Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Fyrsti húsavørður útbúgvin hjá Tórshavnar kommunu

Innanlands | 19/06-2021 14:00

Tann 19. juni 2021 er Heðin R. Joensen útlærdur sum húsavørður. Heðin hevur staðið í læru hjá Ítróttaranlegg og er fyrsti húsavarðarlærlingur, sum er útbúgvin hjá Tórshavnar kommunu.

Hetta er ein ógvuliga breið sørvisútbúgving, sum snýr seg um viðlíkahald av bygningum, att gera ábøtur og umvælingar á bygningar, at sýna og gera tilstandsrapportir av t.d. bygningsskaðum, at gera busjett og at viðgera byggisakir, at hava grundleggjandi vitan um rakstur av hita- og ventilatiónsanleggum, og somuleiðis at hava vitan um el- og vatnleiðingar og installasjón.

Í útbúgvingini læra húsavørðarnir eisini samskifti, samstarv, sálarfrøði og sørvis – og teir læra eisini at vegleiða brúkaran um teirra rættindi og skyldur. Hetta er ein sløk 4 ára útbúgving.

Ein útbúgvin húsavørður hevur haraftrat góðar møguleikar at fara víðari til hægri útbúgvingar innan til dømis byggjarí, design, marknaðarføring, tøkni o.s.fr.

Í Danmark kalla tey húsavørðar fyri “eigindómssørvis-tøkningar”. Hetta eru fólk, sum duga at tað mesta, og sum fólk heita á, nærmast uttan mun til, hvør trupulleikin er.

Fyritøkur standa í bíðirøð eftir dugnaligum húsavørðum – teir umsita røkt av stórum stovnum, teir arbeiða sum pedellar, innan ognarkeyp og -sølu sum eftirlits- og metingarfólk o.s.fr.

Tað eru hópatals ítrótta- og frítíðarfeløg í Tórshavnar kommunu, og uppgávan hjá kommununi er at veita karmar, umstøður og hentleikar til hesi at útinna sítt virksemi.

Eftirspurningurin eftir kørmum og hølisumstøðum til alsamt nýggj áhugamál er stórur. Vaksandi virksemi merkir eisini vaksandi trýst á at veita og at røkja umstøðurnar og hentleikarnar.

Ítróttaranlegg er eitt sera stórt og fjølbroytt arbeiðspláss, sum umsitir tær 8 stóru hallirnar, 6 vallir og allar fimleikarhallirnar.

Hetta eru ómetaliga stór virði fyri kommununa, og tí er alneyðugt, at hesi virði verða væl umsitin og røkt av professionellum fólki.

Dánjal Samuelsen, leiðari í Ítróttaranleggum, og Heðin Mortensen, borgarstjóri, handaðu sveinabræv og gávur í Høllini á Hálsi nú á middegi, har starvsfelagarnir eisini vóru til steðar.


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Putin vil hava Biden og ikki Trump
Undirskot lands­kassans 150 milliónir
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi