Faroe Islands International Minority Film Festival 2022
Ymisk tiltøk og fleiri filmar á skrá. Eisini luttaka ymiskir leikstjórar. Barnatiltak er eisini á skrá
Faroe Islands International Minority Film Festival 2022 hevur nú avdúkað alla skránna og
latið upp fyri atgongumerkjasøluni. Festivalurin verður settur í Norðurlandahúsinum 1.
septembur, tá iranski filmurin Ballad of a White Cow verður sýndur.
Skráin er eins og undanfarnu árini sera fjølbroytt og víttfevnandi. Har verða fleiri
filmssýningar, pallborðsfundir og undirhald. Filmfestivalurin verður í døgunum 1.-4.
septembur í Norðurlandahúsinum og Reinsarínum. Evnið í ár er intersektionell feminisma,
abort og kvir umboðan í filmi.
Pallborðsfundir vera um sera áhugaverd og álvarsom evni so sum abort og kvinnur í
politikki, og eisini verður áhugavert prát, um porno kann vera etiskt rætt.
Glück (leikstj. Henrika Kull, sum verður til staðar) Brainwashed.. (leikstj. Nina Menkes, spurningar og svar online)
Filmarnir á festivalinum spenna sera víða, alt frá lívið hjá sexarbeiðarum í Berlin (Glück),
hvussu mansáskoðanin í Hollywood innrammar kvinnuna á løriftinum (Brainwashed: SEX-
CAMERA-POWER), til barnatiltak við Angelu.
Til flestu av sýningunum er leikstjórin til staðar at svara spuringum ella eru prát í sambandi
við evnið, sum t.d. um dekolonisering við Aka Hansen, sum eisini vísir Grønlendskar
stuttfilmar, og David Ng, sum kemur úr einum kanadiskum miðlalistabólki við littum kvir
listafólki, sum gera filmar um rasismu í okkara samfeløgum.
Aka Hansen (GL) Filmur eftir David Ng, Jen Sungshine, Kendell Yan (KA)
Afturat sýningunum er eisini stand-up við okkara egnu Elisu Vang og kenda, danska
skemtaranum Sanne Søndergaard og so Gender Bender tiltakið við umstrídda
rapparanum, Nikoline (DK), drag framførslum og sirkus listafólki. Eisini er møguligt at
melda seg til ókeypis Drag Academy, har ein kann læra at framføra drag.
Frá 5-11. september kanst tú eisini njóta yvir 30 filmar og stuttfilmar á netinum. Atgongd
til hesa talgildu skrá, fæst við at keypa festivalpass ella keypa atgongd til teir einstøku
filmarnar.
Alt í alt ein filmfestivalur, sum er nógv meiri enn ein filmfestivalur, og sum hevur nógv á
hjartað.
Sí alla skránna á nlh.fo og fimff.org, har tú kann ogna tær atgongumerki ella festivalpass.
Atgongumerki til Sanne Søndergaard og Gender Bender fáast á torsgota.fo
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











