Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

At lokum kom hann með øllum niður á jørðina

Innanlands | 04/07-2021 18:00

Runavíkar Kommuna: Jóansøkurøða borgarstjórans á Leynasandi.

Ljóðið dragnar so líðandi úr bestikkinum, føroyska útvarpsrøddin fjarar burtur. Vit nærkast Hvarvinum, og tá svitaðist tað ikki, at útvarpsvertirnir á millumbylgjuni 531 kHz, gingu inn í eina ørkemlandi ljóðmynd, har hvør stríddist ímóti hvørjum frá mongum radiostøðum úr ymsu heraðshornum heimsins. Vit, sum eru vaksin upp við, at útvarpslurtið var eitt at kalla heilagt altar í køki ella stovu, harmaðust sjálvsagt. Útvarp Føroya hoyrdist ikki undir Vesturgrønlandi, kanska onkra hissini løtu eina heystarnátt á norðaru leiðunum, og hevði tú harumframt verið sum húsfólk á Bryggjubakka, sum smádrongur - 98 ára gamla mostir mín var gift sálaða útvarpsstjóranum, Niels Juel Arge - so stakk public service rásin langt inn frá húðini.
 
Ein av røddunum, sum hoyrdist longri enn tær flestu, átti ein hóvligur, róligur og musikalskur kvívíkingur, Ívar, sum vit fylgdu úr Vesturkirkjuni út um gravarmúlan í gjár. Har vóru nógvar góðar røddir í útvarpinum, men smørtónin úr Norðstreymoy bar av øllum. Ívar í Kollinum gjørdist hvørsmansogn, og fylti føroysk heim við sínum framúr góða bygdarmáli í áratíggju. Eitt natúrtalent. Tá eg hoyri rødd hansara endursenda, kemur mær altíð til hugs hetta økið, har hann var so hendinga væl kálvføddur í máli og mentan. Nú er hann farin, einfalda miðlaverðin ein onnur, rásirnar víðkaðar í tali, men harfyri man tærið vera lítið frægari í umhugsni, dygd og dýpd. Tí var tað hóskandi, at Uni prestur brúkti Jóhannes sum grundstøði undir jarðarferðartaluni: “Í fyrstuni var orðið, og orðið var hjá Guði, og orðið var Guð.”
 
Jóansøka var í gjár, og í henni býr hátíð. Upprunin er føðingardagur Jóhannes doyparans. Hann var systkinabarn Jesusar og eitt hálvt ár eldri enn skyldmaður hansara, sambært Lukasi. Harvið var hann føddur hin 24. juni. Jóhannes doyparin var harðbalin. Át hunang frá villini býflugum og var ílatin klæði av grovari kamelull, ið geva holdinum ringan skriða. Hann talaði harðliga at hyklarum og tvískinningum og óryggiligum levnaði. Uttan mun til, hvørji fólkini vóru, ið fingu skoluna. Profetur og heilagur maður. Minningardagar hjá halgimennum eru vanliga deyðsdagar teirra, men hjá Jóhannesi doyparanum er tað føðingardagurin, hann var sambært frásøgn heilagur longu í móðurlívi.
 
Seinri hevur jóansøkan fingið aðrar dimensiónir lagdar afturat sær. Kynd vera bál, eitt nú á Leynasandi, og tvørámenn halda eina av klassisku stevnunum í býnum í hesum døgum. Hetta er ljósa tíðin á árinum, sinnið er lætt, alskyns ljóð hoyrast frá kátum livandi verum millum hús, í haga og á floti. Man kennir seg aftur í orðunum hjá sandavágsmanninum Jens Paula: Markleys breiðist nú fyri tær fold.
 
Soleiðis hevur samfelagsstøðan eisini kenst í rúma tíð. Síðan fíggjarkreppuna, ið endaði sum ein búskaparkreppa, fyri 10-12 árum síðani, hevur materiella flogið verið lætt, veingirnir spentir út, tað hevur at kalla ongantíð hakað í, tyngdarmegin tóktist hava mist takið á strembanini eftir meiri materiu og vælferð, sjálvt tær bíbilsku 7´ára terminirnar vóru settar út av spælinum, men einaferð fara vit helst at møta veruleikanum aftur. Vit hava verið í undangongu við lágari rentu, lágum oljuprísum, trivaligum nøgdum av uppsjóvarfiski, 0-arbeiðsloysi, eini byggivinnu í 6. geari, alivinnu við fáum hóttaføllum, ja, tað hevur verið lítið at sæð til svartar ravnar í lofthavinum hesi seinastu 10 árini. Uppgongd, framgongd, viðgongd. Neyðugt hevur ikki verið at andøva, at leggja hana undan ella at fara undir land at kroka.
 
Nú hómast kortini onkur ravnurin í farvatninum. Undangongan er steðgað, tað fossar ikki inn í almennar og kommunalar kassar longur, tað dragnar heldur. Kommunali vinnuskatturin er eisini í fríum falli. Bara tey mest bláoygdu munnu nú halda, at gongdin hesi seinastu árini fer at standa við, at trøini hóast alt kunnu vaksa inn í Himmalin. Tá ræður um at seta tering eftir nering.
 
Apropos ravnurin, so er tann fuglurin lítið umhildin, og tað sigst, at hann er farin at fjølgast aftur um okkara leiðir, meðan nyttufuglurin er í stórari minking. Í skaldskapi verður hann ofta ótýdliga lýstur, lítil javnbjóðis Dýrinum í Opinberingini kortini, men somikið av einum skaðafugli, at tey flestu ynskja hann foyktan burtur.
 
Soleiðis hevur ikki altíð verið. Ravnarnir Hugin og Munin mannaðu fregnartænastuna hjá Óðini, fóru á flog árla á morgni og sprænfullir av nýfrættum lendu teir aftur um kvøldið, - soleiðis kundi hesin gamli norrøni guðurin peila av og stjórna sínum alheimi. Hann hevði tó eina tvífalda agendu, tá hann samstundis var deyðsfuglur hansara. Hin gitni Apollon revsaði ravnin, hann gjørdi hvítu veingir hansara svartar. Í fyrru Kongabókini fær hann kortini eitt rímiligari skoðsmál. Eftir at Elia samsvarandi boðum Harrans var farin eystur um Jordan at krógva seg við ánna Krit, komu ravnarnir hvønn morgun til hansara við breyði, og til náttverða fekk hann kjøt frá teimum, samstundis sum hann leskaði sær tunguna úr ánni, - seinri turkaðist hon tó upp og varð soleiðis atvoldin til, at hann aftur mátti flyta.
 
Nógv vatn er runnið oman líðurnar síðan Elia flutti og fór við sínum pjøkum til Sáreptu við Zidon. Heimildarmaðurin hjá Viderø presti, Hanus í Kollinum, sigur frá ferðini, tá Jóhan bóndi við Sjógv og pápi hansara hittust. Jóhan hevði meira ella minni slept tí jarðiska lívinum, hann vildi eittans hoyra tal um himinin, ímeðan Tummas tosaði um útróður, velting og seyð. Teir tosaðu líkasum framvið hvørjum øðrum. Tummas segði honum tó, at nú var tímin ein annar enn á spámanna døgum, nú bóru ravnarnir ikki monnum føðina longur. Háflogið sigst seinri vera farið av Jóhan bónda aftur, ella sum sagt verður: "At lokum kom hann með øllum niður á jørðina - -" Læran av hesum er, at onki kemur av ongum, at tað ræður um at líta út so víðan, og ikki minst, at tað ræður um finna javnvágirnar ímillum ymsu høpi menniskjans, ið gera trivnaðin sum frægastan á øllum mótum. Meginkravið er, at øll leggja sum mest av sínum førleikum og ymsu kapitalum í samrakstrarmáttin – bráðpannuna – ið er til frama fyri tað sum er og tað sum koma skal.
 
Ongin orsøk er til stúran, um vit øll leggja okkara góða lut í samfelagið, men tíðin í væntu verður strævnari enn hon, ið nú er farin framvið okkum. Vantandi strandalandaavtalur, korona, lakari bygging, hægri oljuprísur og nú Joe Biden hevur sett stimin upp á seðlapressuni, kann avleiðingin í ringasta føri vera inflatión og hægri renta. Tá kemur trýst á ketilin. Vit hava arbeitt sum um hvør dagur var hin seinasti, og at vit fóru at vera í jarðarlívinum í allar ævir. Øvuta leiðin er helst hin rættara: ”Arbeið sum um tú fert at liva í allar ævir - og liva sum um hvør dagur er hin seinasti.”
 
Vit, sum varða av kommununum síggja, at ferðin er tikin av samfelagsmotorinum. Í ár eru júst 150 ár síðan Parísarkommunan var uppi á døgum, henni var stutt lív lagað, hóast hon fekk stóra ávirkan á tankagóðsið kring um heimin. Við skynsemi megna vit eisini eina minkandi ferð, men tað ræður um at standa á báðum beinum, tá okkurt brotið fer at skúra framvið okkum, og vit lenda aftur.
 
Nú, eg akandi fram ígjøgnum dalin, hinumegin fjallið, sá niðan á teir, í hesum døgum so aktuellu kuplarnar á Sornfelli, ber ikki til at lata vera við at hugsa um stríðið, sum stendur um hvørjum palli tjóð okkara skal standa á í heimshøpi. Onkur tvíheldur um status quo undir donskum heimastýri, og annar, at hetta ikki endar fyrrenn føroyski nationalstaturin er skipaður. Øll hava rætt sambært sínari sannføring. Men tjóðarmenningin, laðingin, nú tosi eg ikki um politiskar flokkar, er ein djúphavsstreymur, sum vit ikki røkka, hann ferðast um hjørtu og heilar okkara, ein resistent basilla so gomul, at ongin avlívar hana. Men hon gongur líkasum í tveimum fylkingum, á tveimum rásum, fláum, hini politisku og hini andsbornu mentanarligu.
 
Í hesum viðfanginum kom mær til hugs avrit av brævi - ársett í Kvívík í 1947. Grækaris Madsen eggjar íðin hinum unga kirkjubømanninum, Erlendi Patursson, til at taka tjóðskaparstafettina upp eftir faðir sín, sum var deyður árið fyri. Tað ráddi um, at kyndilin ikki slóknaði eftir allan hin politiska turbulensin við lok stríðsáranna. Umframt so mangt annað sigur hann:
 
Hvat snildir hava smildrað, hvat bronglað hava brøgd,
tað vinnist illa aftur, men verður megin løgd,
til teir at endurnýggja ta gomlu norsku rót,
for kilargerð so stendst tá øllum Føroyingum til bót.
 
Og Grækaris hevur ikki stórt meiri álit á grýnseljarunum á Føroya løgtingi, heldur enn Tróndur á Malarenda. Sum hann sigur í brævinum: "Nú klakti tingið - og sum vituligt var tað basiliskur." Ævintýrdýrið við krýndum hanahøvdi og ormskroppi. Umboðandi hitt ónda. Staðfestast kann, at samstundis sum vit stríðast um alt tað, sum øll onnur fólkasløg stríðast um, so brúka vit harumframt alt ov nógva orku til hetta, at finna okkara sjálvsøgdu ódn í heimssamfelagnum. Í 2011 hevði eg í nakrar vikur mína dagligu gongd í høvuðssæti Sameindu Tjóða í New York, og tað kendist eyðmýkjandi hvønn morgun at koma omaneftir 1st Avenue, har vantaði ein flaggstong, har vantaði Merkið. Respekteri støðuna hjá teimum sum hugsa øðrvísi, men accepteri ikki, at tjóðarsúmbol okkara ikki sleppur at veittra har sum vindarnar blása í verøld.
 
Kvívíkingar og fólkið í bygdunum her umleiðir hava ikki verið mýrivengur í hesum stríði, hóast hóttafall og óbótalig nos hava rakt bygdirnar. Her hevur verið ein uppdrift, sum hevur sæst aftur á landsins mótum. Fyri ikki at siga á tjóðarinnar menta- og vinnumótum. Bøndur, kennarar, arbeiðsmenn, grótlaðarar, húsasmiðir, læknar, sjúkrasystrar, fiskimenn, reiðarar, mentamenn í skrift og talu, útvarpsmenn, skiparar, maskinmeistarar, akademikarar av alskyns slagi, vinnumenn, politikarar, handilsmenn, prestar. Partar úr rúgvuni, og hvaðani kom hetta alt?
 
Vælsaktans úr yvirskotsorkuni sum vildi tjóðarbyggingina. Sum ynskti at tryggja trygga støðufesti í oyggjum okkara áhaldandi.
 
Tað tykist sum hevur t.d. Kvívík á mangan hátt ligið í broddi fylkingar. Ymsar eru meiningarnar um orsøkina, men fleiri halda, at prestasætið á Kirkuteigi hevur verið ein snúningsásin. Hái andin, sum vell undan tempulgáttini út í bygdina, gjørdi mun. Never mind er bygdin gomul, hevur verið høvdingasetur, helst heilt frá landnámi, hevur ligið væl í mun til fenaða á landi og til útróðurs, men bókmentaljósið av Kirkjuteigi hevur onkursvegna kveikt og lynt undir andan og mentanina. Pastorala liðið, sum hevur mannað sætið, hevur átt í sær víðfevndari dygd enn flestustaðni. Soleiðis tykist tað í øllum førum. Maðurin, sum gav okkum  etymologiska stavsetingarháttin, har vit fara aftur til frummálið, heldur enn at skriva málið soleiðis, sum tað verður framborið, helt til her. V. U. Hammershaimb. Hann mundi vera Jóan Peturi uppi í Trøð hin stóri kveikjari. Manninum sum gav okkum sangirnar, Brúðarvísuna og Vaagen. Sagt verður, at tað sum kortini kveikti hann mest av øllum, var eina ferðin hann sum skipsmaður var farin til guðstænastu í Íslandi. Har hoyrdi hann íslendskan prest prædika á íslendskum, alt ímeðan føroyskir prestar royndu at transformera kristnu læruna inn í sínar teknar við danskari tungu. Tá hvakk hann, og gjørdist tjóðskaparmaður burturav.
 
Í afturhvarvi kunnu meinaleysar gerandissøgur gerast skemtiligt dagdvøljuítriv at røða um. Viderø skrivar soleiðis: "Flestra manna lív er rit í moldum, sigur skáldið, men nú er minnisvarði reistur yvir Jóan Petur uppi í Trøð, sum Kvívíkingar hildu lítið um. Eitt sinn sagdi Jens í Trøðini við Óla djákn, sum hann var vanur at ganga inn til: "Bíð bara, tað skal eg siga tær, tá ið vit báðir eru farnir undir grønu torvu og gloymdir, tá verður minnisvarði reistur yvir Jóan Peturi!" Tá svarði Óli djáknur: "Nei, svá langt av leið fer hesin heimur aldri, at hesin letingin, ið ikki hevur gjørt eitt einasta nytsemdarverk, skal fáa minnisvarða." – Tann dagin minnisvarðin varð reistur, sagdi Jens hetta fyrir Sverra í Kirkjubø, sum nevndi tað í røðu síni. – Satt er tí orðtakið, at maður spáar, men Guð mun ráða. Vegir hans eru ikki vegir várir. Margir av teim, sum vær setum hátt, verða av Guði settir lágt, og margir, sum vær settum lágt, verða av honum settir hátt - -"
 
Havi kortini eina kenslu av, at vit í mun til hetta, eru á ferð í einum tjóðskaparligum aldudali. Individualisman, har hvør bara sætar sær, og ein ovurgearað materialisma hava onkursvegna tikið hvørkratak um tjóðarbyggingina. Øðin eftir at gerast partur av materiellu fossamegini, eitt nú úr tilfeinginum, sum svimur í føroyska spísikamarinum - ella vindi okkara alra, kámar líkasum fyri teimum basalu virðunum tjóðin stendur á. Málsliga líkasælan tekur yvirhond, vit hoyra og síggja tað í miðlum okkara, vørpini hurra mangan bara sum danskar jukeboxir. Okkum tørvar helst eina nýggja tjóðskaparstevnu, sum tekur støði í okkara egna jørðildi, og sum leggur eina greiða leið fram í ókomna tíð, annars býðst ikki í bøtur. Annars koma vit ikki uppá aldukambin aftur. Og hann ið onga kós hevur, fær ikki undanvind á nakrari ætt.
 
Dagurin er ikki til politiskt kjak, harfyri doyr politiska kjakið ikki, og tó at hugsaninar eru divergerandi, bæði um eitt annað, so má virðingin ímillum partar og hugsjónir ongantíð dvína, tí bara dialogurin kann lyfta okkum uppeftir. Sigurð Joensen og Hanus í Kollinum vóru báðir tingmenn fyri Norðstreymoyar valdømi, ymiskir á máli, í vavi og outfitti, sum tey flestu vita, men mín gamli sjórættarkennari Sigurð plagdi siga, at hann og Hanus altíð vóru makkarar, táið teir í fríløtum tóku ein sjavs uppi á tinghúsloftinum. Teir vóru vinmenn. Soleiðis bera bara bæriligir menn seg at.
 
So hóskandi kundi verið at tikið fram hetta brotið úr Saga Kvívíkar: "Hjá teim gomlu var vinnan heilag. Hon var gjørd fyrir Guði. At sita fyrir einki var synd, tað var at stjala Harrans dagar. Tað var hlegið at føður, sum ein miðvikumorgun kom inn í annað hús og teskaði inni í oyrað á manni, sum har sat og las lestur: "Fliðurnar eru loyptar." Hin lagdi tá bókina frá sær og beyðst at fara til útróðrar. Har var eingin svelgur í millum; lestur og útróður var alt fyrir Harranum - -"
 
Í Leynum har er trongligt,
á sandinum er tætt,
tó ei av grindahvalum,
men av Føroya ungu ætt.
 
Soleiðis syngur Robert Mc Birnie í sanginum Frítíðarparadísið. Eg havi  ikki verið hvønndagsgestur á Leynasandi, men heiðurin eru mínu megin, nú eg var boðin norður higar.
 
Nú enda vit har sum vit byrjaðu. Í Kollinum. Legendan Bob Dylan tók soleiðis til, táið Roy Orbison doyði: ”Handan unikka røddin kemur ongantíð aftur.” Sigi tað sama, nú Ívar Iversen fór í annað ljós at vera: ”Handan sjáldsama góða røddin kemur ongantíð aftur.”
 
Tíverri.
 


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi