Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Landstreymur týðandi í orkuskiftinum

Innanlands, Lesarabrøv | 11/08-2021 07:01

Tað finnast fólk, sum síggja forðingar, og so eru tað hini, sum síggja møguleikar. - Tað velst um, hvar tú hevur fokus!

Formaðurin í havnanevndini í Tórshavnar Kommunu sigur, at allar kommunurnar ikki hava áhuga í landstreymi, og metir tað ikki vera rímiligt, at allar kommunur skulu gjalda fyri landstreym. 

Vit vilja minna formannin í havnanevndini á, at tað er púra vanligt, at tey, sum eiga og reka virksemi og fáa allan vinningin, eisini gjalda fyri at betra um umstøðurnar í sambandi við teirra egna virksemi. 

Tær kommunur, sum fáa inntøkurnar av havnaanleggum, skulu sjálvandi gjalda fyri at binda í netið hjá SEV -  júst sum allar aðrar fyritøkur og privat gera - sjálvandi. Tað burdi formaðurin í havnanevndini og umboð í nevndini hjá SEV vita!

Tað er ein sjálvfyljga, at Tórshavnar Kommuna skal gjalda fyri íløgurnar til landstreym, hóast íløgan kann gagna SEV og harvið øllum hinum kommununum og fólkinum í Føroyum. 

Tað finnast fólk, ið síggja forðingar, og so eru tað hini, sum síggja møguleikar. 

Í hesum førinum hava fleiri borgarar í fleiri kommunum í Føroyum ampa av havnavirkseminum, sum kommunurnar sjálvar reka. Tað er vorðin ein stórur samfelagstrupulleiki. Hetta er tó ikki ein trupulleiki, sum ikki kann verða loystur. 

Nei, samfelagstrupulleikin er ein gyltur møguleiki at loysa fleiri trupulleikar í einum og harnæst gagna samfelagnum, til fyrimun fyri allar partar.  Avbjóðingin er at fáa røttu fólkini at taka røttu avgerðinar. 

Landstreymur er ikki bara ein utopiskur vátur dreymur hjá fólki, sum ynkja heimafrið. Nei, landstreymur er nevnliga eitt av ítøkiligu átøkunum, um at tálma oljunýtsluna, sum landstýrið leggur fram í næstum. 

Tá løgmaður í løgmansrøðuni tosaði um orkuskifti og grønar loysnir, tosaði hann óbeinleiðis um landstreymsloysnir til skip. Í uppskotinum stendur: 

”Mælt verður til, at skip, sum meginregla, í 2024 fáa møguleikan at keypa streym úr landi og frá 2025 fáa álagt at sløkkja motorarnar, meðan tey liggja við bryggju.” 

Ábyrgdin at fremja átøkini liggur hjá Umhvørvis- og vinnumálaráðnum og kommununum. 

Hví ikki taka røttu og bestu avgerðina beinanvegin? Hví hoppa uppum garðin, har garðurin er lægstur, hóast tað brennur í báðum endum?

Landstreymur er ein góð íløga, sum gevur SEV nýggjar kundar, og harvið kapital orku, sum gagnar okkum øllum.

Landstreymur tálmar nevnliga ikki bert einum trupulleika, men loysir fleiri trupulleikar í einum, og harnæst kann tað loysa seg økonomiskt. 

Landstreymur kann gerast ein týðandi partur í orkuskiftinum í Føroyum og samstundis tryggja fólki Heimafrið.

Trina Elttør Eysturoy,
forkvinna


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi