»Livandi Bøkur« á Býarbókasavninum 26. november
Fríggjadagin tann 26. november 2021, millum kl. 17 og 21 fáa fólk høvið at kom til eitt hugnaligt og upplýsandi kaféprát, við eina »livandi bók« á Býarbókasavninum.
Visti tú, at fólk frá meira enn 110 ymiskum tjóðum búgva í Føroyum? Og at næstan 4% av føroyingum í dag koma úr londum uttan fyri Norðurlond?
Nú hevur tú møguleikan at hitta nøkur av hesum áhugaverdu fólkunum. Kom inn í kaféina á bókasavninum og læn eina ‘livandi bók’, og fá eitt prát og innlit í ymiskar lívssøgur, lond og mentanir.
Tað er ókeypis at læna livandi bøkur. Tær kunnu einans ´lesast´ á staðnum og í avmarkaða tíð. Spyr t.d. hvussu tað er at flyta til Føroyar? Kennir tú teg vælkomnan? Hvat kundi tú hugsað tær, at vit føroyingar gjørdu øðrvísi fyri at taka væl ímóti tilflytarum?
Tiltakið er eitt samstarv millum integratiónsøkið hjá Tórshavnar kommunu og Býarbókasavnið í Havn.
Verið vælkomin!
Mest lisið í farnu viku
Putin vil hava Biden og ikki Trump
Undirskot landskassans 150 milliónir
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur