Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Meiriluti fyri føroyskum radara og føroyskt fullveldi!

Lesarabrøv, Politikkur | 29/09-2021 21:33

Áhugin fyri føroyskum fullveldi er vaksandi! 
Sum tað hevur verið at sæð í miðlunum í seinastuni, so er ein meiriluti av føroyingum fyri, at nýggjur lofteftirlitsradari verður settur upp í Føroyum. Ein stórur partur av føroyingum heldur, at tað hevur sera stóran týdning, at tað eru føroyskir myndugleikar sum skulu reka radaran. 

Við øðrum orðum, so eru Føroyar byrjaðar at taka støðu í uttanríkis, trygdar- og verjumálum, og føroyingar byrja at koma til ta niðurstøðu, at tað eru bert vit sum hava ábyrgdina av hesum landi.

Tískil vita vit eisini, at tá vit krevja vald, so fáa vit ábyrgd, og tá vit átaka okkum ábyrgd, tá fáa vit vald. 

Stórveldini áhuga í Føroyum
Nú stórveldini byrja at fáa størri áhuga í Føroyum aftur, so er tað sera umráðandi, at vit minnast til tey fimm prinsippini, viðvíkjandi føroyska fullveldinum, tá ið stórar avgerðir skulu takast viðvíkjandi føroysku tjóðini.

Tey fimm prinsippini viðvíkjandi føroyskum fullveldi eru:

  1. Í Føroyum skulu føroyingar ráða!
  2. Vinnulívið er bulurin og grundvøllurin undir Fullveldi Føroyum!
  3. Føroyskur politikkur verður stýrdur í Føroyum!
  4. Allur avgerðarrættur liggur hjá Føroya fólki!
  5. Og tað eru bert vit føroyingar, sum hava ábyrgdina av hesum landi!

Hesi prinsippini mugu vit hava prentað í tilvitinum, so tað sæst aftur í lógarverki, handilsviðurskiftum, samstarvsviðurskiftum og gerðum, hvat viðvíkur føroysku tjóðini.

Sigast skal, at um vit føroyingar eiga og reka radaran, so kunnu vit eisini ávirka politisku avgerðirnar um, at vit skulu hava betri handilssømdir við Vesturheimin.

Støðan er tann í dag, at ES kemur ikki at geva okkum betri handilssømdir, tí sum fleiri løgtingslimir hava verið inni á, so hava vit ikki nakað meira at geva ES, fyri at fáa betri handilssømdir, tí vit hava givið ES alt, sum gevast kann. Nú hava vit høvi at gera okkum galdandi, og latum okkum brúka tað høvi.

Støðan er eisini tann, at um vit føroyingar eiga og reka radaran, so koma vit eisini varðveita okkara handilsviðurskifti við Russland.

Tískil ber tað væl til at hava ein føroyskan radara, har Vørn er rætti eftirlitsmyndugleiki, og har Føroya Tele tekur sær av tekniska partinum av radaranum.

Bert Føroya fólk hevur avgerðarmyndugleikan í Føroyum!
Tað kann undir ongum, als ongum umstøðum góðtakast, at onnur koma at taka eina so týðandi avgerð um viðurskifti her á Føroya Landi, uttanum føroyska viljan og Føroya Løgting. Tað er bara Føroya Løgting sum fullan avgerðarmyndugleika í Føroyum, og tískil er tað bert Føroya Løgting sum kann taka lógligar avgerðir, um øll týðandi viðurskifti, sum viðkoma Føroya landi.

Fullveldi Føroyar eru í dag vorðið so mikið búgvið, at vit eru eisini klár at taka ábyrgd á uttanríkis-, trygdar-, og verjuøkinum.

Ofta verður tað brúkt sum ein retorisk snilda, at “vit skulu verða partur av Vesturheiminum”, og “vit mugu taka ábyrgd” fyri at onnur lond skulu seta ein lofteftirlitsradara á Sornfelli.

Sannleikin er tann, at Føroyar eru ein partur av Vesturheiminum. Bæði mentannarliga og landafrøðiliga. Hesum kann neyvan nakar verða ósamdur um, og hetta kemur ikki at broytast, um lofteftirlitsradarin er føroyskur.

Ein onnur retorisk snilda, sum verður brúkt, er, at tað skal verða ein NATO radari, og ikki ein føroyskur lofteftirlitsradari. Hetta er onki annað enn humbukk, tí hetta merkir einans, at Sornfelli verður avsperrað, ræðisrætturin yvir radaran er hjá dønum, fyrisitingin av loftrúminum er hjá íslendingum, og føroyingar hava onki at skula sagt.

Sannleikin er tann, at skal ein lofteftirlitsradari setast upp í Føroyum, so er tað einasta rætta, at føroyingar eiga og reka radaran. Tey, sum vilja hava radaran settan upp, skulu so gjalda fyri tær upplýsingar, sum teimum tørvar, soleiðis at vit á hendan hátt rinda fyri íløguna og raksturin av radaranum.

Vit eiga avgerðina og ábyrgdina viðvíkjandi hesum vakra landi
Vit avgerða sjálvi, hvør hugburður okkara er!

Hetta skulu vit sum føroyingar altíð minnast til!

Við viti og skili og dirvi, hava vit føroyingar ofta loyst trupulleikar, sum hava verið hildnir at verið óloysiligir – vit hava megna avbjóðingina - og endurtekur hetta tankamynstrið seg til tíðir umaftur og umaftur. 

Føroya søga vísir okkum, at øll framgongd í Føroyum er komin, tí at føroyingar hava vilja tikið ábyrgd av egnum landi. Hetta merkir eisini, at tá vit taka ábyrgd av egnum landi, so skapar tað framgongd. Bæði fyri okkum sjálvi, og komandi ættarliðum.

Eitt mál, ið sigur, at vit eiga avgerðina, og at vit eiga ábyrgdina av hesum landi, eru eisini mál, sum í roynd og veru kunnu náast.

Hetta mál er ikki grundað á nakra kollvelting, men er ein áhaldandi menning í stovnanini av føroyska fullveldinum, og okkara sjálvsmenning sum Fullveldisríki.

Sum sagt áður, so síggja vit tað eisini aftur í miðlunum, at ein meiriluti av føroyingum vil taka ábyrgd av egnum landi, og at tað eru føroyskir myndugleikar sum umsita hetta vakra land.

Eitt orðatak sigur, at besta avgerðin at planta eitt træ var fyri tjúgu árum síðani. Næstbesta avgerðin at planta eitt træ er í dag. 

Tískil er tað ongantíð ov seint at taka ábyrgd; tað er ongantíð ov seint at skapa menning í egnum landi!


Bert vit eiga avgerðina, ongin annar!


Við framburðskvøðu

Øssur Patursson 


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Putin vil hava Biden og ikki Trump
Undirskot lands­kassans 150 milliónir
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi