Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Koppseting kann bjarga ólavsøkuni

Heilsa, Tíðindaskriv | 23/07-2021 13:47

Meira enn helvtin av øllum føroyingum er nú liðugt koppsett fyri koronu. Hjá øðrum ber til at lata seg koppseta fyri ólavsøku, og koppsetingarbólkurin mælir staðiliga til, at tey, ið enn mangla annað ella bæði prikini, halda seg framat. Liðugt koppsett verða ikki sett í sóttarhald, so ólavsøkan hjá teimum kemur ikki í vanda.

Nú er meira enn helmingurin av øllum tí føroyska fólkinum koppsettur. Verður bara hugt at teimum vaksnu, tað er teimum, sum hava fylt 16 ár, er prosenttalið sjálvsagt væl hægri.

Í seinastuni hevur stundum verið at hoyrt, at tað gongur seinni at koppseta í Føroyum nú. Tað er partvíst rætt, men tað er ikki eitt serføroyskt fyribrigdi, tí koppsetingargongdin í Føroyum líkist henni í londunum rundan um okkum. Har fór ferðin á koppsetingini eisini niður, tá komið var til teir yngru aldursbólkarnar.

Koppsetingarbólkurin mælir tó staðiliga til, at tey, ið ikki enn eru koppsett ella bara hava fingið fyrra prikið, halda seg framat.

Ein gularót er, at liðugt koppsett sleppa undan at fara í sóttarhald, skuldu tey havt verið í sambandi við smittað fólk, og tískil kunnu fleiri bjarga sær ólavsøkuni, fáa tey sær annað prikið næstu dagarnar.

Hetta til ólavsøku er opið fyri koppseting á teimum trimum sjúkrahúsunum soleiðis:

  • Landssjúkrahúsið 23., 25., 26. og 27. juli
  • Klaksvíkar Sjúkrahús 26. og 27. juli
  • Suðuroyar Sjúkrahús 26. juli

Lars Fodgaard Møller, landslækni og formaður í koppsetingarbólkinum, leggur tó dent á, at tað sanniliga eisini er skilagott at lata seg koppseta av øðrum orsøkum enn bara fyri at sleppa á ólavsøku og generelt fáa størri frælsi. Ikki minst hevur tað týdning fyri alla fjøldina, at vit røkka flokkimmuniteti – tað er, at so nógv fólk eru koppsett, at sjúkan ikki longur sleppur at breiða seg.

  • Fyrra prikið verjir væl ímóti koronu og annað prikið enn betur, so fólk eru væl vard á ólavsøku, eru tey koppsett. Hava tey fingið bæði prikini, og tað eru gingnir átta dagar síðani seinna prikið, sleppa tey eisini undan sóttarhaldi. Men afturat tí hevur tað stóran týdning fyri at røkka flokkimmunitetinum, at meira enn 80 prosent av fólkinum verða koppsett. Dentur skal eisini leggjast á, at fólk, sum eru koppsett fyri koronu, men kortini fáa smittuna, gerast nógv minni sjúk enn tey, sum ikki eru koppsett – og tað er galdandi longu eftir fyrra prikið sigur Lars Fodgaard Møller.

Landslæknin vísir á, at koppingarevnið hjá Pfizer/BioNTech, ið er tað, sum verður brúkt í Føroyum, eisini verjir væl ímóti tí sera illa smittandi sonevnda delta-frábrigdinum av Covid-19.

COVID-19 koppsetingarbólkurin


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi