Samband
R7 Portal
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
EvR
Sjófeingi - spennandi heimasíða til børn, men eisini teirra foreldur!
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Heri Joensen, prestur
Lýsing
Lýsing

Landið uttan CO2-politikk

Politikkur | 18/09-2021 16:55

- Í 2009 samtykti løgtingið einmælt, at útlátið skuldi minka við 20 prosentum frá 2010 til 2020. Í staðin fyri at minka, vaks útlátið við 30 prosentum.

- Í Føroyum er útlátið fyri hvønn íbúgva tríggjar ferðir so stórt sum í Danmark, men her eru enn ongar ítøkiligar ætlanir um at minka CO2 útlátið.

- Verða stór tiltøk ikki sett í verk, fara vit kanska at hava 7-8 ferðir so stórt útlát fyri hvønn íbúgva sum Danmark í 2030.

Hesir eru tríggir av setningunum úr grein hjá Boga Hansen, havfrøðingi í sambandi við Vísindavøkuna. Vit ætlaðu at minka CO2-útlátið, men í staðin vaks tað meiri enn vit høvdu ætlað at minka tað.

Hetta samstundis sum vit eru eitt av mest dálkandi londum í Europa.

Vit eru snøgt sagt eftirbátar á CO2-økinum, so tað stendur eftir.

Fyrr ella seinni gerast Føroyar ein altjóða CO2-skandala, ið fær springaradrápið í farnu viku at síggja út sum eina bagatell.

Vakna ikki við kaldan dreym
Man skuldi trúð, at vit politikarar vakna upp við kaldan dreym av at lesa slíka dundurtalu frá okkara fremsta serfrøðingi innan økið.

Men tvørturímóti. Sum Bogi sjálvur skrivar í yvirskriftini, rínir hóttanin ikki við okkum.

Partvíst skjýtur Bogi tó seg sjálvan í fótin.

Eftir sera áhugaverdar grundgevingar sigur hann, at vit “mugu gevast at tilbiðja vøkstur”.

Skilji á ein hátt, hvat hann meinar við, men hetta er ikki rætti hugburðurin. Uttan vøkstur steðgar samfelagið upp, og tað kunnu vit ikki liva við.

Slíkur retorikkur fær okkum borgarligu politikarar upp á bakbeinini.

Rætti retorikkurin er, at vit mugu hava meira grønan vøkstur.

Meira grønan vøkstur
Okkum tørvar framhaldandi vøkstur, men eiga at leggja á annan bógv.

Vit eiga miðvíst at stremba móti vinnum, ið brúka minni orku, serliga fossila orku.

Hetta er ikki lætt, tí nógv av okkara verandi vinnulívi er sera orkutungt. Tað krevur orku at fáa tilfeingið til vega, tað krevur orku at framleiða vørurnar – og mínsann um vit ikki eisini skulu brúka nógva orku til at útflyta okkara vørur, bæði sjóvegis og loftvegis.

Trupulleikin er, at vit als ikki kunnu bíða meira.

Tá vinnulívið ikki sjálvt megnar at minka sítt CO2-útlát, so mugu vit taka støðu til hetta í politisku skipanini, eisini hóast tað er ópopulert.

Men hvør veit? Kanska er júst hetta eitt mál, ið samgonga og andstøða kundu verið rímiliga samd um?

Ein møguleiki kundi verið at minka m.a. lønarskattin og partafelagsskattin og í staðin tikið samsvarandi upphædd inn sum oljuavgjald.

Undir øllum umstøðum má tryggjast, at talan bert er um eina umlegging av skatti, ikki eina eyka byrðu á borgarar og vinnulív sum heild.

Jaspur Langgaard
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Skráin hjá IKTUS Sjónvarp, sunnudag 17. oktober 2021
Forfylgingarvanvid í Posta
Oljuprísir­nir halda fram at hækka
Álitið á politikarar er lágt millum manna
Týr - útgávu­konsert og 20 ára hátíðarhald
Rósa Samuelsen spyr um bíðilistar í sjúkra­húsverkinum
Venzel Olsen 100 ár
Eitt talv fyri deyðan
Føroyar skulu hava virknari samstarv við ES
Stórt tónleika tiltak á Ljósfest­ini í Vági 
Thor keypt nýtt skip
Undantaks­loyvi givið til taðing í fleiri hagapørtum
Nokk er nokk í Bústøðum
Skrúva fyri vatninum í Djóna í Geils gøtu og síðugøtum mánadagin 18. oktober
Barna­bókaupplestur í Suðuroy leygar­dagin 16. oktober
Nýtt átak hjá Ferðslutrygd: Koyr. Bara.
Føroysku bankarnir lúka øll markvirð­ini í eftirlitsdiamantinum
Okkurt má gerast fyri heilsustarvs­fólkini
Savnandi Savnsdagur í Kringvarpi Føroya
Vit mugu verja Bústaðir
Vøkstur og grøna kósin ganga hond í hond
Afturvend­andi avbjóðingar­nar mugu loysast
Bankarnir hava havt positiv eginpeningsavk­ast síðani 2016
Bókadeildin á heimspremieru við nýggjari barnabók eftir J.K. Rowling!
Samband
R7 Portal
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
EvR
Sjófeingi - spennandi heimasíða til børn, men eisini teirra foreldur!
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Heri Joensen, prestur
Nýggjastu tíðindi