Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Sigrid Arge verið í tannrøktini í nærum 40 ár

Innanlands | 27/08-2021 16:18

- Ein er tíðin at dansa, segði Salomon kongur. Sigrid Arge gevst eftir 25 ár í starvinum sum tannlæknastjóri í Tórshavnar kommunu. Frammanundan starvaðist hon sum tannlækni, so Sigrid hevur starvast i kommunalu barnatannrøktini í samfull 39 ár.

Hetta segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, tá hann helt røðu fyri Sigrid Arge í dag – helst vísandi til, at Sigrid er óførur tangodansari. Hetta er bert aðru ferð í drúgvu tannlæknasøguni hjá kommununi, at ein tannlæknastjóri fer frá.

Vit kenna hann øll, sjálvt børn nú á døgum – Erling Simonsen. Hann varð settur sum klinikkchef heilt afturi í 1959 og var í starvinum til 1996, tá Sigrid Arge varð sett. Við teimum báðum – Erlingi og Sigrid, er barnatannrøktin ment og broytt ómetaliga nógv. Samfelagið er sjálvandi eisini eitt heilt annað.

Skúlabarnatannrøktin, sum kommunan rindar, varð skipað undir krígnum, í 1942. Í 1959 verður skúlatannlæknastova sett á stovn, og tað er tá, at Erling Simonsen byrjar sum stjóri í kjallaranum í tí tá nýggja Kommunuskúlanum.

Gjøgnum 1960´ini koma grannakommunurnar uppí skipanina og økir tað um virksemið.  Í 1975 flytur tannlæknastovan í húsini hjá telegrafstjóranum í Tórsgøtu 23. Og har heldur barnatannrøktin til enn.

Í 1980´unum eru eisini broytingar. Kommunan avgerð, at børn í 8. og 9. flokki verða fevnd av skúlatannrøktini. Higartil hava kommunur sjálvar skipað virksemið, men i 1986 kemur fyrsta løgtingslóg um barnatannrøkt, sum fevnir um børn í 7-14 ára aldur.

Vaksandi tilvitið um týdningin av góðari tannheilsu hevur eisini gjørt sítt til, at býráðið í 1993 samtykti at seta í verk smábarnatannrøkt, tvs. til børn undir skúlaaldur. Í 1998 tekur løgtingið tráðin upp og broytir løgtingslógina soleiðis, at lógin fevnir um øll børn í aldrinum 0-16 ár.

Sigrid gjørdist tannlæknastjóri í hesum tíðarskeiði, har barnatannrøktin varð víðkað munandi. Nú skuldu øll børn undir skúlaaldur og í skúlaaldri til tannlækna. Í 1995, beint áðrenn Sigrid byrjaði sum stjóri, vóru 2.000 skúlabørn í skipanini. Hennara fyrsta uppgáva var at fáa skipað tænastuna soleiðis, at smábørnini undir skúlaaldri - og tey vóru eisini uml. 2.000 í tali - komu uppí.

Stutt eftir, í ár 2000, komu 400 børn í Kollafirði uppí skipanina aftrat, tá kommunurnar løgdu saman. Harumframt stendur kommunan eisini fyri øllum sertannlæknaviðgerðum, tvs. tannrætting – fyrst í samstarvi við Bergtóru Hanusardóttir og síðstu árini hevur tannlæknastovan staðið fyri tí sjálv.

Í dag fevnir kommunala barnatannrøktin um 6.300 børn. Í 2015 varð lógin broytt soleiðis, at ókeypis tannrøkt fevnir um øll børn og ung 0-18 ár. Í 2017 varð gjørd samstarvsavtala við kommunurnar í Sandoynni soleiðis, at tannlæknastovan í Tórshavnar kommunu stendur fyri tannrøktini av teimum uml. 400 børnunum í Sandoynni.

- Barnatalið er sostatt trífaldað hesi árini, Sigrid hevur verið stjóri. Tað merkisverda er, at starvsfólkahópurin er ikki vaksin í sama mun – als ikki. Og orsøk er fyri tí. Sigrid hevur øll hesi ár staðið á odda fyri tí miðvísa arbeiðinum at betra um tannheilsuna hjá børnum og ungum, sum tí tørva færri viðgerðir, segði Heðin Mortensen.

- Góð tannheilsa hevur stóran týdning fyri hvønn einstakan, eisini tá um sálarligu heilsuna viðvíkur. Við jøvnum millumbilum verður kunngjørd frágreiðing við skráseting av karies hjá børnum – tvs. holum í tonnunum.

- Har er sjón fyri søgn. Seinasta skrásetingin av teim 15 ára gomlu í Tórshavnar kommunu vísir, at 60 % av teimum hava púra frískar tenn, tvs. hava ikki havt brendar tenn. Í 2014 var talið 47% og verður farið longur aftur til aldarskiftið, so var talið niður ímóti teimum 10%.

- Ella sum Sigrid segði við Sosialin fyri nøkrum árum síðani, at hetta hevur mann megnað, “hóast børnini eta meira svans í dag enn tá”.

Málið er sjálvandi, at øll skulu koma ígjøgnum barna- og ungdómsárini uttan brendar tenn. Okkara tøl eru góð eisini samanborið við Norðurlondini.

- Eg veit, at Sigrid er hørm um, at tá tað kemur til hølini, so er tað mesta við tað gamla. Enn fer nógv størsta virksemið fram í tannlækanstovuni í Tórsgøtu, men nakað er eisini í Kollafirði, á Sandi og á Argjum, umframt tannrættingarstovuni við Løgmannabreyt.

- Í 2009 varð gjørt álit um nýggja tannlæknastovu – í arbeiðsbólkinum vóru millum onnur Sigrid og eisini Unn Jakobsen, sum nú tekur við stjórastarvinum. Hóast serstaka hugnan í Tórsgøtu, so skal ásannast, at tíðin er farin frá húsunum. Høliskrøvini til nútímans tannlæknavirksemið eru nógv øðrvísi.

- Eg veit, at trivnaðarnevndin arbeiðir við málinum um nýggja tannlæknastovu, sum savnar alt virksemið á einum stað.

- Góða Sigrid. Ein er tíðin at dansa og dansað hevur tú sum stjóri í 25 ár. Tað hevur tú gjørt við nærlagni og dugnaskapi, bæði tá tað kemur tann fakliga partin og sum leiðsla.

- Starvsfólk støðast sera væl, her er ikki óvanligt at hava bæði 25 ára, 30 ára og enntá 40 ára starvsdagar. Tað boðar frá trivnaði og menning.

- Eg var við til at seta teg í starv í síni tíð. Vit hava líka síðan havt eitt gott samstarv. Øll árini hevur tú loyst avbjóðingarnar væl og umboðað kommununa væl. Eg má tó leggja aftrat, at eg kendi teg áðrenn eisini. Mamma tín Lydia var við til at stovna Fimleikafelagið Ljósið og vit høvdu eitt áralangt og gott samstarv innan ÍSF.

- Pápi tín Essa og eg vórðu valdir inn í býráðið samstundis og høvdu eitt gott samstarv í mong ár – eisini í løgtingsarbeiði.

- Nú tú leggur frá tær fari eg at ynskja tær alt tað besta. Eg havi ikki spurt, hvat tú ætlar tær at gera nú, men við familju, trimum børnum og 7 barnabørnum, skuldi tað ikki verið nakar trupulleiki at fáa tíðina at ganga. Summarhús hava tit í Gilleleje – har er friður at lesa nógv, sum eg veit at tær dámar – har eru sjálvandi eisini høvi at spæla bæði badminton og sjavs.

- Og loypir nøkur tíð av – so kanst tú altíð dansa tango! Men kenni eg teg rætt, so fert tú ikki at stressa við at gera tær nakran neyvan tíðarlista yvir, hvat tú skalt brúka tíðina til. So Sigrid! Hjartans tøkk fyri trúgva og drúgva tænastu og alt tað besta, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, at enda, áðrenn hann handaði blómur og gávu frá kommununi.


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi