Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Innanlands
Er heilsutrygd mafian og taks inkassokontór mafiurnar ?
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Lýsing
Lýsing

Samferðslupakkin kloyvir tjóðina

Politikkur | 10/12-2021 14:42

Tey, sum hava glæsiligar undirsjóvartunlar skulu nú koyra ókeypis ella bíligari. Avgjaldsøðin er øgilig í samgonguni. Fyri at fíggja ókeypis koyringina skulu øll, sum hava bil gjalda meira, skattgjaldarin skal gjalda meira, og hvørt einasta húsarhald fær hægri el-prís. Tað slepst ikki undan!

Jú, vit taka fult undir við einum farmaskipi til Suðuroynna. Støðan er heilt ótolandi í løtuni. Tað kann eisini vera skilagott at gera ávísar pendlaraskipanir í Eysturoyartunlinum, tí prísurin er høgur sum er. Men tá ið tað er sagt, so kann tað als ikki góðtakast, at man ger skipanir, sum geva nøkrum fyrimun og seta nøkur eftir. At man soleiðis spjaðir tjóðina og skapar sundurlyndi; at man bara arbeiðir fyri nøkur og ikki øll; at man fremur politikk fyri tey fáu, tey sterku freistast man at siga, og letur restina vera við sviðið soð- næstan, tí tey skulu gjalda. Tá eru tey góð!

Ein samferðslupakki má til dømis eisini innihalda eina loysn fyri útoyggjarnar soleiðis, at gomlu ferjurnar verða endurnýggjaðar. Ein samferðslupakki má innihalda eina framtíðarloysn um suðuroyartunnilin, og ein samferðslupakki kann ikki lata nøkur hava høg gjøld fyri, at nøkur sleppa at koyra ókeypis. Ein samferðslupakki má eisini lækka prísin hjá okkum siglandi. Við Smyrli gjalda vit framvegis 225 kr. fyri bilin, og 80 kr. fyri vanligan ferðaseðil. Jú, har koma nakrir farmatúrar afturat og tað er sera gott, men sum skilst skal farmaprísurin eisini hækka. Ergo 4-5 gjøld fara at
hækka fyri okkum, sum búgva her suðuri: bensin, diesel, veggjald, el-prísur og farmagjald.

Allir føroyingar koma sostatt at gjalda fyri, at nøkur koyra ókeypis og bíligari. Allir bileigarar koma at gjalda meira tá ið avgjald verður lagt omaná bensin, diesel og veggjald. Og hvørt einasta húsarhald, eins og vinnulívið, kemur at gjalda meira um avgjald verður lagt á tungolju. Sjálvsagt hækkar el-prísurin av hesum. Og sjálvsagt kemur tað so aftur at tarna orkuskiftinum. Og hækkandi farmagjøld fremja ikki vinnulív.

Man fær kensluna av, at allir føroyingar nú gjøgnum bakdyrnar skulu gjalda fyri vallyftini hjá fólkaflokkinum. Tað skal vera ókeypis at koyra einhvønn prís. Eitt er púra víst, tað kostar at útbyggja samfelagið. Tað skulu vit standa saman um, og tí skulu vit hava samhaldsføst samferðslugjøld, sum eisini leggja upp fyri, at vit framhaldandi útbyggja samferðslukervið. Tá ið man ger loysnir, sum bert sæta nøkrum fáum, og letur øll fíggja tað, ja, so hevur man valt nøkur frá. Vit mugu øll vera við at gjalda, og vit skulu øll hava ágóða av hesum. Suðuroyartunnilin hevur við hesum ongantíð verið longri burtur. Hvat við fólkunum á smáu oyggjunum? Skulu hesi als ikki takast við í eina samfeðsluloysn? Skulu tey hava gamlar dangur, meðan nøkur skulu koyra ókeypis?

Tað er ósømuligt!

Sirið Stenberg,
Tjóðveldi


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Innanlands
Er heilsutrygd mafian og taks inkassokontór mafiurnar ?
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Nýggjastu tíðindi