Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Nema og Trygd gera avtalu um burðardygga burturbeining av skaddum el-tólum

Innanlands | 21/06-2021 14:54

Trygd hevur gjørt avtalu við Nema um trygga og burðardygga burturbeining av skaddum el-tólum, sum viðskiftafólk lata inn í sambandi við tryggingarskaða. Allar dátur á tólinum verða strikaðar á tryggan hátt. Tólið verður síðani burturbeint ella endurnýtt eftir burðardyggum leisti. Harafturat verður virðið á skadda tólinum sett í stuðulsgrunn, ið hevur til endamáls at stuðla umhvørvisátøkum í Føroyum.

Vanligt er, at skaddir lutir verða latnir inn til Trygd, og viðskiftafólkið fær endurgjald fyri skadda lutin. Við hesum fáa virknar eindir nýtt lív, og virkisførir lutir verða endurnýttir ígjøgnum Nema Endurkeyp tænastuna. Brúkiligar rávørur og ráevni verða sáldað frá og endurnýtt, og tað, sum ikki kann endurnýtast, verður skilt sundur og burturbeint á rættan hátt.

- Í Trygd leggja vit okkum eftir at gerast ein alsamt burðardyggari fyritøka, og tí eru vit fegin um samstarvið við Nema, ið ger tað møguligt hjá okkara kundum at lata skaddar el-lutir inn til endurnýtslu ella trygga burturbeining. Umframt at gagna umhvørvinum fer tað nú at verða lættari hjá kundunum, ið kunnu fara beinleiðis til Nema við skadda lutinum og samstundis fáa upplýsingar um tryggingarendurgjaldið frá Trygd á staðnum, sigur Brian Smedemark, stjóri í Trygd.

Við hesum samstarvinum verður lættari hjá fólki at avgreiða tryggingarmál um skaddar el-lutir. Tryggingartakarin boðar Trygd frá skaðanum og letur lutin inn hjá Nema, sum metir um skaðan og møguligt endurgjald fyri skadda tólið. Harafturat kann ein kenna seg tryggan við, at allar dátur á tryggan hátt verða strikaðar av tólinum eftir altjóða góðkendum mannagongdum.

Virðið á skadda tólinum sett í stuðulsgrunn
Samstarvið fevnir um skaddar farteldur, fartelefonir, teldlar og snildur. Hetta verður gjørt við tænastuni Nema Endurkeyp, har fólk kunnu lata gomul ella brúkt el-tól inn, so tey verða burturbeind ella endurnýtt á burðardyggan hátt. Tólið verður virðismett, og eigarin fær eitt gávukort í býti, tí hóast tólið er óvirkið, hevur tað eitt virði. Nema hevur samstarvsavtalu við altjóða veitara um at taka ímóti lutum og endurnýta teir, har tað ber til.

Allir pengar, sum koma inn fyri skaddar lutir frá Trygd, verða settir í Endurkeyp Gávuna. Endurkeyp Gávan er stuðulsgrunnur hjá Nema, ið hevur til endamáls at stuðla átøkum, ið gera eitt miðvíst arbeiði fyri umhvørvið í Føroyum. Eina ferð um árið verður stuðul úr Endurkeyp Gávuni latin til einstakling, áhugabólk ella felagsskap, sum hevur gjørt eitt miðvíst arbeiði fyri umhvørvið í Føroyum.

- Vit fegnast um samstarvið við Trygd, sigur Gudny Langgaard, stjóri í Nema. Elektroniskt burturkast er ein alsamt vaksandi altjóða trupulleiki, nú tøknin mennist so skjótt, at livitíðin hjá teldum, telefonum og tílíkum bara er fá ár. Sum ein av Føroya størstu KT- og elektronikkveitarum kenna vit tað sum okkara ábyrgd at virka fyri, at slíkir lutir verða endurnýttir ella burturbeindir á rættan hátt.


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi