Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Fyrra hálvár royndist væl 

Tíðindaskriv | 04/08-2021 07:07

Fyrra hálvár hjá BankNordik var serliga merkt av søluni av danska virkseminum, ið varð endaliga  avhendað í juni. Virksemið hjá samtakinum stóð seg væl á øllum marknaðum í tíðarskeiðinum. 

Hálvársroknskapurin hjá BankNordik ber boð um, at føroysk húsarhald og fyritøkur sum heild eru væl fyri.  “Koronufarsóttin hevur ikki havt so álvarsligar fíggjarligar avleiðingar við sær fyri viðskiftafólkini, sum vit í fjør  bóru ótta fyri. Arbeiðsloysið er lágt, vinnan stendur seg væl, og alsamt fleiri verða koppsett. Hóast ein ávís  óvissa framvegis valdar, meta vit útlitini fyri restina av árinum vera góð,” sigur Árni Ellefsen, forstjóri í  BankNordik. Bankin hevur tó sett pening av til fíggjarlig tap, ið kunnu fara at vísa seg í kjalarvørrinum á  farsóttini.  

Danska virksemið endaliga avhendað 
Í juni varð danska virksemið hjá BankNordik endaliga avhendað til Spar Nord, og samtakið rekur nú banka-,  tryggingar-, pensjóns-, og ognarmeklaravirksemi í Føroyum umframt bankavirksemi í Grønlandi.  

Tá ið BankNordik í 2010 víðkaði sítt virksemi til Danmarkar, kravdi hetta nógvan kapital, ið tá varð afturhildin frá partaeigarunum. Nú danska virksemið er selt, er tørvurin á kapitali minkaður samsvarandi, og bankin  kann tí rinda partaeigarunum peningin aftur. Sostatt ber sølan við sær, at 700 mió. kr. eftir ætlan verða  goldnar partaeigarunum næstu árini. Tað svarar til 73 kr. fyri hvørt partabrævið. Umleið 6.000 føroyingar eru  í dag partaeigarar í BankNordik, og teir eiga til samans góð 60% av bankanum.  

Kappingarfør í mun til føroyska og útlendska marknaðin 
Í juli boðaði BankNordik frá broytingum í rentu og prísum og fór samstundis undir at bjóða eina nýggja  samansparingarkontu uttan negativa rentu. Eftir broytingarnar hevur bankin framvegis kappingarførar rentur  og kostnaðir – eisini tá ið samanborið verður við danskar peningastovnar.  

Viðskiftafólk kunnu hava 150.000 kr. til vanligu fíggjarviðurskiftini - t.d. lønarkontu og fíggjarkontu - uttan at  rinda negativa rentu. Harumframt ber til at hava upp í 5 mió. kr. á einari samansparingarkontu, ið er bundin í  12 mánaðir, uttan at rinda negativa rentu. 

Alsamt fleiri viðskiftafólk velja grønar loysnir 
BankNordik leggur dent á at gera tað lætt hjá viðskiftafólkunum at velja grønar loysnir og bjóðar tí lán til elbil,  grønar orkuskipanir og orkuvinarligar ábøtur á bústaðin við serliga lagaligari rentu. Á tann hátt kunnu  viðskiftafólk velja burðardyggar loysnir til bústað og bil, ið bæði gagna umhvørvinum og pengapunginum. Í  mars byrjaði bankin at veita eitt nýtt grønt bústaðarlán, ið ger tað bíligari at taka lán til bústaðir, ið verða  hitaðir við varandi orku. Undirtøkan hevur verið góð, og higartil eru bústaðir fyri 120 mió. kr. fíggjaðir við  nýggja láninum. Øll viðskiftafólk, ið hita bústaðin við varandi orku, kunnu leggja vanliga bústaðarlánið um til  eitt grønt bústaðarlán og harvið fáa eitt lægri lánsgjald. 

Roknskapurin í stuttum 

  • Úrslitið fyri skatt gjørdist 192 mió. kr. Av hesum stava 90 mió. kr. frá søluni av danska virkseminum
  • Rakstrarúrslitið fyri niðurskrivingar gjørdist 85 mió. kr. samanborið við 64 mió. kr. sama tíðarskeið í 2020
  • Niðurskrivingar á útlánum vórðu afturførdar fyri 23 mió. kr. samanborið við -2 mió. kr. í niðurskrivingum sama tíðarskeið í 2020.
  • Rakstrarúrslitið gjørdist 109 mió. kr. samanborið við 62 mió. kr. sama tíðarskeið í 2020
  • Útlánini hækkaðu úr 7,5 mia. kr. sama tíðarskeið í 2020 til 7,6 mia. kr. 
  • Realkredittlánini hækkaðu úr 2,1 mia. kr. sama tíðarskeið í 2020 til 2,5 mia. kr.
  • Bankin hevði 7,7 mia. kr. í innlánum samanborið við 7,6 mia. kr. sama tíðarskeið í 2020
  • Solvensurin hækkaði úr 24,0% sama tíðarskeið í 2020 til 31,3% 
  • Bankin væntar, at nettoúrslitið í ár verður millum 190 og 220 mió. kr. 


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi