Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Koppingarevnið, sum verður brúkt í Føroyum, er trygt

Innanlands | 13/11-2021 10:20

Bæði landsapotekarin og landslæknin vísa aftur, at koppingarevnið, ið verður brúkt í Føroyum fyri COVID-19, ikki er nóg væl kannað. Ongantíð áður eru so nógv data fingin til vega um eina nýggja vaksinu ella nýggjan heilivág, sum um júst hesi koppingarevnini, sigur Hjalti Gunnarstein, landsapotekari

Tað eru framvegis røddir, sum tvíhalda um, at koppingarevnini fyri COVID-19 eru ov illa kannað, og at vit ikki vita nóg nógv um langtíðarárinini av koppingarevnunum. Tí vilja hesi ikki lata seg koppseta fyri korona.

Bæði Hjalti Gunnarstein, landsapotekari, og Lars Fodgaard Møller, landslækni, vísa uppáhaldinum aftur og staðfesta, at brúktu koppingarevnini eru trygg. Teir umboða ávikavist evsta heilivágsfakliga myndugleikan og evsta læknafakliga myndugleikan í Føroyum.

Landsapotekarin vísir á, at meira enn 7,3 milliardir skamtar av koppingarevni eru lætnar fólki, síðan fyrstu koppingarevnini komu fram fyri umleið einum ári síðan, og óvanliga væl verður fylgt við, fyri at lofta møguligum óætlaðum hjáárinum.

Hann leggur eisini dent á, at bæði tann amerikanski heilivágsmyndugleikin, FDA (Food and Drug Administration), og ES-heilivágsmyndugleikin, EMA (European Medicines Agency), hava góðkent koppingrevnini. Bæði FDA og EMA hava ógvuliga strang krøv til skjalfestar royndir, áðrenn eitt einasta prik verður latið, og til afturmeldingar um hjáárin aftaná.

- Eg kundi skilja, at onkur var ivasamur fyri einum ári síðan, tá alt hetta var spildurnýtt, og koppingarevni komu fram við neyðgóðkenning, tí at støðan í heimshøpi var desperat. Síðan eru nøkur sløg av koppingarevni eisini farin av aftur marknaðinum, júst tí ivi var reistur um tey. Á okkara leiðum verða í dag bara koppingarevnini hjá Pfizer/BioNTech og Moderna brúkt, og tey hava bæði fingið endaliga góðkenning frá FDA og EMA. Eftir fleiri milliardir prik við hesum koppingarevnum eru ongar afturmeldingar komnar um álvarslig hjáárin, sum hava fingið myndugleikarnar at ivast tað minsta í trygdini ella umhugsa at taka góðkenningarnar aftur. Tí skilji eg heldur ikki, at nakar framvegis tvíheldur um,  at ov fáar kanningar og upplýsingar eru til skjals, sigur Hjalti Gunnarstein, landsapotekari.

Lars Fodgaard Møller, landslækni, skilir heldur ikki ivan og mótstøðuna.

- Vit hava við eina hættisliga sjúku at gera, sum vit tó tíbetur hava fingið eitt vápn ímóti. Heimsheilsustovnurin WHO endurtekur hvønn dag síni tilmæli til øll heimsins fólk um at lata seg koppseta, og tað er væl og virðiliga prógvað allastaðni, at tey koppsettu er fleiri ferðir so væl vard ímóti at verða smittað við COVID-19 sum ókoppsett, og at tey eisini eru fleiri ferðir so væl vard ímóti at gerast hættisliga sjúk ella doyggja, skuldu tey kortini blivið smittað. Ongi álvarslig hjáárin eru av koppingarevninum, vit brúka, og tí eigur ongin at ivast í at lata seg koppseta, sigur Lars Fodgaard Møller, landslækni.


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi