Leyg landsstýrið?
Bjarni Hammer spyr Løgmann um Herjálv, sum røkir suðuroyarsiglingina
Einaferð segði fíggjarmálaráðharrin, at Herjólfur tekur 67 bilar. Nú er komið fram í miðlunum, at Herjólfur tekur 35-36 bilar.
Einaferð segði fíggjarmálaráðharrin, at Herjólfur kundi føra 481 ferðafólk. Men nú kann hann bara føra 385 ferðafólk.
Haraftrat er nú eisini komið fram, at minni pláss verður til farm við Herjólfi enn upprunaliga ætlað. Einans seks 40-fót bingjum er pláss fyri á hvørjum túri.
Landsstýrismaðurin tók endaligu avgerðina um, at lítla ferjan einsamøll skuldi røkja bæði ferðafólka- og fraktflutningin um Suðuroyarfjørð við høvuðsorsøkini, at tað var tann bíligasta loysnin.
Landsstýrismaðurin legði eisini ábyrgdina frá sær og á niðrandi hátt bað hann suðuroyingar sjálvar finna sær okkurt skip, sum kundi nøkta tørvin, meðan Smyril var í dokk.
Í verandi løtu sleppur arbeiðsfjøldin ikki til arbeiðis, tí at skeivar upplýsingar eru givnar til øll, sum virka í framleiðsluvinnuni.
Framleiðsluvirkini kunnu ikki framleiða eftir skiftandi fráboðanum frá landsstýrismanninum. Tað er tí álvarsligur vandi fyri, at fiskaframleiðsla í Suðuroy steðgar upp - arbeiðsfólkinum og vinnulívinum til óbótaligan skaða.
Ábyrgdin liggur hjá landsstýrismanninum. Tí havi jeg sett honum fyrispurning um, hví skeivar upplýsingar eru almannakunngjørdar fleiri ferðir um lívslinjuna hjá vinnulívinum og borgarunum í Suðuroynni.
Bjarni Hammer, løgtingsmaður
Mest lisið í farnu viku

Aliráðstevnan verður 28 februar

Almennar lønir vaksa 9% privatar vaksa 2,1%

Andakt

Álit um støðu fólkakirkjunnar innan føroysku fyrisitingina og virkisøki umboðsmansins

Bakkafrost úrslit fjórði ársfjórðingur 2024

Flogfar lendi á takinum í Toronto

Krógvaðu 140 milliardir

Lækni nevnir orsøkina til at vit missa evni at minnast

Løgmaður til Týsklands á trygdarráðstevnu

Løgmaður: Støðan í heiminum er alsamt meira óviss

Tey ríku og kvinnur sleppa lættari í rættarskipanini

Vegakervið í Sandoynni eigur at lyftast fram í nútíðina

Video: Maður í kajak endaði í kjaftinum á stórhvali
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











