Elbilafelagið sent áheitan til kommunurnar at stuðla orkuskiftinum
Herfyri sendi Elbilafelagið eitt skriv til allar kommunurnar kring landið, við einari áheitan um, at broyta byggisamtyktirnar so skjótt sum gjørligt.
Tað skal verða eitt krav at seta løðistøðir upp, ella í minsta lagi skal øki gerast klárt til uppsetan av løðistøðum, tá íbúðarblokkar, hús/randarhús, kommunubygningar og kommunal parkeringsøkir skulu byggjast framyvir.
Elbilafelagið varð sett á stovn við tí endamálið at betra umstøðurnar hjá elbilaeigarum, og vit arbeiða m.a. við at gera umstøðurnar fyri løðing av elbilum betri. Fyri at skunda undir skiftið í Føroyum, frá bensin/diesel bilum til ein grønari elbil, gerst hetta skjótari, við at fleiri løðistøðir verða tøkar í kommununum kring landið.
Vit í Elbilafelagnum hoyra frá nógvum borgarum, at ein av teimum stóru forðingunum fyri at skifta til elbil, er at borgarar sum t.d. leiga ella búgva í íbúðarblokkum, ikki hava møguleika at løða bilin heima, sum nú er.
Uppsetan av løðistøðum er longu eitt krav í fleiri av londunum rundan um okkum, so sum í Danmark, har “Bekendtgørelse om forberedelse til og etablering af ladestandere i forbindelse med bygninger (Ladestanderbekendtgørelsen)” kom í gildi í 2020, har tað verða sett nøkur minstakrøv, tá bygt verður, ella tá umbyggingar verða framdar.
Um Føroyingar reelt skulu hava møguleikan, at velja elbilin fram um bensin/diesel, so mugu kommunurnar og landið skipa fyri, at løði-infrastrukturur er tøkur lokalt, eisini fyri øll tey, sum ikki hava egið hús ella møguleika at løða heima.
Elbilafelagið
Mest lisið í farnu viku
Al-Qaeda hevur yvirtikið Sýria
Andakt
Áron – Nýggj bók frá Leirkerinum
Búskaparkreppa í Europa
Býtið av bókasavnsgjaldinum verður endurskoðað
Franska stjórnin fallin
Helst hevði Terji á Lakjuni rætt
Kommunuvali í Oyndafirði og býráðssamtyktin 28 november
Lægsta treystitalið síðan 2009
Nýggja skipið hjá Framherja
Sandoyggin er ein oyggj við potentiali
Takk fyri, Jenny Christina Petersen
Virksemið hjá politinum í tølum
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur