Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Fakta mugu vera røtt – viðmerking til Føroya Arbeiðsgevarafelag 

Lesarabrøv, Vinnulív | 14/09-2021 14:04

Í tíðindabrævi frá Føroya Arbeiðsgevarafelag kemur felagið inn á, at Posta ongantíð hevur verið so  ágangandi at bjóða seg fram á privata tænastumarknaðinum. Rætt er, at Posta er ein av fáum  føroyskum logistikkfyritøkum, sum virka innlendis og millum lond. Føroyingar eiga Posta. Og tískil er  kjak um okkara virksemi og um kapping á fríum marknaði í lagi. So leingi fakta eru upp á pláss.  

Tá ið Føroya Arbeiðsgevarafelag, har Posta eisini er limur, fer út við einum slíkum skrivi er skilagott  fyrst at seta seg inn í fakta.  

Fyri tað fyrsta – Posta innflytur ikki sand. Hetta sama stóð at lesa í einum heldur margháttligum  lesarabrævi herfyri og verður nú endurtikið av Føroya Arbeiðsgevarafelagi. Posta er ein  logistikkfyritøka og kann flyta sand á sama hátt, sum vit kunnu taka okkum av flest øðrum flutningi,  um tað er tað, sum talan er um. Men tað er ikki Posta, sum er innflytari. Við felagnum North West  Chartering flytur Posta fleiri stórar lastir av øllum handa slag, men tað er ikki Posta, sum eigur  vøruna. North West Chartering umboðar tá tann, sum eigur lastina, og leigar hóskandi skip til ta  nøgd, sum nú einaferð er at føra. Hetta fer fram bæði í kapping og í samstarvi við skipafeløgini í  Norðuratlantshavi. 

Fyri tað næsta – tað er rætt, at Posta hevur gjørt avtalu við Royal Arctic Line um, at Posta er teirra  umboð í Føroyum. Annars stendur øllum flutningsfeløgum frítt fyri at bjóða upp á tann flutning,  Posta hevur, bert tey eru kappingarfør. Tað er neyvan rætt at siga, at Royal Arctic Line er einsamalt  um grønlandsflutningin, tí hesin verður gjørdur í samstarvi við Eimskip. Aftur her er fyrimunur at  skilja fakta rætt. Vegna avtaluna millum Royal Arctic Line og Eimskip var treyt, at triðjipartur skuldi  hava ávísa nøgd av kapasitetinum á rutuni. Part av hesum kapasiteti hevur Posta fingið í kapping við  onnur útlendsk feløg. Um Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at kapping frá Posta er meira ágangandi  enn frá fleiri útlendskum feløgum, hevði verið áhugavert at vitað. 

Fyri tað triðja, viðvíkjandi toll-bagatellmarkninum á 300 kr. og sonevndu ’kinapakkunum’ skal stutt  nevnast, at hesir pakkar eru býttir millum øll flutningsfeløgini. Tí er tað undarligt, at einans Posta  verður nevnt í hesum samanhangi. Partur av hesum kemur við posti, og partur kemur við øðrum  flutningsfeløgum. Tað er ongin kappingaravlagandi stuðul til Posta, at TAKS hevur ásett eitt  bagatellmark fyri, nær vøra skal tollast. Inntil fyri nøkrum árum síðan var onki bagatellmark fyri  luksusvørur, og tær blivu allar tollviðgjørdar, um tær so kostaðu 1 kr. Tá komu avgreiðslugjøld  afturat, og tað hevði við sær, at 95% av hesum vørum fóru retur. Tað var ein kostnaður fyri øll  flutningsfeløgini, sum nú einaferð skuldu gera hetta arbeiðið uttan gjald. 

Tað er rætt, at Posta flytur fisk, bæði í egnum 45 fóts bingjum og sum umboð fyri onnur. Posta er ein  logistikkfyritøka, har ongin uppgáva er ov lítil og ongin uppgáva ov stór, og sum flytur post og frakt,  innlendis og millum lond. 

Ongin skal ivast í, at Posta tekur kappingina av flutningi í størsta álvara. Posta er partafelag og hevur  skyldu at arbeiða við vinningi fyri eyga.  

Joel undir Leitinum
Stjóri P/f Posta



Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Putin vil hava Biden og ikki Trump
Undirskot lands­kassans 150 milliónir
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi