Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Raðfestingarnar hjá fíggjarnevndini ganga ímóti ynskinum um øktan vøkstur  og vælferð 

Vinnulív | 16/12-2021 16:50

Løgmaður hevur sett eitt vakstrarforum at gera tilmæli um, hvussu vit á burðardyggan hátt skapa  størri virði í føroyska samfelagnum, sum grundarlag undir framhaldandi vælferð. Føroya  Arbeiðsgevarafelag heldur, at raðfestingarnar hjá Fíggjarnevndini ganga beint ímóti hesi ætlan. 

Í samgonguskjalinum hjá verandi samgongu varð avtalað, at eitt vakstrarforum skuldi skipast, sum  eitt samstarv millum privata og almenna geiran. Løgmaður setti í byrjanini av 2021 eitt  vakstrarforum, sum skuldi gera tilmæli um, hvussu vit kunnu skapa størri virði í føroyska  samfelagnum. Vakstrarforum valdi nøkur raðfest øki út, og undirbólkar vórðu settir at gera ítøkilig  uppskot, sum kunnu stuðla undir virðisvøkstur innan raðfestu økini. Hesi øki vóru Havið,  Kunningar- og samskiftistøkni (KST), Ferðavinna, Veitaravinnu og Útbúgving og  arbeiðsmarknaður. Gjøgnumgangandi fyri tey tilmælini, sum eru komin til Vakstrarforum higartil,  er tann týdningur, sum útbúgving og gransking hevur fyri virðisvøksturin. 

Tá so broytingaruppskotini hjá Fíggjarnevndini vórðu løgd fram, vórðu uppskot til sparingar á flest  øllum raðfestum økjum. Eitt nú kann nevnast sparingar innan gransking og menning í fiskiveiðu  og aling (Fiskaaling, Havstovan og Fiskivinnuroyndir), Granskingarráð og -grunn, Maritimar  útbúgvingar, Miðnámsútbúgvingar, Visit Faroe Islands, Talgildu Føroyar og Fróðskaparsetur  Føroya. 

Føroya Arbeiðsgevarafelag skilur ynskið hjá fíggjarnevndini um at tálma útreiðsluvøksturin hjá  landskassanum, men tað er ein størri spurningur, sum ikki eigur at vera avgjørdur av hissini  broytingum hjá fíggjarnevndini í 12. tíma. Harumframt er neyðugt at raðfesta átøk, sum økja um  virðisskapanina í landinum, so vit øll gerast betri fyri, eisini landskassin. 

Politiska skipanin eigur at leggja eina ætlan fyri at tálma útreiðsluvøksturin hjá landskassanum, og  so gera væl fyrireikaðar broytingar. Við tí arbeiðshátti og raðfestingum, sum vit hava sæð í  sambandi við fíggjarlógararbeiðið, er sera torført at leggja langtíðarætlanir, og vandi er fyri at vit  missa meira fyri minni. 

Føroya Arbeiðsgevarafelag 


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi