Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Tey gomlu skulu fara, men tey ungu kunnu fara

Innanlands | 02/11-2021 22:11

Røða, sum Árni Eidesgaard Joensen helt við minnisvarðan yvir sjólætnar í Søldarfirði hin 1. november – Allahalgannadag - 2021.

“Havið gav aftur hini deyðu, sum í tí vóru; og deyðin og deyðaríkið góvu aftur hini deyðu, sum í teimum vóru”, lesa vit í Op. 20,13, - Hetta, at tey deyðu skuldu koma aftur, er ein troyst, ið hevur borið uppi gjøgnum øldir og hetta er ein orsøk fyri at vit samlast fyri at minnast tey.
 
Jóannes Patursson sigur tað so vakurt í sanginum: Boðar tú til allar tjóðir...
 
“Um nú nýggjar øldir líða, halt á somu leið várt starv, at vit ikki lata svíða dugnaloysi til hin arv, sum vit ervdu fedrum av, tá skal lyfti sum tú gav, allan aldur Føroyum tryggja, føroyingunum her at byggja.”..
 
Hesin arvur er m.a. at minnast tey, ið undan okkum fóru...
 
Sum smádrongur minnist eg tað ófrættakenda, ið eins og hekk uppivið einum neysti “niðri í víkum” í Oyndarfirði; har tveir bátar stóðu: “Sjúrðarberg” merktur til Elduvík, sum hoyrdi til húsini norðuri á bakka (maðurin í teimum húsunum var ættaður úr Elduvík) og báturin “Havfrúgvin” úr Oyndarfirði, - sum hevði verið  í grind í Hvannasundi og sum gekk burtur fyri Múlabygd seint á kvøldi hin 19. november í 1939 og har 3 mans sjólótust og ein varð bjargaður av kjøli, - hesin báturin varð ikki flotaður aftur.
 
Av og á verður tikið til, serliga tá tosað hevur verið um útróður, at lagt hevur verið nógv fyri og ivi hevur verið um trygdina, men pápi mín plagdi at taka til, at tann útróðrarmaður, ið ongantíð hevur vent aftur, - altso, orsaka av veðri, -hevur róð ov lítið út, og nakað er um tað, tí umstøðurnar her á leið eru so háttaðar, at allir møguleikar mega troytast, skal nakað fáast burturúr.
 
Eg havi hug at tríva í eina hending, ið eg upplivdi sum smádrongur, og sum setti seg djúp í eitt dreingjasinni, tá lívsins álvari gekk upp fyri mær.
 
Samband millum bygdirnar Syðradal og Oyndarfjørð var ikki nógv míni barnaár, men tá syðradalsbáturin “Kallur” fórst 23. september í 1963 (eg var tá 11 ára gamal) setti henda hending seg sera fast, tí báturin hjá pápa og beiggjum hansara, “Guttabátur”  og teir, ið við honum vóru henda feigdardagin, vóru teir seinastu sum tosaðu við teir á 6´mannafarinum “Kalli”, - teir lógu borð um borð á Djúpunum, innanvert Kallin, áðrenn teir fóru at sigla inn um 11´tíðina handa dag, “Kallur”, - ið var hvítur á liti, við grønum stokkum og hvítum húsi, hevði verið á Klaksvík eftir agni og varð farin hagani kl. 2 náttina fyri, og tá teir um 11´tíðina henda mánadagin tosaðu við oyndfirðingarnar, høvdu teir fingið enda og leitaðu tískil eftir einum kíki.
 
Minnist so serliga væl hetta óunnuliga kvøldið, meðan lurtað varð á Tórshavn Radio, og hugt varð út um vindeyga eystur undir Kalsoynna, har ljós frá bátum og skipum sóust leitandi gjøgnum Djúpini, yviri undir Húsoy og suður ímóti Líðarmunna, har tveir kíkar vóru funnir og seinni tvey línutrog útfyri Kelduni.
Millum tey skip, ið leitaðu, umframt verjuskipini, vóru línuskipini: “Víkingur” og “Stella Maria”. Útróðrarbátarnir: “Lisshøvdi”, “Nevið Reyða”, “Pálsdrangur” og “Havnartindur”. Og strandfaraskipið: “Pride”.
 
Líkindini høvdu verið hampulig fyrr um dagin, eitt lot lágt sum trilkaði út á dagin, - móti kvøldi øtlaði hann tó veðrið.
 
Leitingin endaði tíverri úrslitaleys og bygdin Syðradalur varð rakt av eini lemjandi vanlukku.
 
Við bátinum fórust 3 mans.
 
Jógvan i Innistovu á Trøllanesi segði mær, at 13 ár seinni vóru aftara stevnistykki og skrúvuaksilin funnin, annað norðanfyri og hitt sunnanfyri Stóratanga, sunnanvert Blankskála, so man kann siga, at teir fórust stutt frá heimbygdini.
 
Tað man vera torført at lýsa tað vónloysi, ið sýgur seg niður yvir eina bygd, - eitt lítið bygdarlag tá vanlukka rakar, og hóast alt verður gjørt, ið gerast kann og er menniskjum møguligt, so hendir slíkt tíverri og vit standa hjálparleys og spyrjandi...?
 
Vit fáa ikki svar herniðri, men vit vita, at í ævinleikanum verða allar gátur loystar, og øll hví verða svarað, - tó er eitt fyri neyðini herniðri, meðan náðitíðin er og tað enn eitur: Ídag, - tað er at gera seg til reiðar at møta Gudi, sum profeturin Amos eisini minnir á, - at seta álitið á Harran Jesus Kristus, ið gav seg sjálvan sum loysigjald fyri okkum øll og sum, í ómetaliga kærleika Sínum, við dýrabara blóði Sínum keypti okkum leys undan banni syndarinnar og deyðans.
 
Valið og avgerðin er okkara, um vit vilja taka ímóti Honum í trúgv, - her má hvør einstakur velja, hvar hann vil vera í ævinleikanum.
 
Vit hava øll fingið okkara fría vilja og spurningurin til okkara er: “Hvat gera vit við Jesus, vraka vit Hann, ella taka vit ímóti Honum”?
 
Tað er gott at vita, at tá deyðin kemur fara øll, ið játta Jesus sum Kristus, - sum Harra og frelsara teirra, ikki einsamøll higani, men í fylgi við Jesusi, sum vit lesa í Sálmi 48,15 “Tí hesin Gud er Gud okkara í aldur og allar ævir – Hann skal leiða okkum um deyðan” og í 1. Pæt. 3,18 lesa vit: “Kristus doyði jú eisini eina ferð fyri syndir, rættvísur fyri órættvís, fyri at Hann kundi leiða okkum til Gud...”
 
Hvønn annan kunnu vit tá fara til, uttan til Harran Jesus Kristus, ið leið deyðan fyri okkum øll, og sum býður øllum at koma til Sín, ið strevast og hava tungt at bera, - so skal Hann geva hvílu. Hann, ið vit eiga at hava við okkum hvønn dag, í øllum lívsins viðurskiftum.
 
At orðafellið: “Tey gomlu skulu fara, men tey ungu kunnu fara”, sannast hvønn dag og við tí fría viljanum vit eiga íbornan, er eyðsæð, at vit eiga avgerðina, hvar vit ynskja at vera í ævinleikanum.
Tað var tó virkis- og burturhugurin, hjá uppvaksandi ættarliðum, ið fekk hesi til ikki at falla í fátt, men at herja á og “byggja land”.
 
Tað ber illa til, - eina slíka løtu sum hesa, her í Søldarfirði, ikki at nevna sluppirnar “Laura” og “Immanuel”, sum á vári 1932 høvdu fiskað við Vestmannaoyggjarnar og 9. apríl hetta árið vóru komnar eystur ímóti Meðallandsbuktini, tá tær komu í eitt satt óðnarveður, ið hevði ta vanlukkuligu avleiðing, at tær ikki bóru boð í bý, og sum kostaði so mongum monnum lívið, millum aðrar - fleiri higani úr bygdini;  - sjálvur átti eg ein abbabeiggja, ið gekk burtur við “Immanuel”, hesin abbabeiggi mín, ið var 47 ár, nevndist Jóan Karl og var ættaður úr Oyndarfirði, hann var giftur og búsettur úti á Lambareiði, við Lisu Mariu Solmunde, ættað innan úr Byrgi her í Søldarfirði. Hesin Jóan Karl, ið sigldi sum kokkur, og 18 ára gamli sonur hansara, ið nevndist Jørgen, sum var einasti sonur og elstur av 6 systkjum, fórust báðir við “Immanuel”, henda sama lagnutúrin.
 
Tá “Immanuel” fór avstað seinasta túrin hevði hon júst fingið eina størri umvæling, og varð hildin at vera í góðum og sjótryggum standi. Dagin fyri sum hon gekk burtur, hevði hon havt samband við havnarskonnartina “Expedit”, ið teir sigldu framvið og eisini tosaðu við, og tá fingu teir at vita, at hon hevði fingið 21.000 fiskar, fulla last og stakk á dekkinum og skuldi fara at sigla heim sama kvøldið, hesi skip hittust vestanfyri Portlandi á Suðurlandinum og er hetta tað seinasta, ið menn vita um skipið. Sama kvøldið brann hann á við slíkari óðn av landssynningi, ið sum frá leið hækkaði upp í landnyrðing, at menn ikki mintust slíkt veður og vardi henda óðn heilt til seinrapartin dagin eftir.
 
Árini 1900-1940 fórust 550 mans undir Íslandi. Havi lisið, at í 30’unum gingu fimtan føroysk skip burtur og meiri enn 200 mans sjólótust og eftir sótu um 150 einkjur við meiri enn 400 faðirleysum børnum. Tá var lítil og eingin socialhjálp ella annar styrkur at fáa, so tað, at tey í heila tiki komu undan, er ein gáta, men tað gekk; takkað verið Gudi og góðum fólki.
 
Áarstovuskaldið, Hans Andrias Djurhuus, lýsir tað so sera væl í sanginum: Teir sigla so væl sín fríða knørr, har hann so beinrakið tekur til: “Men verður tað óðn, tá ógvast tey við. Og barnið sær smoykir at móðurlið, og móðirin tekur tað tætt at sær, so biðja tey Hann, sum er og var, at varðveita teir, ið fóru avstað, at bjarga teim føði hvønn Harrans dag...” – og longur úti í sanginum sigur hann: “Tó hendir tað mangan, at bylgjan blá, ið brýtur á havinum brøtt og bráð, fær tárið at renna so tungt og trátt. – tí lívið hon týndi -  og týnir mátt, - tí børnini verða so bleik um kinn og móðirin fær eitt so syrgið sinn, Hvør hoyrdi tey suff og taldi tey tár, ið runnu so stríðan mong tunglig ár. Hvør veit hvussu mangar ið havið tók, hvussu mangir, ið fullu á mjáu rók”. - Jú mangan mundi tað tykjast møtimikið hjá teimum, ið eftir sótu, at koma víðari eftir so sváran miss, og ikki er løgið, at hetta kom at merkja tey fyri lívið.
 
Sanniliga er vert at minnast tey, ið bygdu land okkara, og sum sama skaldið lýsir so vakurt í sanginum: “Tit sum í fjøru fóru”, har hann í øðrum ørindi sigur:
 
“Tit, sum við ár í hendi so mangan ódnardag, á hesum strondum lendu
við hógv og góðum lag, tit veiddu fisk av grunni og slitu hungursband,
fyri hvønn plink, tit funnu, tit bygdu hetta land.”
-og so heldur hann fram í 4. ørindinum:
 
“Tað vóru ikki hjálmar og ikki lúðraljóð, tað vóru tykkar sálmar og tað, íð tykkum bjó,
sum gjørdu hesar heiðar og eyr og hagasand til gróðrarbúnar teigar.
Tit eiga hetta land.”
 
Tey, ið eftir sótu, mundu vita um manga tunga løtuna at siga frá, og mangan mundu einkjur sita uppi, langt eftir leggingartíð, og takast við ymisku pløggini, at fáa børnunum so frægt uppá kroppin, at tey ikki gingu óskammað millum fólk, -  og at fáa teimum mat í munnin, - mangan mundi vera troystarleyst at fara til songar uttan at eiga matartugguna; men so hendi tað eisini, tá úthurðin varð gloppað á morgni, at ein greipa av fiski, eitt tjógv ella bógvur ella annað matkent, hekk á klinkuni, ið einhvør, ið kendi seg leiddan av Gudi, hevði latið, slíkt, ið ikki varð talað um, - tey livdu í tí dagliga í óvissuni og settu sítt álit á hin livandi Gud, ið er verjan hjá einkjum og Faðir at faðir- og móðurloysingum. Tær tóku við teimum forløgum, ið Harrin gav teimum; - at fólk, ið høvdu nakað at taka av, bóru teimum, ið minni høvdu um hendurnar hjálp, og veittu teimum soleiðis ein beina, - vælgerðir, ið ikki varð tosað um, - har vinstra hond ikki visti, hvat høgra hond gjørdi; hetta varð gjørt eins og av handahógvi, ein sjálvfylgja, - her varð samljóð millum trúgv og verk, kristindómur í orðsins sanna týdningi. Havi av og á hugsað, at um støðan hevði verið øvut, - at mennirnir sótu eftir og konurnar vóru farnar, so hevði helst verið eldsløkkingur.
 
Sannast má, at kvinnurnar her á landi hava ikki altíð fingið ta æru og umtalu, ið tær hava uppiborið, tí mangan eru mennirnir meiri umtalaðir, eins og bøkur hava verið skrivaðar um teir; men kvinnurnar hava so sanniliga tikið tey tøk sum vóru neyðug fyri at breyðføða seg og sínum og hetta eru ikki smávegis tøk, ið, - saman við einum klettaføstum álitið á Gudi, hevur borið tær og børn teirra ígjøgnum sera torførar tíðir, har Gudsóttin og arbeiðsemi vóru tað berandi, - Gudsótti og nøgdsemi.
Tað eru eisini dømir um at heimamenn, bæði høvdu skorið torv og sligið onkran teigin, áðrenn uppfaringartíð, fyri at tey húski, ið ongan forsyrgjara áttu, kundi fáa, fyrst torvið og síðan hoyggið til høldar, so nóg mikið av brenni var; - at kríatúrini kundu ambætast fyri at klára veturin og ikki minst, at børnini kundu fáast undan. Havi lisið, - at onkur bóndi læt einkjur fáa frælsi, so tær kundi hava ein seyð - ella báðar tveir - og enntá eina kúgv eisini.
 
Vit kunnu vera takksom fyri, at ongin, ið hevur virki sítt á sjónum, er farin seinasta árið, men eg kann ikki lata vera við at nevna ein, ið druknaði á Oyndarfirði, sunnumorgunin 25. juli í summar, í allar vakrasta veðrið, hesin hevði tó ikki virki sítt á sjónum. Tað var dugnaligi skurðlæknin: Eivind Warberg, ið bert gjørdist 45 ára gamal, - eftir sita genta hansara, Majbritt og børn teirra Elibert 3 ár og ½ árs gamla Emma.
 
Vit eiga í djúpastu samkenslu við teimum syrgjandi, at minnast teir, ið fóru á sjónum, farnu mongu árini, har kvinnur mistu mann, - børn mistu pápa, -foreldur mistu son, - genta, misti drong ella beiggja, tey mistu tað kærasta - og besta tey áttu, - lat okkum minnast tey í bønum okkara. Lat okkum lýsa frið yvir minnið um teir, ið farnir eru.
At enda vil eg takka fyri heiðurin at bera nøkur orð fram her við hetta minningarhaldið og takk fyri at tit lýddu á.


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi