Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Væl eydnað Drotningavitjan á Zarepta - Hennara Hátign fegin um Kristiligt virksemi

Innanlands | 26/08-2021 06:45
Jákup N. Olsen heldur røðu fyri Hennara Hátign í túninum í Zarepta

Leygardagin 17. juli koyrdi fylgi og Hennara Hátign, Drotning Margretha, niðan í Zarepta í Vatnsoyrum, sum eisini var við í Royalu skránni hjá Kongshúsinum. Hetta er fyrstu ferð, at ein slík vitjan er í Zarepta.

Dagliga leiðslan skrivaði í brævið til samkomurnar: “Fyri okkum í Zarepta er hetta ein stórur framíhjárættur, at Hennara Hátign Drotning Margretha ynskir at vitja í Zarepta. Vit síggja hetta sum eitt høvi at røkka enn longur við endamálinum við Zarepta!” 
Betesdakórið tók ímóti

Tann reyði gonguteigurin var rullaður út og ein stólur av tí fínara slagnum var settur fram í nýspulaða túninum. Nógv høvdu leita sær í Vatnsoyrar hendan dagin, og tá bilafylgið við Drotningini, Løgmanni, Ríkisumboðnum, borgarstjóra og øðrum í fylgi, kom koyrandi niðan í Zarepta eftir gomlu niðankoyringini, stóð nógv fólk og tók ímóti, har ímillum Betesdakórið, sum framførdi kórsang fyri Drotningini, eisini á donskum. Kórið varð stjórnað av Torkili Mørkøre. Tað fyrsta, sum var sungið, tá fylgið var komið úr bilunum, var “Lat gleðiboðskap frá Zarepta blaktra út!” 

BLÓMUTYSSI
Tá Hennara Hátign var komin at sita, fór 6 ára gamla Kiara av Rana, langabbadóttur stovnaran av Zarepta, Brynleif Hansen, heldur smæðin at handa Drotninigni eitt blómutyssi, sum mamman, Elsa, hevði sett saman úr føroysku náttúruni. Drotningin møtti tveimum fittum smágentum hendan dagin uttanfyri Zarepta, tí dóttir borgarstjóran hevði eisini eitt blómutyssi til Drotningina. Tær bukkaðu eisini so perfekt fyri Drotningini. 

JÁKUP, ELSE OG DROTNINGIN
Tá Betesdakórið hevði framført var tað Jákup N. Olsen, sum í løtuni er virkandi fyristøðumaður í Zarepta, ið førdi fram røðu fyri Drotningini. Jákup greiddi frá, at talan er um eitt kristiligt legupláss fyri børn, ungdómar og barnafamiljur, har dentur verður lagdur á at kunngera gleðiboðskapin í evangeliinum og at læra úr bíbliuni. 

Tá uttanduraskráin var lokin, varð farið inn í matarhøllina, har borðreitt var fyri innbodnum við einum drekkamunni. Dorrit Olsen, kona Jákup N. Olsen, heilsaði Drotningini og greiddi í stuttum frá tí aktiva virkseminum bæði í matarhøllini og í køkinum, tá matgerast skal til 250 lívligar ungdómar. Síðani gav Dorrit orðið til Elsu Djurhuus, sum greiddi Drotningi frá hvussu arbeiði byrjaði fyri meira enn 50 árum síðani. Elsa var gift við stovnaranum Brynleifi Hansen, sum doyði í flogvanlukkuni í Mykinesi í 1970. Drotningin fekk at vita, at Elsa var úr Keypmannahavn og at tað var á barnalegum í Keypmannahavn, har hon og Brynleif luttóku í nøkur ár, at fyrsta frækornið til Zarepta varð sáðað. 

Her eru nøkur brot úr taluni hjá Elsu: “Deres Majestæt, Dronning Margrethe, hjertelig velkommen her i Zarepta, det er en stor glæde og ære at få besøg af Dem.....................De kongelige havde et stort plads i mit barndomshjem, og min  far bad Gud om at velsigne kongen og dronningen, og de 3 små prinsesser.............Så det føltes, som at jeg altid har kendt de kongelige på nært hold.........Da der i vores kirke i København kom mange færinger, fik vi et tæt forhold til Færøerne...........Da jeg mødte Brynleif Hansen, som var færing,  følte vi at vore hjerter brændte for børne- og ungdomsarbejde. Ønsket om at kunne begynde en sommerlejr på Færøerne voksede sig stærkere og stærkere. Vi bad meget for dette og tog et skridt i tro på at Gud ville give evnene og midlerne så det kunne lykkes.......................Sommeren 1967 blev der arbejdet dag og nat, og glæden var stor da første bygning stod klar og sommerlejrerne kunne begynde. Gud har velsignet dette arbejde frem til denne dag...............................”

Eftir tað góðu og hugnaligu løtuna í matarhøllini leiddu vertsfólkini, Dorrit og Jákup N. Olsen, Drotningina og fylgi gjøgnum millumgongina inn í nýggja bygningin “Niðaralon.” Har greiddi Jákup frá grønu íløguni í Zarepta, tá egið vatnverk varð knýtt til húsið, sum hitar allar tríggjar bygningarnar og nýggja stóra svimjihylin, sum hevur munandi sett niður oljunýtsluna í húsinum. Áðrenn Drotningin og fylgi fór aftur í bilafylgið, fekk hon høvið at síggja bæði svimjihylin, ítrivsrúmið og nýggju stóru spælihøllina og enntá við aktivum børnum. 

Úr Zarepta gekk leiðin beinleiðis til gamla hotellið í Miðvági, har borðreitt var við døgurða, har umboð fyri Zarepta vóru boðin við.   

KONGSHÚSIÐ VEIT UM ZAREPTA
Ein kann freistast at spyrja, at nær og hvussu hevur kongshúsið og drotningin hoyrt um Zarepta?! Eitt er heilt vist, at frá nú av veit danska kongshúsið um kristiligt leguvirksemi í Zarepta og sjálvsagt eisini um virksemið í Nesvík. Vit velja at trúgva, at Drotningin hevur tikið til sín, tað sum hon upplivdi og hoyrdi í Vágunum, og at hon hevur tikið tað við sær til familjuna. Hvør veit um ikki onkur danskur prinsur og donsk prinsessa ynskir at sleppa á summarlegu í Føroyum eftir at hoyra ommu sína greiða frá síni vitjan í Zarepta?! Kanska er tað eisini upp á tíðina, at Føroyar levera eina krúnprinsessu til danska kongshúsið – hví ikki?!

EITT HERÐAKLAPP
Kiara, langabbadóttir Brynleif Hansen, stovnara av Zarepta, handaði blómutyssi til Drotningina.Man hevur aldri væntað eina tílíka vitjan, tá tað kristiliga mangan sýnist ikki at verða prioriterað. Men hetta er sera hugaligt og av sonnum eitt kveikjandi herðaklapp til alt kristiligt summarleguvirksemi bæði í Nesvík og í Zarepta. Danska kongshúsið, Ríkisumboðið og landsstýrið skal eiga stóra tøkk fyri hetta. 

KORONA
Korona er framvegis ein veruleiki, og tað kom til sjóndar undir vitjanini í Zarepta. Ætlanin  var, at húsið skuldi vera fult við leguluttakarum og starvsfólkum, tí tað lá á ljóði, at Drotningin fegin  vildi uppliva húsið í fullum virksemi. Men so varð ikki. Orsaka korona varð júst hendan legan avlýst. Men har vóru kortini foreldur og børn í góðum hýri, sum spældu uttanfyri, róptu, vóru í svimjihylinum, og nøkur í ítrivsrúminum, og tí kundi Drotningin og fylgi kortini fáa eina fatan av hvussu ein legudagur er á Zarepta. 

TRYGDIN
Væl áðrenn Drotningin kom í Zarepta, høvdu hundar hjá donsku løgregluni lukta undir hvørjum borði og bonki uttan tó at lukta nakað ivasamt. Onkur helt, at løgreglumenninir vóru kaffitystir, og bjóðaði teimum kaffi inni í køkinum. Hetta tóku teir sera væl ímóti og takkaðu fyri allan blíðskap. Eisini teir vístu stóran áhuga í húsinum og fingu nógv at vita um søguna og endamáli við húsinum. Onkur teirra helt, at hetta var ein skúli. 

Ein hendingaríkur dagur í Zarepta saman við Hennara Hátign Drotning Margrethu, sum vit altið koma at minnast við hávirðing!  

“Gud bevare Danmark og Færøerne!”

Kristiliga Tíðindatænastan 
v/poul jóhan djurhuus, Glyvrar  
Tlf: +298 228314
gjaranes@gmail.com 


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi