Nýtt átak um blómurnar á bønum á Skála
Grøna økið aftanfyri Varðan á Skála er við í einum nýggjum átaki um blómurnar á bønum.
Ætlanin er sláa bøin eina ferð seint um summari ella tíðliga í heyst, so at føroysku blómurnar fáa loyvi at standa í frið í summar. Hetta ger, at blómurnar fáa sett búnað fræ, soleiðis at tær fáa breitt seg og fleiri blómur spíra árið eftir.
Hetta verður til gleði fyri okkum og ikki minst fyri blómuflugurnar, firvaldar o.a djóralív, sum livir av og saman við teimum ymisku urtunum. Við hesum fara vit aftur til tað, sum líkist tí, vit kenna frá hoygging.
Endamálið við hesum átaki er at skapa áhuga fyri føroysku blómunum, sum vaksa í júst hesum slagi av náttúru, sum bøurin er og var fyrr í tíðini, áðrenn taðing við kunstøðum og sproyting móti ókrúti.
Vit ynskja, at vaksin, børn og okkara framtíðar ættarlið koma at kenna okkara blómuteigar betur. Vit bjóða tí øllum at koma á øki og finna plantur. Lati tó blómurnar standa, tí so sleppa tær at seta fræ og so koma fleiri ári eftir.
Prei: Við iNaturalist appini á fartelefonini ber til at eyðkenna blómur og kyktir.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











