Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Almenn KT-hjálp til eldri má vera eitt krav

Politikkur | 25/11-2021 12:47

Vangin, samleikin, mínboks, netbanki, koronapass, teldupostar. Listin yvir nýggjar KT-loynir er langur og verður alsamt longri.

Tey flestu eru samd um, at KT-loysnirnar eru ein stórur lætti í gerandisdegnum.

Gjøgnum appir og heimasíður ber til skjótt og ómakaleyst at fáa upplýsingar og gera flytingar í eini handavending. Serliga hjá fólki, ið búgva fjarskotið frá almennu kontórunum er tað ein lætti at sleppa undan at brúka hálvar dagar upp á at fáa avgreitt okkurt smávegis átrokandi ørindi. Hjá teimum flestu, væl at merkja.

Tað finnast tó framvegis fólk, ið ikki hava neyðugu førleikarnar ella áræðið til at brúka snildu  KT-loysnirnar. Serliga er tað eldra ættarliðið, ið ikki er uppvaksið við teldum, ið hevur torført at orientera seg á appum og programmum.

Teldutíðin hevur bara 40 ár á baki
Í vikuni kom út minnisrit um Com-Data, ið nú hevur 40 ár á baki. Tey, ið gingu í skúla í 80’unum og 90’unum duga ivaleyst væl at fáast við KT. Men fara vit longur aftur í tíðina, er tað ikki nøkur sjálvfylgja, at tey hava lært at brúka KT ómakaleyst. Áðrenn 80’ini var KT eitt arbeiði fyri serfrøðingar, og vanlig fólk kendu als einki til hetta.

Fleiri av okkara elstu borgarum kæra sína neyð, tí tey ikki sjálvi megna at brúka nýggju almennu skipanirnar. Tí mugu summi fáa børn, vinir ella grannar at hjálpa sær við at gera tingini.

Hóast álit er gott, so er hetta ein stórur trygdartrupulleiki. At geva fólki atgongd til persónligar upplýsingar ella bankaupplýsingar gongur helst upp á stás í 99 prosentum av førunum, men fyrr ella seinni er onkur veik sál, ið velur at brúka sína vitan til at fáa keðiligar upplýsingar ella flyta sær sjálvum pengar.

Dømini finnast um hetta, tó at vit als ikki vita hvussu útbreitt tað er. Í Danmark er tó talan um 20 prosent av borgarunum, ið hava torført við at brúka almennu KT-loysnirnar – skrivar Mandag Morgen í vikuni. Hesi hava uttan iva eisini trupult við at brúka privatar KT-loysnir sum netbanka, nethandil o.a.

Um bara ein promilla av borgarunum verða útsett fyri KT-svik, er tað ov nógv.

KT-hjálp má vera ein ómakaleysir rættur
Bæði tað almenna og bankarnir eiga at geva hesum fólkum eina trygga KT-hjálp, so tey kunnu fáa síni ørindi avgreidd uttan at skula avreiða loyniorð og aðrar eymar upplýsingar til triðja part. Tað er ikki gott nokk bara at biðja tey taka seg saman. Hesi fólkini hava rætt til hesar tænastur, og tað er ikki teirra skyld, at tey eru fødd ov tíðliga til at vera digitalt innfødd.

Eg veit, at tað í síðsta enda ber til at fáa hesa hjálp, men hon eigur at skipast á ein hátt, so hon er atgongilig hjá eldri fólki. Tað kundi verið, at kommunurnar høvdu ein ábyrgdarpersón, ið tók sær av telduhjálp nøkur tíðarskeið í vikuni. Tað er avgerandi, at fólk javnan kunnu fáa hjálp, eins og tey kenna seg vælkomin á gátt, heldur enn at vera til fortreð.

Jaspur Langgaard
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Putin vil hava Biden og ikki Trump
Undirskot lands­kassans 150 milliónir
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi