Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Títtleikin av koronasmittu hjá tøttum kontaktum í Føroyum kannaður

Heilsa | 28/08-2021 10:45

Ein nýggj grein um títtleikin av koronasmittu hjá tøttum kontaktum í Føroyum, skrivað av føroyska korona-granskingarbólkinum, er júst givin út í tíðarritinum Emerging Infectious Diseases. Greinin kallast: ”Seroprevalence of SARS-CoV-2–Specific Antibodies among Quarantined Close Contacts of COVID-19 Patients, Faroe Islands, 2020.Maria Skaalum Petersen er fyrsti rithøvundur.

Í greinini er lýsing av kanning av, hvussu smittustøðan var hjá teimum, sum vórðu sett í sóttarhald undir fyrstu bylgju av korona í Føroyum. Úrslitini vísa, at umframt tey 187, sum fingu staðfest korona í fyrstu bylgju, hava verið 32 tilburðir, ið ikki blivu staðfestir tá, men sum høvdu andevni móti korona.

Endamálið við verkætlanini var at staðfesta við eini andevniskanning, hvussu nógv av teimum, sum vórðu sett í sóttarhald, høvdu verið smittað. Boðin við í kanningina blivu tey 854, sum høvdu verið sett í sóttarhald í tíðarskeiðinum mars-apríl í 2020 orsakað av, at tey høvdu verið í tøttum sambandi við ein persón, ið hevði fingið staðfest smittuna.  Av teimum 854 innbodnu, høvdu 132 longu fingið staðfest korona, og tey vórðu tískil ikki við í hesi kanning. Gott 80% av teimum innbodnu valdu at luttaka og fingu gjørt eina andevniskanning at vita, um tey høvdu verið smittaði, uttan at vita av tí.

Úrslitini av hesum 584 andevniskanningunum vóru, at 32 høvdu andevni í blóðinum. Tað svarar til 5.5%, sum eftir hædd varð tikið fyri óvissuna á kanningini, verður umroknað til 5.3%. Millum føroyingar yvirskipað vóru umleið eitt hálvt prosent smittað.

Niðurstøðan er, at ein týðandi partur av teimum, sum vórðu sett í sóttarhald, høvdu andevnir og tískil eftir øllum at døma høvdu verið smittað. Tær kontaktirnar, sum vóru í hægst vanda fyri verða smittaði, vóru tey, sum vóru í sama húsarhaldi, sum tann smittaði. Av teimum 32, ið høvdu andevni, mintist umleið helvtin (43,8%) seg hava haft sjúkueyðkenni.

Av teimum upprunaligu 854, sum vórðu sett í sóttarhald høvdu 132 longu verið staðfest smittað við positivari PCR test undir 1. bylgju. Tá hesi 32 við positivari andevniskanning verða løgd afturat teimum, vóru 164 av 854 tøttum kontaktum í sóttarhaldi smittaði við korona. Hetta gevur eitt sonevnt secondary attack rate á 19,2%. Tey flestu av teimum víðari smittaðu vóru húsarhaldskontaktir (65%).  

Úrslitini undirstrika týdningin av at smittuspora og og seta fólk í sóttarhald, sum hava verið í samband við ein, sum fær staðfest smittuna, fyri at tálma smittuspjaðingina.

Rithøvundarnir á greinini eru: Maria Skaalum Petersen , Marnar Fríðheim Kristiansen, Halla Weihe Reinert, Jógvan Páll Fjallsbak, Debes Hammershaimb Christiansen, Shahin Gaini, Bjarni á Steig, Lars Fodgaard Møller, Marin Strøm og Pál Weihe.

Koronagranskingin í Føroyum er samfíggjað av Granskingarráðnum, granskingarstovnunum og fyritøkum. Eitt yvirlit yvir verkætlanir er her 


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi