Fiskaplássið á Løðhamri - ein mentanarlig og miðbýar íløga í Vági
Okur vágbingar hava brúk fyri, at Vágur av røttum kann kalla seg ein enn meira lívligan bý. Ein býur, sum dregur fólk til sín - alla staðni frá. Levi Mørk, býráðslimur og formaður í mentamálanevndini, sigur; okur eru væl á veg við teimum verkætlanunum, sum eru framd hesi seinastu árini, men jeg sakni nakað meira. Tí mugu umstøður skapast fyri virksemi, ið skapar meira lív. Vágs býráð skal vera við til og syrgja fyri hesum.
Samgongan í Vágs býráðið hevur eitt hav av skilagóðum íløgum fyri 2022. M.a eru 400.000 kr. settar av til Fiskaplássið á Løðhamri. "Vágsbygd er perla í Suðuroy", syngja okur. Tað skulu okur so sanniliga enn liva upp til. Sitandi samgonga hevur tikið eina avgerð um framtíðina fyri miðbýin í Vági. Og avgerðin skal sjálvandi vera røtt. Framtíðin má sjálvandi ikki byggjast á tilvild. SNA-arkitektar hava gjørt skitsuuppskot fyri Vágs kommunu og hvussu verkætlanin um Fiskaplássið á Løðhamri kann gerast veruleiki. Verkætlanini hevur eisini verið alment frammi. Til almennu hoyringina komu nøkur ynskir um ymiskar broytingar, og uppskotið verður tillaga.
Nú er so tíð til næsta stig. Tí hevur núverandi samgonga sett 400.000 kr. á fíggjarætlanini fyri 2022 til Fiskaplássið á Løðhamri. Gamla fiskaplássið verður fríðka og ætlanin er eisini at bjóða øki út alment til íbúðarbygging. Ætlan er um at hava ein part av verkætlanini um Fiskaplássið á Løðhamri klárt til Jóansøkuna 2022, sum verður í Vági.
Levi Mørk
Mest lisið í farnu viku
Al-Qaeda hevur yvirtikið Sýria
Andakt
Áron – Nýggj bók frá Leirkerinum
Búskaparkreppa í Europa
Býtið av bókasavnsgjaldinum verður endurskoðað
Franska stjórnin fallin
Helst hevði Terji á Lakjuni rætt
Kommunuvali í Oyndafirði og býráðssamtyktin 28 november
Lægsta treystitalið síðan 2009
Nýggja skipið hjá Framherja
Sandoyggin er ein oyggj við potentiali
Takk fyri, Jenny Christina Petersen
Virksemið hjá politinum í tølum
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur