Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Nýggjar bøkur í november 

Innanlands | 08/11-2021 08:56

Bókadeildin gevur út fimm nýggjar bøkur í november! Tvær fittligar smábarnabøkur, eina  ævintýrabók, eina óhugnaliga bók til tey eldru børnini, og ikki minst eina upprunaføroyska  ungdómsbók eftir Elina Michelsen! Les meira niðanfyri. 

Tað øgiliga stóra Mumihúsið 
Í Mumihúsinum eru øll á gosi, tí tey hava so nógv at gera, áðrenn tey fara ein túr oman á strondina. Lyft klaffarnar fyri at hjálpa Mumi og familju hansara at finna tað, tey skulu hava við. Eitt nýtt rúm á hvørjari síðu og so nógv at finna! Tove Jansson skrivaði og myndprýddi, og Marna Jacobsen týddi úr enskum. Bókin er ein pappbók, 10 síður og til tey, sum eru umleið 0-2 ár.  

Skapa tær saman við Tapirinum! 
Tað er lætt at broyta sítt vakra skap, tá ið tú ert í føðingardegi. Men at fáa rætta skapið aftur er ikki bara sum at siga tað - serliga um tú ert ein lítil tapirur, fullur í kaku. Les um, tá ið Mimbo Jimbo, Gepardurin, Krokodillan, Mumbo Jumbo, Austin og Minna og øll hini stríðast við at fáa Tapirin aftur í sítt fulkomna TAPIR-SKAP! 

Jakob Martin Strid skrivaði og myndprýddi, og Niels Jákup Thomsen týddi úr donskum. Bókin er innbundin, 64 síður og til tey, sum eru umleið 3-5 ár. 

Ævintýrabókin
Í Ævintýrbókini eru 25 av teimum allarbestu, klassisku ævintýrunum. Her eru bæði tey meira kendu, so sum „Snjóhvíta“, „Hans og Greta“ og „Teir tríggir Bukkarnir Brúsi“ saman við teimum minni kendu, so sum „Prinsessan á glasfjallinum“, „Drongurin, sum vildi læra ræðsluna at kenna“ og „Soria Moria slottið“. 

Øll ævintýrini hevur Peter Madsen endursagt í síni fullu longd og lætthent latið í ein nýggjan máltóna, sum serliga tekur støði í teimum kæru fólkafrásagnunum eftir: Perrault, brøðurnar Grimm, Asbjørnsen og Moe og Svend Grundtvig. Bókin er so dyggiliga myndprýdd við ikki færri enn 175 tekningum, sum rithøvundurin hevur teknað. 

Peter Madsen er millum annað eisini kendur fyri at hava teknað teknirøðirnar: Valhalla og  Menniskjasonurin og eisini nýggju myndabókarøðina: Trøllalív. 

Peter Madsen endursegði og myndprýddi, og Oddfríður Marni Rasmussen týddir úr donskum. Bókin  er innbundin, 200 síður og til tey, sum eru umleið 6-9 ár. 

Sombifepur 
Ein gátuførur fremmandamaður kemur til Eldsalu. Tað er tað heitasta summarið, ið Herbert veit um, og vespur eru allastaðni. Samstundis byrja fólk í Eldsalu at gerast sjúk. Tey fáa fepur og reyð eygu, og Herbert og vinurin, Sally, gerast illgrunasom. Okkurt ræðuligt er í ferð við at henda! Saman leita tey sær skjól í sínum loyniliga goymistaðið, tí niðurlagdu mylluni, har eingi livandi - ella deyður - klárar at finna tey.  

Ella klára tey?

Kristina Ohlsson skrivaði, Niklas Lindbladmyndprýddi, og Tórhallur við Gil týddi úr svenskum. Bókin  er heft, 256 síður og til tey, sum eru umleið 10-12 ár.  

Rimarúmið – Tóra bók eitt
Huldufólk eru at finna í íslendskum og føroyskum tjóðminnum. Tey eru yvirnatúrligar verur, sum liva í náttúruni. Tey síggja út og bera seg at sum menniskju, men liva í einum parallellum heimi. Tey hava evnini at gerast ósjónlig, tá tey hava hug (kelda: wikipedia.org). Rimarúmið er fyrsta bókin í røðini um Tóru og hennara stremban eftir at finna útav, hvør hon sjálv er í einum heimi, sum vísir henni eina síðu, sum Tóra ikki ánaði var til. 

Tóra steðgar, leggur pannuna móti rimunum og starir inn í hvíta meldurin, meðan hon heldur í rimunum við báðum hondum. — Vís mær, teskar hon út í hvítu kvirruna. Hon skilir ikki heilt, hvat hon sær, tí har er eingin litur at síggja í rimarúminum. Eingin litur til hennara. Og tó. Stormurin inni í rimarúminum tætnar. Flykrurnar flúgva tættari og tættari saman,  til tær at enda fáa skap. Tóra veit, at hon hevur gjørt okkurt galið, men hon minnist ikki, hvat tað er.  Hon endar í einum skúla, hon aldrin hevur hoyrt um, saman við fólkum, hon aldrin hevur sæð fyrr.  Og tey duga ymiskt. Ymiskt, sum ikki eigur at vera gjørligt; sum eingin eigur at duga. Hon kann ikki  vera ein teirra — kann hon? 

Elin Michelsen skrivaði. Bókin er heft, 382 síður og til tey, sum eru umleið 13 ár og eldri. 


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi