið er til at gjalda.

Tað er gott, at vit kunnu fáa útlendingar hendan vegin at hjálpa okkum við arbeiði, ið vit ikki sjálvi megna. Men tað má gerast hóvliga, soleiðis at vit ikki gera bústaðakreppuna enn verri, meðan vit loysa ein trupulleika, ið kanska ikki er so stórur, tá avtornar. Tá vit nærum einki arbeiðsloysi hava í Føroyum, bilar minni, um onkur verkætlan liggur á láni.

Um nakað átti vinnulívið í dag at lagt sína orku og sín íløguhug í at byggja bústaðir, soleiðis at bústaðakreppan so líðandi kann linkast.

Jaspur Langgaard
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi