At vaksa upp í deyvari familiu
Edny Poulsen, deyvatulkur, fer at innleiða sýningina við CODA í Filmsfelagnum mikudagin.
CODA er stytting fyri Child of Deaf Adults. Karmurin um filmin er deyva húskið Rossi í útróðrarumhvørvinum Glouster í Massachusetts, har Ruby (Emilia Jones) er hin einasta, ið hoyrir.
Mamman er Marlee Matlin, sum í veruleikanum er deyv, og í 1986 vann Oscarvirðislønina fyri fyrsta leiklutin á filmi, tá hon var Sarah í ”Children of a Lesser God”.
Nýggi filmurin CODA er upptikin á somu leiðum sum hin meistarligi “Manchester by the Sea” (2016), sum Filmsfelagið fyrr hevur sýnt.
Tá útróðurin hjá Rossi og teimum ikki gongst eftir vild, verður tilveran hjá Ruby trupul. Nú skal hon velja millum antin at verða heima og hjálpa trongda húskinum, ella fara at lesa tónleik, sum hon altíð hevur droymt um.
10/11 kl 20:00 Coda (Sian Heder USA 2021 111 min)
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











