Guðrið og Konsørn - fríggjakvøldið 18. Juni í Tøting
Guðrið Hansdóttir:
Hon er ein av Föroya bestu sangarinnum og sangskrivarum, har hon eftir hondini ígjögnum nógv ár, hevur skriva eitt ótal av sera sterkum og feitum lögum.
Fríggjakvöldið vitjar Guðrið aftur í Töting, har hon fer at spæla fleiri nýggj lög, ið verða á hennara komandi útgávu, umframt at vit sleppa at hoyra nökur eldri lög eisini.
Guðrið verður tó ikki einsamöll á palli, afturat henni verða Heðin Ziska Davidsen og Katrina Olsen.
Konsörn:
Konsörn er ein er ein duo vid Mattiasi Kapnas (klaver, ljómbord) og Jan Rúna Poulsen (trummur, slagverk, ljómborð). Mattias og Jan Rúni hava samstarvað í ymiskum verkætlanum, men hetta er tó fyrstu ferð teir spæla egnar kompositiónir sum duo. Tónleikurin er instrumentalur og eyðkendur av einari leitan eftir klangum og samljóðum millum ymisk slög av klaveri og slagverki.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur