Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Besta verja er enn koppseting

Innanlands | 09/11-2021 16:31

Vandin fyri at fólk gerast álvarsliga sjúk av COVID-19 er fleiri ferðir størri hjá ókoppsettum samanborið við koppsett. Tey ókoppsettu eru miðdepil fyri smittuútbreiðsluni í COVID-19-útbrotinum, sum nú ger um seg á okkara leiðum.

Nú herjar aftur eitt ógvusligt útbrot av COVID-19 í Føroyum, og í løtuni er ivasamt, um tamarhald er á støðuni.

Men í koppsetingarbólkinum er hinvegin ongin ivi um, hvat mest effektiva vápnið í stríðnum ímóti ófrættakendu umfarsóttini er: Tað er enn koppseting.

Hóast 90 prosent av øllum fólkinum eldri enn 12 ár nú hava fingið fyrra prikið og stívliga 85 prosent eisini hava fingið annað prikið, so eru tað tey lutfalsliga fáu ókoppsettu, sum enn eru stóri trupulleikin, leggur Lars Fodgaard Møller, landslækni og formaður í koppsetingarbólkinum, dent á.

- Tað eru tey ókoppsettu, sum eru miðdepilin fyri smittuútbreiðsluni. Tað vísa kanningar í londunum rundan um okkum, og vit hava onga grund at halda, at støðan í so máta er øðrvísi í Føroyum. Eisini eru tey ókoppsettu í fleiri ferðir so stórum vanda sum koppset fyri at gerast so sjúk av COVID-19, at tey mugu leggjast inn á sjúkrahús. So tey ókoppsettu seta ikki bara seg sjálv í óneyðuga stóran vanda, men eru eisini í nógv størri mun enn onnur við til at leggja trýst á alt heilsuverkið, sigur Lars Fodgaard Møller, landslækni og formaður í koppsetingarbólkinum.

Nógv koppsett fólk verða eisini smittað, og hóast tey fyri tað mesta eru so væl vard, at tey ikki gerast álvarsliga sjúk, so er virknaðurin av koppingarevnunum hjá teimum fyrstu, ið blivu koppsett, farin at vikna. Ímillum tey fyrstu, sum blivu koppsett, teljast eisini tey, ið ringast tola sjúkuna – tað eru heilsuveik fólk og eldri fólk.

Tí mælir koppsetingarbólkurin eisini staðiliga til, at tey, sum hava fingið tilboð um triðju koppsetingina, skunda sær at taka av.

- Tá so nógv bera smittuna, sum talan er um nú, er vandin eisini størri fyri, at fólk í vandabólkum verða smittað, hóast tey eru koppsett. Tí hevur tað so stóran týdning, at tey fáa ta eyka verjuna, sum triðja prikið gevur – í fyrsta lagi fyri at verja tey sjálv, men eisini fyri at minka um vandan fyri nógvum innleggingum og harvið øktum trýsti á sjúkrahúsini, sigur Lars Fodgaard Møller, landslækni og formaður í koppsetingarbólkinum.

Tey, ið higartil hava fingið tilboð um triðju koppsetingina, eru fólk eldri enn 65 ár, fólk yngri enn 65 ár, sum eru í serligum vanda fyri at gerast álvarsliga sjúk, verða tey smittað við COVID-19, fólk við veikari immunverju ella sum taka heilivág, ið ger immunverjuna veikari, og starvsfólk á heilsu-, almanna- og eldraøkinum.

Ein fortreyt fyri at fáa triðja prikið er tó, at tað í minsta lagi skulu vera gingnir seks og ein hálvur mánaði síðan annað prikið.

COVID-19 Koppsetingarbólkurin


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi