Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Føroyski báturin er havsins Stradivarius

Innanlands | 16/06-2021 09:49

Hetta segði Karin Elsbudóttir, tá hon helt røðu eftir at hava navngivið føroyska bátin, hon keypti frá Kvøldskúlanum. Niðanfyri prenta vit røðuna, ið Karin helt til samkomuna á Eystaru bryggju.

Ein múlamaður fyrstur fekk, eitt far av hesum slag
Tað Elsa æt; Í streymasjógvi førdi fólk og fæ
So væl, at bátaslagið verður bygt tann dag í dag
Til gleði fyri okkum øll, ið virðismeta tað.

Nú fara vit at flota eitt slíkt far enn einaferð.
Eitt vakurt navn tað fær, nú tað av bakkastokki fer,
Sum æra skal tær kvinnur tvá, ið ríka mína verð
Við sama navni – ELSBA – verður navnið, ið tú ber.

Her byrjar ferðin hjá tær, ELSBA mín, tú mítt fagra far.
Av øllum hjarta ynski eg, at eydnan fylgir tær
So saman vit uppliva manga stund, har lívið lær
Til okkum, ja, tað er tað besta, ein kann ynskja sær.

Góði borgmeistari Heðin Mortensen, góðu tit øll. Tað er mær ein stór gleði at fáa hetta høvi at siga takk.

Ólavssøku eftir Ólavsøku havi eg gingið í gongugøtuni og sæð henda vakra bátin, kínt honum og keypt lutaseðlar, aftur og aftur í vón um, at eydnan fór at vera við mær. Og hetta eru einastu lutaseðlar eg nakrantíð havi kannað, um eg havi vunnið, men nei. Eg vann ongantíð.

So ein dagin eg sæt við skrivaraborðið hjá mær til arbeiðis á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn og hugdi út á sjógv, runnu heimlandið og báturin aftur fram fyri meg, sum so mangan. Og eg hugsaði, at táið eg ikki kundi vinna bátin, mátti eg ringja til bátabyggjaran og spyrja, um hann ikki kundi byggja mær ein.

Eg ringdi til Andrass Joensen, og hann helt, at hann kundi nokk byggja mær ein bát. Og sum vit tosaðu saman, helt hann, at tað kanska ikki var heilt óhugsandi, at eg kundi sleppa at keypa júst hendan bátin, sum eg ynskti mær. Orsaka av korona, var báturin ikki liðugur sum ætlað, og Ólavsøkan var avlýst í fjør. Andrass vildi kanna málið við kvøldskúlan og venda aftur. - Og hesa ferð var eydnan við mær!

Andrass greiddi mær frá, at hesin báturin, sum nú í nakrar vetrar hevur verið bygdur fleiri ferðir í kvøldskúlanum, kallast Múlabáturin, og at hetta er ein brúksbátur, sum er serliga góður at rógva í hørðum streymi.

Heima havi eg bókina “Hin føroyski báturin” eftir Andras Mortensen. Í bókini fann eg Múlabátin, og tað gekk upp fyri mær, at tann bátasmiðurin, sum á fyrsta sinni smíðaði júst hendan bátin í umleið 1905 – 1910, var Poul úr Norðnastovu, sum var pápabeiggi ommu mína, sum eisini var úr Norðnastovu í Mikladali. Andrass, sum hevur staðið fyri hesum bátinum, er eisini í familju við Poul, og er sostatt eisini skyldmaður mín.

- Oldirabbi mín var bátabyggjarin Johan í Garði í Nólsoy, sum sigst at hava bygt 999 bátar. Eg havi altíð vita, at tað í nógv ættarlið hava verið bátabyggjarar í bæði móður- og faðirætt, so hvør veit - kanska er tað okkurt genetiskt, sum hevur drigið meg at føroyska bátinum, sum eg eri so hugtikin av.

Í mínum arbeiði gjøgnum nógv ár, havi eg fingist við at miðla mentan og list úr Norðuratlantshavi til danir og útlendingar. Í hesum høpi læs eg einaferð bókina “Færøsk kunst” eftir William Heinesen. Inngangurin snýr seg um okkara føroysku mentan og siðaarv, sum bakgrund fyri okkara listarliga virksemi, og hann kemur eisini inn á tær fortreytir, sum okkara forfedrar hava haft fyri at fáast við list.

M.a. nevnir hann, at vit við okkara egna tungumáli og mentanarsiði eru ein serstøk norðurlendsk tjóð, og hann kemur nærri inn á okkara mentanarliga ríkidømi við kvæðum, sagnum og orðatøkum. Eisini nevnir hann okkara sermerkta og vakra byggisið við gróthúsum og flagtaki, og ikki minst skrivar hann um bátin:

“Den færøske sejlbåd er med rette berømmet for sin elegance; dette smidige fartøj, bygget til dyst med elementer, der ikke er til at spøge med, er en vellyst for øjet, spinkelt og let i formen som det er, spirituelt som en violin; og båden var da også på sin vis et instrument for virtuoser!”

Um tær fortreytir, sum okkara forfedrar hava havt fyri skapandi listarligum virksemi skrivar William eisini:

“Men videre end til at forædle og forskønne større og mindre brugsgenstande indenfor de grænser brugen stillede, drev de gamle det ikke i kunsten. Kræfter, der kunne udløse anden kunstnerisk virksomhed, var ikke til stede i den fåtallige og hårdt arbejdende befolkning.”

Vit kunnu í dag fegnast um at liva í eini tíð og einum samfelag, ið er so framkomið og hevur so stóra vælferð, at her er eitt blómandi mentanarligt og listarligt virksemið, sum vit við stoltleika kunnu sína fram bæði úti og heima. Og vit kunnu fegnast um, at her eru fólk sum tit, sum varveita og kjúkla um okkara mentanararv. Vetur eftir vetur í Tórshavnar Kvøldskúla, við Andrass sum lærara, hjá tykkum, kvøldskúlanæmingum.

Hetta seinasta árið havi eg glett meg og í tonkunum fylgt tykkum mánakvøld og hóskvøld, mánað eftir mánað, meðan tit hava bygt bátin. Tað var ein stór gleði hetta kvøldið í vár at heilsa upp á tykkum, og vera saman við tykkum eina løtu meðan tit bygdu, og at sleppa at síggja, hvussu hugagóð tit arbeiddu, fyri at fáa eitt so flott og snøgt úrslit. Hesum kunnu tit vera stolt av, hesum kunnu vit øll vera stolt av og gleðast um.

Av hjartanum takk fyri, at eg sleppi at keypa henda bátin. Takk Tórshavnar Kommuna við Heðini Mortensen, takk Tórshavnar Kvøldskúli við Jógvan Sørin Hansen, takk Andrass Joensen og takk til øll tykkum, sum hava bygt bátin og róg hann í dag saman við mær.

Í dag er ein stórur dagur, nú ELSBA mín er sjósett og signað við elligamlari verndargerð soleiðis at eydnan kann vera við okkum, har vit ferðast við ELSBU.

Føroyski báturin er tað størsta listarverkið, sum vit føroyingar eiga sum tjóð.

Føroyski báturin er havsins stradivarius. - Takk fyri.


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi