Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Tey í Team Rynkeby fara avstað í kvøld

Ítrottur | 08/07-2021 21:23

Øll í Team Rynkeby Føroyum fara í kvøld av landinum at súkkla. Borgarstjórin, Heðin Mortensen, helt eina vælkomurøðu á Perlutorginum áðrenn fráferð.

Góðu súkklarar! Góðu tit øll!

            “Viljin er sterkasta svørðið,

            bítur á harðasta stál.

            Vónin er bjartasti brandur,

            lýsir tær veg fram á mál.”

Hesi vøkru sannleiksorð yrkti Martin Joensen í sanginum “Morgun”.

Ein sangur, hann skrivaði til sín nýfødda son, men eisini ein sangur, vit í fluttum týdningi kunnu hava í huga, nú Team Rynkeby enn einaferð fer væl mannað á tvíhjúlaða uttanlandsferð.

Sanniliga krevur tað sín vilja at fara slíka ferð, tí aftanfyri liggja hundraðtals venjingartímar, ið ikki høvdu latið seg gjørt uttan tykkara stálfasta vilja.

Og eingin fer við Team Rynkeby bara fyri súkklingina skyld, men tí okkurt djúpri liggur aftanfyri.

Tit hava hvør í sínum lagi eina søgu ella onkra lívsroynd, ið hevur fingið tykkum at taka við hesi heilt serligu avbjóðingini, ein hundrað og túsundtals kilometra langur súkkutúrur er.

Hvør einasti av tykkum verður drivin av eini góðari vón, ið lýsir framman fyri tykkum, so tit bæði í bókstaviligum og fluttum týdningi tráða eftir at koma á mál.

Henda súkklutúrin eru tit byrjað í dag, og nú Havnin er fyribils endastøð fyri tykkara fyrsta degi, vilja vit bera tykkum bestu kvøður um eina góða og væl eydnaða ferð.

Vit ynskja fyri tykkum, at tit sleppa undan punkteringum og óhappum, regni og mótvindi og øllum tí, sum annars kann darva á leiðini.
_ _ _

Síðani 2014 hava føroyingar havt sítt egna Team Rynkeby á longu súkkluferðini til París, men hóast korona enn órógvar, so illa ber til at fara allan vegin til París, kann minni eisini gera tað.

Tí er tað, at vit nú veittra tykkum farvæl og ynskja tykkum góða ferð við Norrönu í kvøld, nú tit fara til Danmarkar at súkkla í eina viku.

Brekkurnar verða nokk ikki tær somu, men endamál tykkara við ferðini er gott og savnandi, so tí eru vit vís í, at nógv gott fer at koma burturúr – bæði sum uppliving hjá tykkum og sum ein góður ágóði til børn í krabbameinshøpi.

Hetta er vælgerðararbeiði, tá ið tað er best, tí eingin kann finna eina umbering fyri ikki at vilja tykkara góða endamáli væl, og tí kann eg vegna okkum øll siga av hjarta: Góða ferð!

Eg veit, at tit í Team Rynkeby Føroyar eru væl fyrireikað og hartil eisini væl fyri, nú vant hevur verið dúgliga, og tit skulu bara vita, at vit stuðla tykkum allan vegin!

Og so haldi eg, at vit skulu rópa eitt trífalt hurrá fyri súkklarunum…

Heðin Mortensen
borgarstjóri

Fleiri myndir síggjast á facebook


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi