Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Rudda Føroyar 17 september

Innanlands | 31/08-2022 18:31

Afturvendandi tiltakið Rudda Føroyar verður í næstum. Fyriskipararnir vóna at síggja nógv fólk

Kom við Rudda Føroyar og rudda í Hoyvík, Kollafirði, Nólsoy, Skála, Havn, Hvalba og Tvøroyri leygardagin
17. september, tá altjóða ruddingardagur er! Øll ung sum gomul, húski, fyritøkur, stovnar og feløg eru
vælkomin at luttaka í hesum støðum, har samskiparar miðvíst hava virkað fyri at stíla fyri degnum. Tiltakið
byrjar klokkan 10, ella eftir nærri avtalu við samskipara.

Tilmelding fer fram á heimasíðuni: https://ruddaforoyar.fo.


Í samstarvi við kommunur og aðrar almennar stovnar og við stuðli frá fyritøkum og øðrum felagsskapum,
eru fyrireikingarnar til ársins Rudda Føroyar-átak um at vera komnar upp á pláss.

Aftur at teimum ruddingunum, sum eru knýttar at lokalum samskiparum, tekur høvuðsstuðul okkara,
Hiddenfjord, stig til eina umfatandi rudding. Skúlin við Løgmannabreyt, Húsarhaldsskúlin, Tekniski Skúli í
Klaksvík og møguliga aðrir skúlar luttaka eisini í vikuni upp undir 17. september. Kajakkfeløg, kavarir og
skótar eru eisini við.

Felagsskapurin Rudda Føroyar varð settur á stovn 20. mars 2018 og hevði sín fyrsta ruddingardag sama ár,
tá fleiri enn 1.000 føroyingar tóku heili 22 tons av ruski upp. Tað krevur nógvar sterkar kvinnur og menn,
ja, enntá bátar og lastbilar við krana. Øllum nýtast nú ikki at hava krútsterkar armar – vit hava eisini brúk
fyri kikaraeygum og fínum fingrum at taka stubbar, plast og smáting upp av vegnum, millum steinarnar,
úr grasinum og aðrastaðni.

Hóast vit ikki hava samskiparar kring alt landið, so eru tit vælkomin at rudda sjálvi. Um tit eru eitt húski,
ein stovnur, fyritøka ella bara vinfólk, sum hava hug at rudda grannalagið pent og snøgt, ella náttúruna í
nærumhvørvinum ella longur burturi, so er als einki í vegin fyri tí. Tit skipa ruddingina, men minnist til at
beina skrellið burtur á rættan hátt. Fortel okkum endiliga á Facebook, hvussu nógv kilo tú/tit fingu savnað,
hvussu nógv tit vóru og send okkum nakrar góðar myndir ????

Vit halda tó sjálvandi, at tit skulu koma við í Rudda Føroyar-hópin, har vit skilja og viga ruskið, sum vit
savna. Tá dagurin kemur at enda, hevur tú helst havt eina hugnaliga løtu við kendum og kanska ókendum
fólki – vit gera í øllum førum okkara besta til, at dagurin verður góður og minnisríkur fyri allar luttakarar,
m.a. við drekka og kanska onkrum ábiti.

Vit síggjast og ruddast!

Rudda Føroyar


Lagt út: Eivind Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi