Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Eiler stórtrívist umborð á Georg Stage

Innanlands | 13/06-2021 20:52

18 ára gamli Eiler Mohr úr Lamba siglir við stásiliga skúlaskipinum Georg Stage, ið kom inn á Skálafjørðin um middagsleitið í dag og liggur við bryggju inni á Bakka til einaferð í morgin. Skipið vitjar í hesum døgum nakrar havnir í Føroyum.

Vit hava tosað við Eiler, sum stórtrívist umborð á skúlaskipinum. Hann hevur verið umborð á Georg Stage síðan 1. mars og verður umborð í 28 dagar afturat. Í løtuni eru í alt 73 fólk við skipinum, sum øll eru manning, næmingar og lærarar. Næmingarnir kunnu koma úr øllum heiminum, og hesu ferð eru teir úr Danmark, Grønlandi, Norra, Íslandi, Svøríki og Føroyum. Tað eru altíð líka nógvar gentur sum dreingir umborð.

Eiler arbeiðir sum næmingur í kabússini saman við tveimum øðrum og einum kokki, sum virkar sum teirra lærumeistari. Eftir sum Eiler hevur ætlanir um at læra til kokk, søkti hann um at sleppa í kabússuna at arbeiða. Eftir at hava siglt við Georg Stage sum kabússnæmingur, fær hann góðskrivað 5 mánaðar praktikk til komandi kokkaútbúgvingina. Øll hini umborð hava undirvísing og arbeiða á dekkinum.

Spurdur, hvat honum dámar umborð, svarar Eiler “Eg elski sjólívið, eg læri sera nógv, og eg havi ongantíð havt sjóverk. Tað er sera sosialt umborð, telefonin er altíð sløkt og mann er ongantíð einsamallur”.

Tað var ein stór løta, tá skipið stevndi inn á Skálafjørðin í dag, sigur Eiler “Eg var errin og sera spentur tá kappróðrarbátarnir komu út at taka ímóti, og fylgdu okkum til bryggju, har vit vórðu sera væl móttikin”.

Vanliga vitjar Georg Stage ymisk lond á eini sjóferð, men alt hevur verið øðrvísi, síðan koronafarsóttin byrjaði at gera um seg. “Tí er tað sera gleðiligt, at skipið kundi koma til Føroyar, sigur Eiler. Koronatest verður tikin triðja hvønn dag umborð, og tí sleppa vit í land, meðan vit eru í Føroyum. Vit hava havt ein deiligan dag í landi, og hava m.a. verið í kappróðrarneystinum á Glyvrum, har familja og vinir hjá mær skipaðu fyri einum hugnadegi við mati til alla manningina, sum síðan eisini fekk loyvi at rógva og njóta heita pottin við neystið”. Umframt Eiler, eru eisini tveir aðrir næmingar umborð, sum hava ættarbond til Føroyar.

Runavíkar havn ynskir Eiler og manningini á Georg Stage blíðan byr.


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi