Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Skeið fyri starvslæruvegleiðarar og akkersfólk

Innanlands | 18/06-2021 07:00

Námsvísindadeildin hevur nýggj tilboð til tín, sum vilt verða vegleiðari hjá komandi lærarum ella námsfrøðingum.

Næsta lestrarár verður møguligt hjá lærarum og námsfrøðingum at menna sínar førleikar at taka móti lesandi, sum koma í starvslæru, og hjá lærarum eisini at menna sínar førleikar sum akkersfólk hjá nýggjum lærarum úti á skúlunum.

Skeiðini fyri ávikavist lærarar og námsfrøðingar eru ymisk.

Skeiðið fyri lærarar
Hetta er eitt skeið, sum Námsvísindadeildin hevur fyri føroyskum fólkaskúlalærarum, sum vilja menna seg í starvslæruvegleiðing og akkersfólkaarbeiði.

Starvslæran er ein týdningarmikil partur av læraraútbúgvingini. Fyri at gera starvslæruna so munadygga sum gjørligt, eru grannalond okkara farin at bjóða starvslærarum eitt serskilt skeið, ið skal brynja teir at taka ímóti lesandi og geva teimum førleikar at leggja eitt mennandi starvslæruskeið til rættis.

Lærarar, ið taka tílík skeið í Danmark, Noregi og Finnlandi, standa fremst fyri, tá ið starvslæruvegleiðarar verða tilnevndir.

Leiðslan á Námsvísindadeildini hevur kannað, hvussu starvslæruvegleiðaraskeið verða skipað aðrastaðni. Skeiðini er ikki eins, men tey hava ymiskt í felag. Eisini hava vit havt samband við skúlastjórar, lærarar og lesandi og hava fingið staðfest, at í føroyska skúlaverkinum er eitt stórt ynski um, at føroyskir fólkaskúlalærarar skulu hava møguleika at taka eitt skeið í starvslæruvegleiðing.

Nú er so  komið á mál við fyrireikingunum, og lestrarárið 2021/2022 kunnu teir fyrstu 20 lærararnir seta seg á skúlabonk á Námsvísindadeildini.

Undirvíst verður triðja hvønn fríggjadag frá kl. 09.00 til 14.00. Fyrsti undirvísingardagur er 10/9-2021, og seinasti undirvísingardagur er 3/6-2022.

Tað serliga við tí føroyska skeiðnum er, at tey lesandi fara ikki bara at fáa servitan um starvslæruvegleiðing, men skeiðið varpar eisini ljós á akkersfólkaarbeiði. T.e. at skeiðsluttakararnir læra at vegleiða nýútbúnum lærarum eins væl og lesandi, ið koma í starvslæru.

Starvslæruvegleiðing fyri námsfrøðingar
Eisini verður skeið í starvslæruvegleiðing komandi lestrarár fyri námsfrøðingar.

Starvslæran á námsfrøðingaútbúgvingini er sera týdningarmikil fyri tann lesandi og ein týðandi og avgerðandi partur í útbúgvingini.

Starvslæran skal samantvinna ástøðina við praksis, har tann lesandi skal royna seg í verki. Í starvslæruni hevur starvslæruvegleiðarin ein avgerðandi leiklut, tá tað snýr seg um at kunna fyriskipa, vegleiða og eftirmeta starvslæruna. Starvslæruvegleiðarin skal kunna fylgja menningini hjá tí starvslærulesandi og megna at fyrihalda seg til hesa menningina við støði í krøvunum á námsfrøðingaútbúgvingini til starvslæruna og fakliga økinum, arbeiðstilgongdum og mentanini á starvslærustaðnum.

Í mong ár hevur verið eftirspurningur eftir einum skeiði í starvslæruvegleiðing, og Námsvísindadeildin kann nú bjóða tær júst hetta skeiðið. Um tú hevur arbeiðsroyndirnar og áhuga fyri starvslæruvegleiðing, so hevur tú møguleikan at søkja nú.

Tú kanst lesa meiri her: https://www.setur.fo/fo/setrid/tidindi/skeid-fyri-starvslaeruvegleidarar-og-akkersfolk/

Umsóknarfreist fyri bæði skeiðini er 15. august 2021.


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi