Samband
R7 Portal
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Heri Joensen, prestur
Vespureiðrið
Vespureiðrið (163) - 07. des. 2020 - Seinasta sending
EvR
Kelduvaðið 06. des. 2020: Símun Absalonsen "Uppreisnarvónin" - Orðið: "Signaði lívsæli dagur"
Ymiskar sendingar
Samrøða: Hans Marius í Byrgi um Sjógæti
Ymiskar sendingar
Samrøða: Bjarni K. Petersen og Aksel K. Berg um royking
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Ymiskar sendingar
Heilsusendingin Puls (11) - 04. des. 2020
Lýsing
Lýsing

Starvsdagar í Lava- og Luddalon

Innanlands | 19/06-2021 19:36

Hósdagin var samkoma í Lava- og Luddalon á Tjarnargarði, har ikki færri enn 14 starvsfólk hátíðarhildu starvsdagar – tvær teirra hava verið í tænastuni í meira enn 35 ár, hinar millum 10 og 20 ár.

Borgarstjórin segði, at tað er altíð hugaligt at koma á stovnsvitjan, tá høvið er, at vit hátíðarhalda trúgv starvsfólk, sum hava trivist leingi og væl í starvinum.

- Tað er so ótrúliga lívsjáttandi at uppliva starvfólk, sum gjøgnum fjølbroyttar arbeiðsuppgávur hava møtt nógvum avbjóðingum gjøgnum eitt langt arbeiðslív, sum kortini stórtrívast á arbeiðsplássinum.

- Fyri okkum, sum eftir besta førimuni starvast við at stjórna og umsita okkara deiliga høvuðsstað, er onki, sum frøir okkum meira enn trúføst starvsfólk. Starvsfólk, sum arbeiða leingi í sama stað, starvsfólk, sum vita alt og sum duga alt.

- So kann ein spyrja, um til dømis 10 ár er ein long starvstíð í sama stað. Jú, tað er tað, tí kappingin um góð starvsfólk er sera hørð og tilboðini í dag eru mong, og fólk flyta regluliga úr starvi í annað starv. Og vit mugu staðfesta, at 10 ár í hørðum umsorganararbeiði kann tykjast væl longri, enn 10 ár á eini skrivstovu.

- Í dag hátíðarhalda vit ein stóran hóp av starvsfólkum. Vit fara fyrst at nevna tær, sum hava verið í minst 10 ár.

Tær eru:

Mariane Haraldsen, tann altíð smílandi heilsurøktarin, sum hevur arbeitt nógv ár á økinum, er sera dugnalig og dugur væl at hugna um okkara búfólk – hon hevur verið her í 11 ár.

Olga Klementsen, sum altíð hevur ordan á sínum tingum, er sera grundig og altíð at líta á – hon heur verið í 12 ár.

Malan Thomsen, okkara raski Hvalbingur, hon starvaðist nógv ár á B8 og valdi so eldraøkið, sum vit eru sera glað fyri, hon bíleggur eisini, tá tað mangla vørur í depotinum. Hon hevur verið í 12 ár.

Elkin Hammer, sum dugir sítt arbeiði sera væl, hon er altið klár at hjálpa øðrum og arbeiðir skjott og væl – hon hevur verið í 10 ár.

Ragnhild Rasmussen hevur arbeitt sum fast náttarvakt, men tekur gjarna eina hond í um tað stendur á – hon hevur verið í 10 ár.

Ragnhild Rubeksen, raski sjúkrarøktarfrøðingurin, tað sigst, at har liggur einki eftir, tá hon er her, alt sum hon ger er til ug. Hon ger skema og mannagongdir akkkurát sum einki og er væl dámd millum starvs- og búfólk – hon hevur eisini verið í 10 ár

Marjun Hentze hevur vaskað her í 10 ár og hetta ger hon til fulnar, her er altið reint og pent, í seinastuni hevur hon hjálpt nógv til í køkinum.

Inga Hansen hevur somuleiðis vaskað her í 10 ár, hon er kend fyri at vera fitt og glað og hartarbeiðandi

Lív K. Askham er ein sera dugnaligur heilsurøktari. Røkin og umsorganarfull. Er altíð klár til aktivitetir á dagtilhaldinum og borgarin kennir seg tryggan við henni.  Lív dugir væl at nýta sína vitan, eisini tað hon hevur nomið sær uttan fyri sítt fak og sæst hetta aftur í arbeiðinum – hon hevur verið í 11 ár.

So er tað Sóley Nattestad, ið ein sera dugnaligur heilsuhjálpari við nógvum royndum innan eldraøkið. Hon er væl dámd á sínum arbeiðsplássið, bæði av húsfólkum og av starvsfelagum. Sóley er jalig, røkin og fleksibul og sær hon loysnir heldur enn trupulleikar. Hon loysir uppgávur á ein kreativan hátt. Hon hevur verið í 15 ár.

Maria Rønning Hansen hevur starvast hjá heimarøktini úti í Nólsoy, áðrenn hon kom her at arbeiða á vaskarínum og haraftrat tekur hon vaktir í røktini. Maria hevur verið í 17 ár.

Jensina av Húsabrúgv er ein tryggur stuðul, veit hvar alt er og hevur gott kontrol yvir húsið. Hon er altið klár, tá á stendur at hjálpa við vaktum, hon hevur arbeitt í meira enn 20 ár á eldraøkinum.

---

Og so eru tað tær báðar, Annebeth og Lona:

Annebeth Krog hevur starvast innan eldraøkið í yvir 35 ár, ein dugnalig sandsdama, sum altið er klár við sínum góða lagi og altið er klár at hjálpa og at syngja við búfólkunum í húsinum.

Lona Poulsen hevur starvast í 35 ár, Lona er dugnalig, røsk og altið klár at geva eina eyka hond, tá á stendur. Fitta og bliða lyndið ger, at hon er altið klár at læra nýggj fólk upp við allari sína vitan gjøgnum hesi ár. Lona hevur eisini mangan skipað fyri at fáa føroyskan dans inn á Tjarnargarð.

---

- Tað kann aldri yvirmetast, hvussu stóran týdning tað hevur at hava so trúgv starvsfólk. Fyri okkum í Tórshavnar kommunu hava trúføst starvsfólk sera stóran týdning, tí tey eru okkara barometur í sambandi við trivnaðin á arbeiðsplássunum.

- Tað hevur samstundis stóran týdning at hava starvsfólk, sum hava drúgvar royndir. Starvsfólk, sum hava havt ymsar og fjølbroyttar arbeiðsuppgávur, og hava møtt nógvum avbjóðingum gjøgnum eitt langt arbeiðslív.

- Eg fari at takka tykkum øllum somlum hjartaliga fyri tykkara stóra íkast og tykkara drúgvu tænastu - fólk við tílíkum innliti og slíkum royndum hanga altso ikki á trøunum. Tí vóna vit, at tit framhaldandi trívast í starvinum og verða verandi í tænastuni, segði borgarstjórin at enda.


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Drotningin fekk gávu frá Nes kommunu
"Kongelige hofleverandører"
Uppskot um fiskaplássið á Løghamri
Ólavsøkukabarettin 2021
Er tað soleiðis fólkaræði sær út?
Myndarøð frá drotningavitjan­ini á Strondum
Fronsk lesandi á Havstovuni
Grøn orka til upphiting í Eystur­kommunu
Nú steðgar náttarkoyringin við gróti av Gomlurætt
Vitarenning við Toftavatn mánadagin 2. august
Sjálvtøkan á Strondum verður sløkt 16. august
Røðan, ið borgar­stjó­rin helt fyri drotningini
Skráin hjá IKTUS Sjónvarp, sunnudag 18. juli 2021
Leon Borum Hansson útlærdur handverkari
Tøkk fyri dyggan stuðul undir vitjan Margrethu drotning í Havn
Vænta at fáa undirtøku fyri frívikuni
Nýtt farmaflog­felag ávegis.
Aron Djurhuus Jacobsen heiðraður í Móttøku­húsinum
Nýggja ljósskipanin tænir ikki borgarunum
Sigurd fekk upprunakort frá borgar­stjóra­num !
Borgar­stjó­rin í Eystur­kommunu vitjað føroysku sendistovuna í Bruxelles
Leiðari fyri frítíðarundirvísing­ina settur
Tjóðraði pallurin
Kommunuskrivstovan stongd vegna summarfrí
Samband
R7 Portal
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Heri Joensen, prestur
Vespureiðrið
Vespureiðrið (163) - 07. des. 2020 - Seinasta sending
EvR
Kelduvaðið 06. des. 2020: Símun Absalonsen "Uppreisnarvónin" - Orðið: "Signaði lívsæli dagur"
Ymiskar sendingar
Samrøða: Hans Marius í Byrgi um Sjógæti
Ymiskar sendingar
Samrøða: Bjarni K. Petersen og Aksel K. Berg um royking
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Ymiskar sendingar
Heilsusendingin Puls (11) - 04. des. 2020
Nýggjastu tíðindi