Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Hvør er órímiligur?

Politikkur | 12/06-2021 15:19
Hervør Pálsdóttir og Elsa Berg

Námsfrøðingar fara nú í verkfall, og longu síggjast viðmerkingar um, hvussu órímiligir námsfrøðingar eru – men tað einasta órímiliga í hesum er, hvussu órímiliga røsk tey eru.

Tey skulu renna órímiliga skjótt, eru einsamøll um órímiliga nógv børn og fáa eina órímiliga løn afturfyri, ið ikki reflekterar teirra ábyrgd ella førleikar.

Ein góð, lærurík og mennandi tíð á dagstovni hevur ómetaliga stóran týdning fyri børnini. Hetta eru starvsfólkini røsk at syrgja fyri, men starvsfólkini, námsfrøðingarnir og hjálparfólkini skulu eisini hava eitt gott arbeiðslív við nokk av starvsfelagum. Tí skilja vit fult væl, at menniskjaliga haldførið er málið hesaferð.

Vit mangla námsfrøðingar – fleiri enn 300, um vit skulu fylgja dagstovnalógina! – og komandi árini fer tørvurin bara at vaksa, um vit ikki gera okkurt munagott fyri at betra sum støðuna. Námsfrøðingar skulu hava betri løn og fleiri starvsfelagar – Eisini fyri at halda upp á núverandi starvsfólk.

Vanligt er at siga, at børn eru okkara framtíð, men kanska gloyma vit, at børnini eru okkara nútíð eisini. Ein av kjarnuuppgávunum í okkara vælferðarsamfelag er at tryggja góð barnaár. Vit eiga tí at skapa góðar umstøður til tey, ið varða av teimum, og vit átala, at tað er neyðugt við stríðsstigum fyri at fáa hesar umstøður í rætt lag.

Vit skulu seta nógv meir av til námsfrøðiliga arbeiðið:

– Vit skulu lyfta lønarbólkarnar á dagstovnaøkinum, tí í dag eru tey ikki lønt eftir førleikum og ábyrgd! Hetta er eisini ein liður í at lokka fleiri til. Eisini áttu námsfrøðingar at havt fyrireikingartíð, sum aðrir starvsbólkar hava, so til ber at tilrættarleggja og økja um dygdina.

– Námsvísindadeildin skal taka fleiri lesandi inn um árið. Uppskot frá Tjóðveldi um hetta er felt tvær ferð hetta valskeiðið. Áhugin er har, tí í 2020 søktu 80 inn til námsfrøðiútbúgvingina, men bert 35 fáa pláss.

– Normeringin má hækka. Eitt boð er, at Løgtingið samtykkir minimumsnormeringar, sum tryggja børnum á dagstovnum eina ávísa nøgd av tímum. Hetta kann gerast við støði í teirri minimumsnormering, Føroya Pedagogfelag hevur mælt til.

Vit mugu gjalda tað, tað kostar – soleiðis kunnu vit skapa størri trivnað, menning og menniskjaligt haldføri.

Elsa Berg, býráðslimur
Hervør Pálsdóttir, tingkvinna,
Tjóðveldi


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi