Street Food á Frúutrøð í summar
Tórshavnar kommuna hevur nú sett eitt øki av í býnum, har matvognar kunnu savnast og fáa høvi at skapa eitt Street Food-umhvørvi. Allir matvognar við neyðugu løggildingini frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni eru vælkomnir at nýta økið.
Kommunan hevur funnið eitt øki á Frúutrøð, sum verður sett av til endamálið. Økið er 360 fermetrar til støddar. Kommunan stillar borð, benkur og ruskbingju á økið og tryggjar, at vatn og streymur er tøkt.
Allir matvognar, ið hava neyðugu løggildingina frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni, eru vælkomnir at nýta økið.
Á kortinum niðanfyri sært tú, hvussu økið er skipað:
Soleiðis søkir tú pláss
Hevur tú hug til at leiga tær eitt pláss, ert tú vælkomin at senda tína umsókn við upplýsingum um vøru, ábyrgdarhavandi og søludagar umframt mynd av vogninum til Visit Tórshavn á torsinfo@torshavn.fo.
So skjótt sum Visit Tórshavn hevur latið tær loyvið, kann sølan byrja á tillutaða plássinum.
Økið kann í fyrstu atløgu nýtast frá 30. juli 2021 fram til 31. august 2021.
Kostnaðurin fyri at leiga seg inn á økið er 100 kr. um dagin. Rokning verður send ábyrgdarhavandi, tá umsóknin er móttikin.
Matvognar kunnu hava opið hesar tíðir:
- Mánadag til hósdag kl. 8 – 23
- Fríggjadag og leygardag kl. 8 - 24
- Sunnu- og halgidag kl. 16 - 23
Tann, sum nýtir økið, hevur skyldu til at rudda økið, sum vognurin stendur á og skal syrgja fyri, at ruskíløtini verða tømd gjøgnum dagin og tá lukkað verður um kvøldið. Ruskið skal burturbeinast í bingju, sum kommunan hevur sett fram.
Í sambandi við serlig tiltøk ella umvælingararbeiði, kann Tórshavnar kommuna avmarka nýtsluna av økinum.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











