Laksaprísir nógv fallin seinastu tíðina
Laksaprísurin broytist skjótt og nógv í ár. Fyrr í ár var hann sera høgur. Nú er hann aftur har hann plagdi at verða
Laksaprísirnir vóru sera høgir fyrr í ár. Nú eru teir lækkaðir nógv og liggja á leið har teir ofta plaga at liggja.
Úrslit hjá laksaalarum 2 ársfjóðring í ár vóru óvanliga góð. Og frammanundan vóru tey enntá rættuliga góð.
Men nú tykist marknaðurin at rætta upp aftur. Tað er ikki óvanligt at prísir hækka og lækka.
Landskassin fær part av gjøldum frá alivinnuni sum tøkugjøld. Tí hevur landskassin fingið nakað meira seinstu tíða. Men frameftir sær tað út til at verða eins og tað plagar at verða.
Av tí at fóðurprísurin hækkar nógv, so verður avlopið hjá alarum ávirka av tí. Hvussu nógv ber ikki til at siga, tí hagtølini eru prísurin á spottmarknaðinum. Nógv verður selt í langtíðaravtalum, sum tó fylgja spottprísinum í ávísan mun. Men slíkar prís hækkan og príslækkan sum vit hava sæð í ár, sleppa tey undan við langtíðaravtalum.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











