Telehald í Føroyum 2-4 ferðir dýrari enn aðrastaðni
Stór týsk kanning gevur innlit í teleprísir í Europa. Samanberingar eru ofta truplar tí einki er eins. Men prísmunurin tykist so stórur, at okkara prísir helst kundu verið lægri.
Í stórari týskari kanning síggja vit telefonprísir í ymiskum londum. Kanningin er stór og vísur nógvar ymiskar prísir alt eftir hvørji hald brúkarin velur.
Kanningin øll sum hon er, kann lesast her
Prísir í Føroyum eru á leið 300 krónur fyri 30 gb og fría talu. Tað er 3.600 pr. ár sum svarar til á leið 500 Euro í 1 ár og 1000 Euro í 2 ár.
Tað sær út til at okkara prísir eru 2-4 ferðir so høgir sum teir eru aðrastaðni. Partur av muninum hevur ivaleyst sína orsøk. Men tað er neyvan ómøguligt at minka munin.
Talvan vísur prísir fyri 2 ár. Tað mettur teir verða rættasta mátan at samanbera.
Eftir hesum sæst, at mobil hald í Føroyum eru væl dýrari enn tey eru aðrastaðni.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











