“Tey ungu tosa bara enskt – tað er crazy”
Vit eru øll góð við føroyska málið – eisini ungir føroyingar, sum brúka ensk orð í føroyskum setningum.
Nú summi leggja eftir málnýtsluni hjá ungum føroyskum útvarpsvertum, vil eg minna á, at tað eru ikki so fá vaksin, sum brúka ensk orð í føroyskum setningum. Ella donsk. Tað er ikki ein ungdómstrupulleiki.
Føroyska málið verður skrivað og tosað meira enn nakrantíð. Ikki bara í skúlunum og millum menniskju í vanligum práti, men eisini á altjóða sosialum miðlum. Meirilutin av orðunum, sum verða nýtt, eru føroysk. Tað er gott. Hugburðurin til føroyskt er jaligur. Tað er ein greið fyritreyt fyri, at málið hevur lív lagað.
Fyri meg er stóri vandin, at føroyska málið verður brúkt til at skapa gjáir millum vaksin og ung. Tað ríkar ikki málið eftir mínum tykki. Tað ger føroyskt fátækari.
Eg haldi, at vit skulu vera fegin um málmenningina í Føroyum. Føroyska málið er ikki hótt beint nú, sambært nýggjari kanning. Men tað kann tað verða. Og um vit veruliga vilja, at føroyska málið skal mennast, so verður tað ikki gjørt við lyftum peikifingrum. Tað verður eitt nú gjørt við at menna føroyskt mál í tøknini, sum vit brúka hvønn dag. Við at halda áfram við at stimbra undirvísingina í føroyskum - eisini fyri tilflytarar. Og skapa fjølbroytt tilfar - barnabøkur, skaldsøgur, tónleik, filmar og útvarpssendingar - á føroyskum.
Málið mennist við teimum menniskjunum, ið læra tað og skilja tað á ymiskan hátt. Málið skal vera livandi og umboða fólkini, sum brúka tað. Eisini ung fólk.
Vit skulu hava ein uppbyggjandi hugburð til málið. Tað merkir til dømis, at vit skulu halda áfram at finna snildar loysnir at fáa orðini, sum ung fólk brúka, inn í føroyska málið.
Lat málið vera livandi og positivt. Tað er ikki eitt amboð til ósemjur og happing.
Ingilín D. Strøm
Mest lisið í farnu viku

4 fólk dømd fyri rúsevnasmugling við seglbáti til Føroyar

Almenna kjakið um javnstøðulógina í Føroyum

Andakt

Ábendingar um lægri vøkstur og tørvur á veruligum nýskipanum

Gene Hackman og konan innideyð

Helgi Abrahamsen finnur ikki vallyftini

Kjakið um Suðuroyartunnilin

Landsstýrið latið Løgtinginum 27 uppskot í dag

Løgmaður tilnevnt nýggj landsstýrisfólk

Makrelstovnurin minkar skjótt

Skrøgg og fakta um útbúgvingar á Setrinum
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











