Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Ferðavinnan livur av studningi

Innanlands | 13/09-2022 09:15

Stuðulin til ferðavinnuna er sum stuðulin til Fiskivinnuna, tá hann var upp á tað besta.

Ferðavinnan fær sera nógvan stuðul. Tað kann sjálvandi verða upp á pláss at stuðla í ávísum førum. Men søguliga hevur tað víst seg, sera trupult at raka rætt. So mikið størri týdning hevur tað, at gera tað rætt. Tá ongin tykist so mikið sum umrøða málið, kann úrslitið bara gerast skeivt.

Tað tykist sum vit tosa nógv um ferðavinnu. Vit fáa nógv vitjandi til Føroya. Tal av ferðafólki økist. Jú, tað gongur framá. Sølan veksur! Men liggur nakað eftir? Tjena vit pengar? Gevur ferðavinnan nakað til felagskassan?

Tað er sjálvandi eitt roknistykki, sum er alt annað enn einfalt. Hvussu vita vit, um ferðafólk ella dýrur farmur fíggja Atlantic og Norrønu? Hvussu vita vit, um spardur tollur á alkohol, cigarettir og grøna keks gera munin?

Vit kunnu hyggja at nøkrum av hesum studningum.

Ferðaavgjaldið lækkaði 100/200 krónur um flogvøllin, tí tað var so dýrt, at tað var ein forðing, tó at tunnilsgjaldi ikki kann avtakast og flogbilettir kosta 2-3.000 kr. stk. 200.000 ferðandi á 100 krónur eru 20 milliónir.

Íløgur í flogvøll eru væl stuðlaðar av íleggingargrunninum við nøkrum 100 milliónum, sum ferðafólk tí sleppa undan at gjalda.

Tollfrí søla flutti úr flogførum á flogvøllin og tí kunnu útlendsk flogfeløg ikki kappast á jøvnum føti. Avgjalds og mvg frítøka á flogvøllinum og umborð á Norrønu kostar landskassanum sera nógvar pengar, hvønn dag í árinum, uttan 1. jóladag.

Leigubilar til ferðafólk, krevja mvg við útleigan, men sleppa undan mvg við sølu, sum viðførur at útleigari má selja bilin sum skjótast meðan tað gevur vinning og áðrenn mvg av útleigan gevur hall. Tí er mvg á leigubilar ein stuðul, sum kanska er 50.000 pr. bil. Tað eru skrásettin meira enn 500 nýggir leigubilar í 2022. Tað eru meira enn 1000 leigubilar skrásettir tilsamans og sostatt verða allir ikki umskrásettir beinan veg. Tað eru helst einar 25 milliónir í MVG stuðli árliga.

Gistingarhús taka ikki mvg av gisting. Tað verður ein øgiliga stór upphædd.

Strandferðslan við ferðafólki út í Mykines er helst undirskot. Tyrlan eisini, og ikki bara til Mykines. Og ferðafólkini taka pláss, soleiðis at smærru plássini ikki hava tað tænastu, sum upprunaliga var ætla teimum.

Visit Faroe Islands fær stuðul. Kommunur stuðla ferðavinnu.

Tilsamans verður stuðulin til ferðavinnuna øgiliga nógvar millionir. Og vit fara lættliga uppum 100 miliónir og tað kann ikki útilokast at vit fara uppum 200 milliónir eisini. Hetta kann sjálvandi kannast. Men nakrir av stóru postunum eru truplir at fáa upplýst, tí talan er um privatar fyritøkur, tó at landskassin er eigari. Restina ber til at finna útav.

Stuðulin til fiskivinnuna var á leið 200 milliónir árliga, tó at hann var 400 mió. tað stórsta árið og nær null tey minstu árini. 

Tá fiskivinnan fekk stuðul meintu nógv, at tað var skeivt, tó at tað saktans kundi ávísast góð nytta úr studninginum. Síðan eru tey flestu samd um, at stuðul ikki er góður. Tað er umskipanin frá undirskoti til yvirskot sum er so óbehagilig, at stuðul tykist neyðugur.

Hví tosar ongin um stuðul til ferðavinnuna? Hvat er munurin á stuðli til ferðavinnuna og stuðli til fiskivinnuna? 

Einasti munur er, at ferðavinnan er í Havn og fiskivinnan á bygd.

Kanska tað er orsøkin.

Ein skal í øllum førum búgva í Havn, fyri ikki at skilja, hvussu illa gongd í bøi ein vátan dag fer við lendinum, hjá øðrum. Tað lærdu vit, annars sum børn, tá vit spældu bólt í bønum. Tað tók ein dag at oyðileggja eitt stykki fyri restina av árinum. Oyðilagt lendi er eisini stuðul til ferðavinnuna í fyrsta umfari.

Hvussu kann ferðavinnan læra av fiskivnnuni? Um tey hyggja í gloymibókina, so finna tey trupulleikan. Loysnin kann neyvan verða so langt burtur.

Sum í fiskivinnuni, kann loysnin gerast óbehagilig. Corona vísti okkum, hvussu óbehagiligt tað kann gerast í ferðavinnuni.


Lagt út: Eivind Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi