Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Førdi fíggjarpolitikkurin eigur at vera haldførur

Innanlands, Politikkur, Vinnulív | 01/09-2022 10:05

Tíðindaskriv frá Búskaparráðnum 1. september 2022

Vøksturin í BTÚ í leypandi prísum er mettur til at verða heili 11,2% í 2022 og 2,6% í 2023. Høgi vøksturin
í 2022 stavar í stóran mun frá øktum prísum.

Tó er framvegis eisini ferð á føroyska búskapinum, ið sæst aftur í lága arbeiðsloysinum og átrokandi tørvinum á arbeiðsmarknaðinum. Í slíkum góðum tíðum eigur ikki at vera hall á fíggjarlógunum hjá landi og kommunum.

Ístaðin átti tað almenna at sett í verk eitt fíggjarpolitiskt regluverk, sum tálmar almenna útreiðsluvøkstrinum fyri at fáa haldføri í førda fíggjarpolitikkin – bæði í núverandi løtu – og í longdini, tá avbjóðingarnar við vaksandi talinum av eldri fólki gerst til veruleika.

Stórur partur av vøkstrinum í BTÚ stavar frá prísvøkstri

Tað er framvegis ferð á føroyska búskapinum.

Stóra virksemið sæst aftur á lága arbeiðsloysinum og tørvinum á arbeiðsmegi í bæði privata og almenna geiranum. Lønargjaldingarnar eru høgar, talið av løntakarum setur met, og vøruhandilin við útheimin gevur framvegis avlop. Vøksturin í BTÚ í leypandi prísum er mettur at gerast 11,2% í 2022 og 2,6% í 2023. Vøksturin í BTÚ í 2022 er tó merktur av stóra prísvøkstrinum, sum vit síggja í útlondum og heima í Føroyum. Høgi vøksturin í BTÚ í 2022 stavar nevniliga fyri ein stóran part frá øktum prísum og avspeglar tí ikki, at virksemið í búskapinum er munandi størri í
2022 enn í 2021, men heldur, at vørurnar og tænasturnar eru dýrkaðar í prísi.

Hóast føroyingar eru tilvitaðir um, at prísirnir eru øktir og at renturnar fara at hækka, sæst ikki nøkur stórvegis broyting í nýtsluni hjá húsarhaldunum. Ávirkanin av prísvøkstrinum á vinnuna er ymisk frá vinnugrein til vinnugrein, og er sum heild treytað av, hvussu nógv av prísvøkstrinum kann koyrast víðari yvir á kundan.

Handilsvinnan letur til at vera merkt av, at føroyingar aftur eru slopnir til útlondini at ferðast,
og tí brúka færri pengar í Føroyum, meðan ferðavinnan er bjartskygd, tí eftirspurningurin er stórur, og
2022 væntast at gerast nýtt metár.

Í byggivinnuni eru príshækkingar á tilfari, og trot á arbeiðsmegi er
framvegis ein avbjóðing, meðan útflutningsfyritøkurnar eru ávirkaðar bæði jaliga og neiliga av
prísvøkstrinum. Prísurin á botnfiski og laksi er øktur nógv, ið hevur betrað um útflutningsvirðið, men
samstundis eru framleiðslu- og flutningskostnaðirnir somuleiðis øktir nógv.

Førdi fíggjarpolitikkurin eigur at vera haldførur – bæði í løtuni og í longdini

Hóast hesar góðu tíðir, er undirskot hjá bæði lands- og kommunukassunum. Hallið á fíggjarlógini hjá landskassanum er mett av verða 216 mió. kr. í 2022 og 225 mió. kr. í 2023. Eisini kommunurnar hava samanlagt eitt hall á teirra fíggarlógum. Sostatt leggur almenni geirin í bestu tíðum trýst á búskapin, ið longu er undir trýsti av stóra virkseminum í privata geiranum.

Tað er í slíkum støðum, at tað almenna eigur at halda aftur og hava yvirskot á fíggjarlógunum. At undirskot verður á fíggjarlógini í 2022 og 2023 er als ikki haldbart í so góðum búskaparligum tíðum, serliga við vitanini um komandi avbjóðingar við vaksandi vælferðarútreiðslum vegna vaksandi tal av eldri borgarum, tað vil siga til pensjónir, eldrarøkt, heilsuøkið við meira. Ein avleiðing av verandi fíggjarpolitikki kann verða, at hetta ættarliðið kemur at binda komandi
ættarlið við skuld orsakað av manglandi haldføri í fíggjarpolitikkinum.

Sum Búskaparráðið áður hevur víst á, eigur politiska skipanin at seta í verk eitt fíggjarpolitiskt regluverk, ið kann vera við til at fáa haldføri í førda fíggjarpolitikkin. Eitt slíkt regluverk kann eitt nú ikki loyva útreiðslunum at vaksa við meira enn 2-3% um árið, samstundis sum íløgurnar haldast støðugar.


Lagt út: Eivind Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi