Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Í kjalarvørrinum á Thunder

Tíðindaskriv | 15/07-2021 15:22

Bókin “Í kjalarvørrinum á Thunder” er umseting av norsku bókini “Jakten på Thunder” eftir Ketil Sæter og Eskil Engdal, sum kom út í 2017. 

Bókin sum er skjalfest krimisøga er úrslit av grópandi journalistikki hjá norsku tíðindamonnunum, ið hava ferðast kring heimin og gjørt samrøður við fólk, ið onkursvegna vóru partur av ránsveiðuni eftir patagoniskum tannfiski í altjóða sjógvi í Suðuríshavinum við Antarktis.

Tær flestu samrøðurnar eru sjálvsagt við tey sum jagstraðu veiðutjóvarnar, tí eitt fátal av teimum, ið luttóku í fiskiskapinum, tordu ikki, ella vildu ikki, úttala seg um nakað sum helst.

Høvuðsleiklutin í bókini hevur Thunder, ein fyrrverandi føroyskur trolari, sum varð umbygdur at fiska við gørnum. Talan er um sørvágstrolaran Vesturvón, sum varð latin eigarunum í 1969, hann varð seldur úr Føroyum í 1986.

Í bókini “Vesturvón – tí tað skal vera ein vón fyri vestan” er partur av hesi bók umsettur og tikin við. Men bókin “Í kjalarvørrinum á Thunder” er nógv rúgvismiklari enn bara Thunder, tí hon telur knappar 400 síður, har fleiri ránsveiðiskip vera tikin fram og viðgjørd. Leitað verður eftir eigarunum á ránsveiðiflotanum, og flestu, fyri ikki at siga allir pílar peika ímóti landspartinum Galicia í Spania, har størsta mafian ikki er innan rúsevnasmugling, men innan fiskivinnu, millum annað í ránsveiðuni eftir patagoniskum tannfiski. Fiskiveiðumafian verður rópt “La Mafia Gallega”. 

Tað vórðu nógvir faktorar, sum gjørdu at ránsveiðan eftir tannfiski varð steðgað, men høvuðsleiklutin í stríðnum at basa veiðutjóvunum áttu myndugleikarnir í Noregi, Australia, New Zeelandi og USA. Umframt hesi lond, vóru eisini fleiri felagsskapir áhugaðir í at steðga hesi eyðræning av fiskiríkidøminum í Suðuríshavinum, tey mest umtalaðu í bókini eru altjóða løgreglusamtaki Interpol, spanska løgreglan Guardia Civil og umhvørvisfelagsskapurin Sea Shepherd.

Tá komið er út í 2018 eru tey flestu ránsveiðiskipini avrættað á ymiskan hátt. At enda koma dómsúrskurðarnir fyri ránsveiðuna, bæði yvirmenn á skipunum og reiðarar fáa risabøtur.


Soleiðis skrivaðu norsku fjølmiðlarnir um bókina í 2017:

- Eitt tað týdningarmesta íkastið til norskar heimildarbókmentir í 2017. (VG)
- Ein djúp spenningssøga frá einum kaldblóðigum veruleika. (Dagbladet)
- Teir garvaðu tíðindamenninir Eskil Engdal og Kjetil Sæter nýta spenningssøgurnar skap og mál, tá teir bera fram søguna um dystin móti duldarfullu ránsveiðimonnunum ... “Jakten på Thunder” er ein fullkomin blaðmannafrásøgn ... ein blandingur av spennandi skaldsøgu við bókmentarligari ávirkingarmegi og eini ferðafrásøgn av tí góða gamla slagnum. (Dagbladet)
- At fáa sjóverk av eini bók er at yvirdríva. Men tað kitlar í búkininum, eftir at hava lisið nakrar fáar síður. (Effekt)

Bókin kann bíðleggjast hjá Bókamiðsøluni og er at fáa í bókabúðunum kring landi

Umbróting og prenting: Føroyaprent

Jan Erik Simonsen týddi

Forlagið á Merkrunum í Sandavági gevur bókina út.


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi