Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Lat okkum vera virkin saman í oktober!

Tíðindaskriv | 28/09-2021 14:51

Nú heystið er byrjað og dagurin gerst styttri, hevur tað týdning at halda fram at gera okkurt gott fyri sálarligu heilsuna, hóast tað kann tykjast tyngri enn um summari. Vit vita, at tað at vera virkin kropsliga, sálarliga, sosialt og andaliga, er fyrsta stigið til at betra um sálarligu heilsuna og varðveita góða sálarliga heilsu. 

Fólkaheilsuráðið hevur tí avgjørt at endurtaka væleydnaða ABC átakið, sum í januar legði dent á at vera virkin – hesaferð eitur átakið tó “Virkin oktober”. 

Tríggir álmanakkar
“Vit hava enn einaferð gjørt nakrar álmanakkar, hesaferð til ávikavist børn, ung og vaksin. Teir innihalda eina rúgvu av hugskotum til, hvussu tú hvønn dag í oktober kann gera nakrar smáar gerðir, sum kunnu styrkja tína sálarligu heilsu og gera, at tú kennir teg betri fyri. Tað er upp til tín, um tú vilt fylgja uppskotunum hvønn dag, av og á, brúka álmanakkan sum íblástur, ella um tú hevur tíni egnu hugskot til, hvussu tú vilt vera virkin í oktober. Tað eru tær smáu gerðirnar sum telja, men tess meira virkin tú ert á ymiskar mátar, tess betri er tað fyri sálarligu heilsuna” sigur Monika Mohr, samskipari í Fólkaheilsuráðnum.  

Sóley, sum brúkti álmanakkan í januar, og sum vann eina kapping í hesum sambandi heldur, at álmanakkin virkar sum ein góð áminning um at vera virkin, og at tað er stuttligt at fylgja uppskotunum, tí tú gert ein eyka innsats. Sóley brúkti álmanakkan soleiðis: “Eg havi brúkt álmanakkan sum eina vegleiðing. Eg havi roynt at fylgt álmanakkanum, og um tað ikki passaði inn, so havi eg bara hugsað at vera virkin uppá onkran annan máta. Næstan hvønn dag havi eg hugt eftir honum og roynt at gjørt okkurt“. 

Álmanakkarnir leggja upp til, at tú ert virkin, bæði fyri teg sjálvan, saman við øðrum og gert okkurt, sum gevur meining fyri teg. Kanska fært tú áhuga í nýggjum frítíðarítrivum ella fært nýggjar vanar, sum tú tekur við tær inn í nýggja árið. 

Álmanakkarnir kunnu takast niður sum prent ella mynd á heimasíðuni hjá Fólkaheilsuráðnum www.folkaheilsa.fo og uppsløg fyri hvønn dag eru eisini at finna á Facebook síðuni “ABC fyri sálarliga heilsu” og Instagramsíðuni “Folkaheilsuradid”. 

Gev øðrum íblástur til at vera virkin
Í sambandi við Virkin oktober, skipar Fólkaheilsuráðið eins og í januar fyri eini kapping á sosialu miðlunum, har endamálið er at føroyingar kunnu fáa íblástur frá hvør øðrum til at vera virkin í oktober. 

“Í januar var kappingin bert á Instagram, og tá var hon somikið væleydnað, at føroyingar løgdu yvir 700 myndir á Instagram, sum vístu, hvussu tey vóru virkin í januar. Vit vóna at føroyingar taka líka væl undir við kappingini hesaferð. Endamálið er ikki at samanbera seg við onnur, men at geva øðrum íblástur til at vera virkin í oktober og vísa, at øll kunnu vera virkin uppá onkran máta, og hvussu einfalt tað kann vera at gera okkurt gott fyri sálarligu heilsuna” sigur Magni Mohr, formaður í Fólkaheilsuráðnum. 

Tú kanst luttaka í kappingunum uppá tveir mátar og leggja so nógvar myndir út, sum tú hevur hug: 

Facebook: Fylg síðuni “ABC fyri sálarliga heilsu” og hygg eftir okkara uppslagi við eini vegleiðing um luttøku.

Instagram: Fylg síðuni “Folkaheilsuradid” og hygg eftir okkara uppslagi við eini vegleiðing um luttøku.

Vinningurin er ein spa-uppliving fyri tvey í Ress Spa virðið kr. 2.700. 

Frá virkin januar til virkin oktober
Í januar skipaði Fólkaheilsuráðið fyri einum nýggjum átaki, sum æt “Virkin januar”, sum er ein partur av verkætlanini ABC fyri sálarliga heilsu. Átakið var somikið væl eydnað at fleiri átøk spruttu burturúr hesum.  Seks “virkin” átøk í kommunum og privatum fyritøkum hava verið mánaðirnar aftaná, og fleiri av teimum hava hepnast óføra væl. 

Fólkaheilsuráðið skipar fyri bæði Virkin oktober og ABC vikuni í oktober, og tí er hettar ein mánaði, har Fólkaheilsuráðið veruliga roynir at skapa tilvit um, hvussu stóran týdning tað hevur at gera okkurt gott fyri sálarligu heilsuna.

Góðan virknan oktober!

Fólkaheilsuráðið


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi