Jobmatch er tillagað korona
«Vit tosaðu við fyritøkur og stovnar tíðliga í desember, og har var ongin ivi um, at stórur áhugi er at koma á tal við komandi starvsfólk millum jóla og nýggjárs, og tí er Jobmatch á netinum mikudagin 29. desember» sigur Katrin I. Gregersen, samskipari.
Ætlanin var upprunaliga at hava tiltakið sum vanligt í Norðurlandahúsinum, men við galdandi koronatilmælum ber tað ikki til.
Tørvurin á arbeiðsmegi í føroyska samfelagnum er stórur, og á heimasíðuni Jobmatch.fo ber til at kunna seg um størv. Heimasíðan er eisini ment og tillagað, so at starvsøkjandi kunnu skráseta seg við einum vanga á heimasíðuni. Harvið ber til bæði at bíleggja JobPrát hjá fyritøkum og stovnum, og arbeiðsgevarar kunnu eisini seta seg í sambandi við tann einstaka fyri at fáa eitt JobPrát í lag. Vangarnir eru navnleysir inntil eigarin av vanganum ynskir at geva seg til kennar.
JobPrát kunnu bíleggjast fram til 28. desember á midnátt inni á jobmatch.fo.
Stuðlar eru Tórshavnar kommuna og Bakkafrost.
Mest lisið í farnu viku

Andakt

Gobal warming

Hví skulu ríkar konur í Hoyvík fáa 100.000 í stuðli til óneyðugt bilkeyp

Sannlíkt at Ukrainsk raket drap 16 ukrainar

Stórfundur um at hjálpa Ukraina

Zelinski vrakaður í Ísrael
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi











