Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

37 tíma arbeiðsvika – fyrimunir og vansar

Lesarabrøv, Politikkur | 02/11-2021 09:38

Javnaðarflokkurin hevur lagt uppskot fyri løgtingið um at stytta arbeiðsvikuna. Málsetningurin er, at tey sum nú arbeiða 40 tímar um vikuna skulu í framtíðini arbeiða 37 tímar, men lønin skal tó ikki minka orsaka av hesum. Tey skulu ístaðin avrika líka nógv í 37 tímar, sum tey nú avrika í 40 tímar – tey skulu altso “renna skjótari” meðan tey eru til arbeiðis.

Helst er tað skilagott at partarnir á arbeiðsmarknaðinum onkuntíð hyggja eftir, hvussu long arbeiðstíðin skal vera. Fólk hava mangan trupult við at fáa arbeiðstíð og familjulív at hanga saman, men hetta skal sjálvandi gerast við semju millum allar partar. Serliga um lønarspurningurin skal vera partur av málinum, er neyðugt við semju.

Høvuðsendamálið við uppskotinum hjá Javnaðarflokkinum er, at fólk skulu hava meira tíð saman við familjuni, verður sagt, og alt gott um tað. Men tá løgtingið hevði fyrstu viðgerð av uppskotinum kom fram, at argumentini fyri uppskotinum samsvara als ikki við tað sum skal vera endamálið við tí. Har varð til dømis sagt, at stytta arbeiðstíðin fór ikki at kosta so nóg, tí sera nógv fólk arbeiða niðursetta tíð. Roknað varð tí við, at hesi fólkini fóru at arbeiða fulla tíð, tá arbeiðsvikan bleiv stytt. – Men tað má so merkja, at tey fólkini fáa MINNI tíð saman við familjuni. 

Og hvat hendir so við lønini hjá teimum sum fara at arbeiða meira? Um tey sum fara at arbeiða minni skulu hava hægri tímaløn, tí tey nú fara at orka betur, skulu tey sum fara at arbeiða meira so hava lægri tímaløn, tí tey fara at orka verri? – Ella skal broytingin bara telja annan vegin? Hvørji verða argumentini fyri, at tey sum fara upp í tíð eisini skulu upp í løn?

Tað er ikki á øllum arbeiðsplássum at tað ber til at seta ferðina upp. Tak til dømis fiskavirkini. Har tendra maskinurnar klokkan 8 á morgni og tær koyra við fullari ferð, til dagurin er liðugur. Sjálvt kaffisteðgirnir eru tillagaðir, soleiðis at arbeiðið ongantíð steðgar. Verða tríggir tímar tiknir av arbeiðsvikuni, so verður framleiðslan tað minni. Har kann eingin “renna skjótari”. Skulu tey fólkini so ikki fáa somu lønarhækkan sum tey á almenna arbeiðsmarknaðinum, sum sambært uppskotinum fara at “renna skjótari”? Ella fara arbeiðsgevararnir at góðtaka, at fólk fáa tríggjar tímar frí við løn hvørja viku, hóast ferðin á framleiðsluni er tann sama?

Sagt verður, at okkum tørvar nógv fleiri arbeiðsfólk innan til dømis eldrarøktina. Har skal onkur vera til arbeiðis 24 tímar um samdøgrið allar 7 dagarnar í vikuni. Men um øll skulu arbeiða styttri dag, so verður tørvurin á starvsfólkum uppaftur størri. 

So kann onkur siga, at tey kunnu arbeiða líka nógv sum nú, men at ein størri partur av lønini verður útgoldin sum yvirtíð. Ja tað ber væl til, men tá eru vit inni á einum heilt øðrum spurningi. Tá snýr tað seg um løn, og ikki um at fáa meira tíð saman við familjuni. 

Samanumtikið kann sigast, at einki er í vegin fyri, at partarnir seta seg saman at tosa um longd á arbeiðsviku og løn. Men eg ivist í, um hetta verður so lætt og munagott, sum tað verður gjørt til. Serliga í eini tíð, tá vit leita í øðrum londum eftir arbeiðsfólki, tí her er meira arbeiði at gera, enn vit hava fólk til. Tá kann tað vera steinur omaná byrðu at stytta arbeiðsvikuna. Eg eri eisini bangin fyri, at tað verða tey tímaløntu við arbeiðum, sum ikki kunnu setast upp í ferð, ið verða taparar.

Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Putin vil hava Biden og ikki Trump
Undirskot lands­kassans 150 milliónir
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi