Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Hvør umboðar Føroyar og Føroya fólk?

Politikkur | 10/06-2021 19:48

Tann árligi sjónleikurin við tí sonevnda “ríkisfundinum” varð leiktur í dag. Endamálið er sum vanligt at rura føroyingar í blund, sleppa okkara stoltleika og rættindum. Og støðugt at billa Føroya fólki inn, at vit sum land og fólk eru undir valdinum hjá Danmark, hóast vit ongantíð hava samtykt tað. 

Leikritið er sum altíð, at danska stjórnin kann standa sum ein móðir og siga, at hon hevur lurtað eftir ymsum ynskjum frá sínum “børnum” - Føroyum og Grønlandi.
Men hon minnir á, at tað eru reglurnar, sum Danmark hevur sett, ið galda í hennara húsi.

Á familjumyndini skulu so  vanliga løgmaður og grønlendski Naalakkersuisoq standa pyntaðir, væl greiddir og helst í stuttum buksum og matrósklæðum og smíla pent, meðan móðirin klappar teimum á høvdið.

Og ongin spælir hendan undirbrotliga leiklutin so væl sum núverandi løgmaður. Og enntá hevði hann eisini Jenis og Jørgin við sær í dag, sum duga næstan líka væl at smíla og níga enn djypri fyri tí uppfunna danska valdinum.

Men hesaferð gjørdist familjumyndin upp aftur meira snedig og pínlig.

Tí nýggja grønlendska stjórnin ætlar ikki bara at ganga runt í stuttum buksum og smíla pent í hesum sjónleiki.

Muté B. Egede og Pele Broberg hava greitt boðað frá, at grønlendska fólkið vil gerast sjálvstøðug tjóð. Og at tey vilja sjálv taka avgerðirnar í Arktis og ikki bara lata Danmark pakka teirra egna land inn í undarligar pakkar - og so látast at geva grønlendingum nakað, sum tey sjálv eiga.

Og hvat ger Danmark? Jú tey royna at kyrra grønlendska fullveldishugin og siga, at nú skal Grønland skriva undir avtalur í Arktis vegna Danmark og Føroyar!

Hetta er sjálvsagt mest súmbolskt, tí Danmark ræðist grønlendska sjálvræðishugin! Men kortini fáa tey flutt okkurt.

Føroyar liggja í Arktis og eru portrið til Arktis. Vit skulu sjálv undirskriva og gera okkara egnu avtalur. Hvørki Danmark ella Grønland kunnu ella skulu gera tað vegna føroyska tjóðina. Tað er burturvið.

Hetta er ikki fyri at harta grønlendska landsstýrið. Hattin av fyri teimum, at tey ikki bara spæla við í sjónleikinum, men krevja sín rætt. 

Verri er við okkara landsstýri – ella danstýri, sum onkur tók til.

Okkara stjórnarumboð standa nú væl greidd í Danmark, í stuttum buksum og við eini sleikisneis í hondini. Meðan grønlendsku umboðini um ikki annað krevja at lána bilin frá Danmark nakrar ferðir um árið. 

Hvør umboðar Føroyar og Føroya fólk? 

Ongin. Jú, sambært løgmanni, Danmark og Grønland! 

Men hvat kundu vit væntað, tá Føroya løgmaður á arktiskum fundi herfyri ikki vildi siga seg umboða Føroyar, men takkaði stórveldinum vegna “The kingdom of Denmark”.

Hann mann eisini hava umboðað Danmark í dag.

Vit mugu hava stjórnarskifti og skifta hesa ússaligheitina og undirbrotligheitina út við ábyrgd, stoltleika og verulig tjóðskaparlig mál fyri Føroyar – Ongantíð ov skjótt!

Høgni Hoydal


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi